Rasisma og hví?????

Viðmerkingar til Rasismumálið GÍ- B36

Lat meg staðfesta beinanvegin at eg persónliga og Gøtu Ítróttarfelag, taka kraftiga avstand frá øllum ið hevur við rasismu at gera, eisini hendingini í Gøtu í dystinum millum GÍ og B36.

 

Nú dómur er fallin í málinum, standi eg púrasta spyrjandi yvir fyri grundgevingini fyri dóminum. Sjálva sektina, 10.000 kr. havið eg ikki aðrar viðmerkingar til, enn at tað kann gerst dýrt fyri feløgini.

Øll kunna jú koma út fyri tílíkum atburði frá áskoðara og vit skula minnast til, at tað bert er felagið, ið leikar heima, sum kann revsast fyri hvat áskoðarinir gera/siga. Teir eiga jú dystin og alla ábyrgdina. Hettar kann tí saktans nýtast sum eitt vápn til at hevna seg inn á onnur feløg. Ein kann møta til dyst á útivølli og bera seg óhøviskt at, og felagið, sum eigur heimavøll, verður straffað. Vónandi hendir tað ikki, men tað verður í øllum førum ringt at geva øllum munnkurv í Gundadali tá til dømis HB og B36 leika

 

 

Aftur til niðurstøðuna hjá Aganevndini. Staðfestingarnar sum Aganevndin nýtur, kenni eg als ikki aftur

Tað er rætt at eg ikki hoyrdi orðini ið søgd vóru, men eg sá leikaran vísa einum hvørjum uttanfyri vøllin “fingurin”, og eg sá eisini hjálpardómaran reagera uppá eitthvørt ca 3 sekund eftir at eg sá fingurin. Havið seinri fingið váttan fyri, at hjálpardómarin reageraði uppá rasistisku orðini, og at hann reageraði beinanveg tá hann hoyrir okkurt “rasistiskt” Orðið BEINANVEG er sera avgerandi fyri, um tað er áskoðarin, ið provokerar leikaran, ella umvent. Eg veit at eg sá fingurin hjá Santos, væl áðrenn eg sá hjálpardómaran reagera, so kunna tit sjálvi meta, um hvør provokerar hvønn! Aganevndin veit ikki.

Aganevndin staðfestir eisini, at tað sum Trygdarleiðarin og áskoðarin siga seg hava sæð, ikki samsvarar við tað sum B36 leikarin sigur seg hava gjørt.

Tað kann so sanniliga ikki samsvara. Trygdarleiðarin og áskoðarin eru komnir við tveimum ymsum frágreiðingum um hendingina, sum ikki eru eins, so báðar kunna ikki samsvara við tí frá leikaranum. Frágreiðingin frá Trygdarleiðaranum um, hvussu Santos gjørdi tá hann vísti fingurin, bleiv váttað av leikarunum sjálvum. Tað einasta sum vit ikki vóru samdir um, var í hvørjari raðfylgju allar hendingarnar vóru farnar fram. So her eru ósannindir í niðurstøðuni

 

Eg siti við eini kenslu av, at tí eg eri GÍ´ari, so eri eg sjálvandi partískur.

Dómarin í dystinum, sum einki sá ella hoyrdi um hendingina, valdi eisini at sáa iva um mína áskoðan í hesum máli. Tað skilji eg ikki, tí hann fekk skrivliga fráboðan fyri dystin, um at eg var Trygdarumboð, og um hann ikki metti meg verða skikkaðan til álitið, átti hann at gjørt vart við tað beinanveg, og ikki sum nú, sáa iva um mína frágreiðing um ein tilburð, sum hann hvørki sá ella hoyrdi.

Eg umboði bert GÍ í hesum málið og ikki áskoðaran. Onkur við borðið hevur helst lagt meir í orðini frá dómarinun enn eg. Tí Aganevndin nýtir einans frágreiðingina frá dómarinun sum grundarlag fyri dómin, og sær burtur frá øllum tí eg bar fram, og harvið sáar iva um mítt trúvirði, eins og dómarin.

 

Soleiðis sum Aganevndin ,eftir mínum tykki, hevur vassað runt í teim ymsu frágreiðingum og blandað tingini saman, so skilji eg væl at tey hella til dómara frágreiðingina.

Eg skal bara heilsa her frá, eg havi ikki meir álit á tykkum enn tit á meg, men tit hava maktina

 

Tann størsta ósigurin í øllum hesum máli eigur “Kampurin móti Rasismu”

 

Kann ein taka næstu rasismu ákæruna frá Santos seriøst??

 

Eg eri 100% ivaleysur, Santos lýgur um hendingina. Eg sá at Santos vísti fingurin langt áðrenn hjálpardómarin gjørdi vart við seg og Santos sigur eisini við Dimmalætting eftir dystin, at bæði hann og hjálpardómarin fleiri ferðir, bóðu áskoðaran tiga. Tað passar ikki, og sjálvandi fer eingin hjálpardómari at loyva einum áskoðara at siga slíkt FLEIRI FERÐIR, so her gongur tú eisini lætt um sannleikan

Øll gera mistøk.

GÍ hevur alment biðið um umbering fyri hendingina, og tað átti tú harra Alex Jose Dos Santos eisini at gjørt.

Tú velur í staðin at koyra ábyrgdina fyri tín atburð yvir á onnur, og tað er ikki serliga mansligt.

Sum meir ella minni sjálvútnevndur rasismuambasadørur í Føroyum átti tú um nakar at hugsa um tín atburð á vøllinum. Somuleiðis eigur tú at taka ábyrgd av egnum gerðum og ikki sum nú, har tú gloymir sannleikan fyri at síggja út sum offur, enn einaferð.

Nei Alex, tað stutta av tí langa er, at tú rætti einum áskoðara fingurin og hesin svaraði við einum rasistiskum svari, sum ikki kann, ella skal forsvarast.

Í staðin fyri at angra tín atburð, roynir tú venda øllum á høvdi, so tú í almenninginum ert mestsum ósekur og einans eitt offur.

Vit sum vóru stødd við vøllin vita, eins og tú , at soleiðis var tað als ikki. Hvat skula vit halda/trúgva næstu ferð tú sigur teg verða illa viðfarnan, eg havið í øllum førum ringt við at taka teg seriøst, tá tú ikki torir at viðganga tíni mistøk.

Vís teg sum ein mann og bið um umbering, og vinn respekt millum fólk, heldur enn at stinga høvdið í sandin. Vit sóu hvat fór fram.