samskiftið hjá teimum við útheimin og annað. Men samskiftið við okkum hevur ikki verið og er ikki nóg gott. Vit hoyra javnan, at nú gongur betri í ferðavinnuni og at so og so nógv ársverk eru í vinnuni, [...] mánaðir í skúla í sølu- og marknaðarføring, etikki og handilsjura, og arbeiddi samstundis við at kunna norðmenn um Føroyar. Ferðaráðið vildi bert senda tilfar til Noregs við skipi og tí kom tað ov seint [...] ferðavinnuna og Ferðaráð Føroya. Og eg tosi ikki bara fyri meg sjálvan, men fyri tey flestu, ið arbeiða innan innlendis ferðavinnu í Føroyum. Samskiftið millum okkum, ið arbeiða beinleiðis í vinnuni og tey,
marknaavtaluni millum Føroyar og Bretland, er føroyski umboðsmaðurin í Aberdeen, Sofus Poulsen. Síðani annað heimskríggj hevur hann umsitið og røkt føroysk áhugamál í Stórabretlandi og hevur sum so verið brú [...] bretska og føroyska landgrunninum. Í gjár tosaði BBC við Sofus Poulsen um markið og framtíðar samvinnu millum londini. -Eg royndi at vísa á, hvussu órímulig upprunaligu bretsku krøvini vóru, og at føroyingar [...] millum londini og sipar her mest til ta sannroynd, at Føroyar eru eitt oyggjaland eins og teir mongu oyggjarbólkarnir út fyri Skotland. Hesir oyggjarbólkar, Hebridurnar, Orknoyggjar og Hetland hava royndir
andaligt virksemi, og vónað verður sjálvandi, at hetta kann halda fram og mennast í framtíðini í tí nýggja. Millum virksemið í tí gamla húsinum vóru var sunnudagsskúlin og ungdómsmøtini. Og hesi koma sjálvandi [...] andadrátti fast, at tøkni, ljós og ljóð skapa einki uttan so, at alt arbeiði er knýtt at Gudi og hansara signing. Góð uppmøting Tað gamla meinigheitshúsið á Skála var vorðið ov lítið, og longu í 1983 var farið [...] komin á hesi møtini. Skráin fyri hesi ungdómsmøtini eru fjølbroytt og skiftandi. Onkutíð er ein tala um eitt ávíst evni og onkutíð er sangur og vitnisburðar. - Men vit leggja eisini stóran dent á at hava tað
í høgru, innlegg og eitt sindur av afturi og fram setti Eli Hentze krúllin undir bóltin, og so vóru tað sandoyingarnir, sum savnaðust at fegnast um sigursmálið, eftir at málskjúttin og veteranurin í myllulíki [...] afturíaftur og at javna. Og tá tað bara var ein lítil løta eftir, fingu teir í HB bóltin í málið til tað, sum teir hildu vera sigursmálið. Tað var innskifti Eyðun Samuelsen, sum átti síðsta fótin á og aftaná [...] við liðfeløgunum og teimum 20?30 trúgvu HB viðhaldsfólkunum, sum vóru við á Sandi. Men linjuverjin hevði flaggið á lofti, og dómarin tók til eftirtektar, at talan var um rangstøðu, og so kolldømdu teir
hondini, og íslendski dómarin peikaði á ellivu metra blettin, hagani Jákup á Borg var tryggur, og spælið varð ikki tikið uppaftur fyrrenn útvísti maðurin var farin undir tak. Eftir útvísingina og leiðslumálið [...] ókenda umhvørvinum, og teir fingu frammaná, tá ið teir so skjótt mistu ein mann. At føroyingar ikki fingu mál, men bara næstan støður og okkurt hornasparkið órógvaði, sum hálvleikurin leið, og løtan við lotinum [...] er at fegnast um, at fleiri spælarar verða hildnir til, og í so nógvar mátar er tað skilagott, at spælarar, sum fáa boð, sleppa at royna seg og harvið fara undir royndararbeiðið, sum er so týdningarmikið
at tær báðar, Lotte Sørensen og Ann Hansen, als ikki tóktust at vera komnar í snúningar, og millum annað gingu 22 minuttir, áðrenn Lotte fekk fyrsta »reina« málið. Jórun og Erla royndu at stríðast, men [...] slettis ikki við Lotte. Tvær reisur á rað støkk hon upp og langaði til, og báðu ferðirnar varð úrslitið hitt sama. Bólturin small í stólpan, og so kundu tær gulu fara í málgevandi kontraálop. Møguliga skuldi [...] eru vorðnar mammur (tillukku við tí!), og einki er at ivast í, at saknur er í leikarum sum teimum báðum málverjunum, Maritu og Elin, umframt vengrunum báðum, Palmu og Rakul. Hetta er tó neyvan øll frágreiðingin
fekk M. A. Jacobsens Virðisløn tríggjar ferðir – í 1958, í 1973 og í 1993 og var mældur til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins í 1982 og í 1994. Hann fekk Mentanarprís Føroya Landstýris í 1999. Jens Pauli [...] ynskja at gera søguna og tað serliga í økinum, sum fólk eru góð við, sjónligari í umhvørvinum. Hetta verður gjørt bæði fyri at minna borgararnar og komandi ættarlið á teirra egnu søgu, og eisini fyri at gera [...] søgunum í verkum hansara fara fram í og kring Sandavág. Fáur man hava lýst heimbygd sína við so stórum kærleika sum Jens Pauli Heinesen. Hann varð føddur 12. november 1932 og vaks upp á Hammershaimbsvegi 21
um vetrarnar. Hinar eru Koltur og Stóra Dímun. Ristast upp á pláss Vit fara fyrsta túrin við minnu tyrluni hjá Atlantsflogi. Rotorarnir eru farnir í gongd og mæl skjótari og skjótari. Ein listi verður g [...] Føroyum runt, og tað byrjar at kennast sum at alt er tað sama, og hetta viðgongur Villads Bøgesvang, sum eisini hevur verið bussførari. – Í prinsippinum er ongin munur á at vera bussførari og at vera tyr [...] lenda vit. Ristingarnar á tyrluna eru seinni og knappari. Tyrlan verður sett niður á lítla vognin, sum vit fóru av í morgun, og rotorarnir mæla spakuligari og spakuligari, áðrenn teir heilt steðga í nógva
Teir eiga jú dystin og alla ábyrgdina. Hettar kann tí saktans nýtast sum eitt vápn til at hevna seg inn á onnur feløg. Ein kann møta til dyst á útivølli og bera seg óhøviskt at, og felagið, sum eigur heimavøll [...] frá øllum tí eg bar fram, og harvið sáar iva um mítt trúvirði, eins og dómarin. Soleiðis sum Aganevndin ,eftir mínum tykki, hevur vassað runt í teim ymsu frágreiðingum og blandað tingini saman, so skilji [...] hjálpardómarin gjørdi vart við seg og Santos sigur eisini við Dimmalætting eftir dystin, at bæði hann og hjálpardómarin fleiri ferðir, bóðu áskoðaran tiga. Tað passar ikki, og sjálvandi fer eingin hjálpardómari
sótu uttanfyri og fóru um snuddirnar. Og ikki kann sigast annað enn at teir báðir John og Jákup fingu ávirkan á úrslitið. Teir skutu nevniliga øll trý málini, sum árstalsfelagið fekk. Og av teimum var tað [...] umfarinum í steypakappingini, og tey hittust eisini í fjórðingsfinaluni. Samanlagt var tað B36, sum lá omaná, og tað vistu leikararnir sjálvandi nú teir fóru á vøllin sunnudagin. John og Jákup vóru við Undan dystinum [...] vildu meir enn hægst neyðugt. Og tað er í slíkum førum, at tann sinnisliga yvirvágin kemur liðnum til góðar. Liðini bæði hava hitst mangar ferðir seinastu tríggjar mánaðirnar, og tað er B36, sum hevur drigið