men eg haldi kortini, at tað er gott og positivt, at góðkenningin fyri tosk og hýsu undan Føroyum er komin í hús. Jens Martin Knudsen heldur, at MSC-góðkenningin í fyrsta lagi fer at koma útflutninginum [...] Bretlands til góðar, eins og hann væntar, at góðkenningin kann fara at síggjast aftur hjá eitt nú okkara frystilínuskipum, sum fiska og frysta tosk undir Føroyum. - Tað er eisini hugsandi, at so hvørt, sum okkara [...] smápakningur við útvatnaðum saltfiskavørum fer at veksa, fer sølan til handilsketur eisini at veksa. Tá kunnu vit rokna við, at fleiri fyrispurningar fara at koma um MSC-góðkenning, sigur virkisleiðarin
Niclasen sigur, at tað fer at kosta 18 milliónir um árið at yvirtaka málsøkið ?trygd á sjónum?. Skulu vit yvirtaka Skipasýnið einsamalt, fer tað at kosta 10 milliónir. Men endamálið hjá honun er, at alt málsøkiðskal [...] kann ikki loyva sær at seta at trygdina til viks. Tað má ikki henda, at spurnartekin verður sett við, at at vit ikki gera okkara besta fyri trygdina á sjónum Tey, sum eisini halda, at eitt av endamálinum [...] skal eydnast at fáa fólk umborð. Ikki minst nú kappingin frá øðrum vinnugreinum er við at verða ein hóttan ímóti flotanum, eri eg sannførdur um, at tað hevur alstóran týdning, at vit eisini hugsa um trivnaðin
til, at tað kundi verið eitt gott hugskot at gjørt eina brúgv. Tíverri vísti Landsverk hesum frá sær við teirri grundgeving at: Tað fór at skemma (misprýða) landslagið. Eg meini tað. Hugsi ikki, at Landsverk [...] eisini á, at hettar er ein nógv styttri farleið, enn at fara niðan um bygdina, umframt tað, so er ein brúgv ferðslutryggari, praktiskari og bíligari. Bert spell, at grótið, sum skuldi til fyri at fáa brúnna [...] hettar kundi gerast, einsvæl og hann vísti á, at ein vegur omanfyri bygdina, fer at vera til ampa fyri tey, sum skulu búgva har í framtíðini, umframt alt tað góða byggilendi, sum fer til spillis til vegin, vísti
august og ætlar sær so at verða í Føroyum óásetta tíð. Cecilie greiðir frá, hvussu hon er sum persónur, og hon vónar, at fólk Føroyum vilja læna henni eitt kamar ella eina minni íbúð í Havn at búgva í [...] avstað. Hjálpir tú mær at fáa tak yvir høvdið, bjóði eg tær heimsins bestu dreymakaku og gott kaffi, skrivar Cecilie í yvirskriftini. Hon ynskir sær at vitja Føroyar, hiðani annað av hennara foreldrum er ættað [...] í. - Eg vóni, at tað er okkurt gott menniskja, sum vil hava ein glaðan og lívligan íspegil búgvandi í eina tíð, skrivar Cecilie Østerø Grøne. Her kanst tú lesa hennara Facebook-post í fullum líki.
sangbólkar og einstaklingar koma at luttaka á konsertini. Vit vóna, at tað verða mong, ið koma at líða á og sum vilja stuðla arbeiði, og verða við at geva teimum fátæku eina lívgandi hond. Tað er ókeypis [...] vilja minna á, at vit ikki hava terminal ella sletu til visakort. Hendan dagin er tað ókeypis at koyra úr Norðoyggjum og Vágum. Eitt hugskot var at gera dagin til ein desemberútferðar- og shoppingdag til [...] Kirkjustræti í Hoyvík, har kendar sangrøddir verða at hoyra og dugnaligir tónleikarar gera kvøldið ríkt og hugnaligt. Tvey sjúkrahús Vit hava havt tað stóru gleði at kunna veitt tveimum sjúkrahúsum sengur,
frama fyri Føroyar. Sjúrður og Javnaðarflokkurin ganga ørindir fyri Mette. Og enda Føroyar í føvninginum hjá Mette og harvið ES, tá kann tað fara at vísa seg at verða trupult at gera góðar semju fyri Føroyar [...] handilstiltøkini. Tað sama fer at henda nú. Fyri at nýta orðini hjá Sjúrði frá 2014: “Heimurin er størri enn Evropa og USA. Russland kann innflyta úr Asia og Suðuramerika”. Vit síggja tað longu nú. Russland [...] sum ikki kunnu samanberast við okkum. Og beint nú kunnu líkindi verða til, at Kina fer at gera innrás í Teivan, skulu vit tá banna øllum útflutningi til Kina. Og hevur Sjúrður umhugsað hesa møguligu støðu
elorku øktist í 2021 eins og undanfarin ár, og elframleiðslan setti met við 424 GWt. Inntøkurnar av elsølu øktust 4,4% og nettosølan var 580 mió. kr. Tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum [...] sambandi við tunlar og aðrar verkætlanir, sum eitt nú verkætlanina við battarí og synkronkompensatori í Porkeri. Samstundis verða loftlinjur lagdar í kaðal fyri at styrkja um veitingartrygdina og minka um feilir [...] lakari enn vit høvdu roknað við, og í undirkantinum av einum nøktandi úrsliti”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. “Við fyrivarni fyri, at órógv á oljumarknaðinum fer at ávirka oljuprísin, vænta vit
samdøgurið,. Fer tað at kosta 315 milliónir at gera tunlarnar víðari. Verða tunlarnir stongdir heilt, fer tað at kosta 290 milliónir krónur men tá má ferja setast at sigka, og kostnaðurin fyri tað, er ikki [...] taldur við. Hinvegin fer tað at kosta 360 milliónir at gera nýggjar tunlar, og sostatt er tað bara 45 milliónir dýrari enn at pjøssa upp á teir núverandi. - Størsti prísmunurin stendst av, at nýggu tunlarnir [...] Tað er ein stórur fyrimunur at byggja nýggjar tunlar Norður um Fjall, heldur enn at gera núverandi tunlar víðari, so at ferðslan gongur betri ígjøgnum teir. Tað er niðurstøðan hjá Landsverki. Tunlarnir
kortini ikki til, at teir eru frá sama bygningi. Hann sigur, at tað tykist løgið, at einki gólv er millum veggirnar, og at heldur eingin øska er funnin. Men fornfrøðingarnir hava sett sær fyri at kanna økið nærri [...] føra seg fram og siga frá, og ikki at tala um at yrkja, skriva, mála og syngja. Jú, sanniliga er nógv gott komið úr Gøtu. Vit kundu lagt út við GÌ og fótbóltinum, Felagskórinum Gøta-Leirvík, Tøting, Harranga [...] Símun Konoy og yndisiliga sprundi Eivør Pálsdóttir. Hon má verða gentan við teimum føgru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum. Jú nógv gott er í Gøtu og nógv gott er komið higani. Um nakað gott er komið
eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit [...] Skandinavia. -Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til [...] Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan