Mamma Mia, nú mundi eg dottið uppeftir!

Eg sum helt, at øll høvdu gloymt okkum her í Leirvík, eins væl og Landsverk »gloymdi« at brúka tær 10 mill. hann fekk í fjør, til at gera tann vegin, Føroya Løgting samtykti tann 16.5.2006. Nú kemur Rúna Sivertsen í bløðini í farnu viku og skrivar um eina brúgv. Satt at siga bleiv eg so fegin at eg leyp í leysari luft, vit eru ikki heilt gloymd

Hon vísir eisini á, at hettar er ein nógv styttri farleið, enn at fara niðan um bygdina, umframt tað, so er ein brúgv ferðslutryggari, praktiskari og bíligari. Bert spell, at grótið, sum skuldi til fyri at fáa brúnna upp í hæddina, ikki longur er til, tað var tað tá. Hon vísir eisini á, at brúgvin lítla og onga umrøðu hevur fingið. Har eru vit ikki heilt samdar. Vit eru fleiri, sum gjøgnum ár og dag hava víst á eina loysn við einari brúgv. M.a. skrivaði bygdarmaður okkara Jákup Joensen, sáli, eina langa grein í Dimmalætting, har hann vísti á, hvussu hettar kundi gerast, einsvæl og hann vísti á, at ein vegur omanfyri bygdina, fer at vera til ampa fyri tey, sum skulu búgva har í framtíðini, umframt alt tað góða byggilendi, sum fer til spillis til vegin, vísti hann á fleiri aðrar vansar. Eisini hevur undirritaði í grein í Sosialinum tann 19.3.2002 víst til, at tað kundi verið eitt gott hugskot at gjørt eina brúgv. Tíverri vísti Landsverk hesum frá sær við teirri grundgeving at: Tað fór at skemma (misprýða) landslagið. Eg meini tað. Hugsi ikki, at Landsverk eru teir røttu at tosa um tað, sum skemmar landslagið. Her hugsi eg um øll tey »gyseligu« grótbrotini kring alt landið, tey liggja sum opin sár í landslagnum og ýla út í tóman heim, fyri ikki at nevna øll hesi ljótu tunnilsportrini (kundi tað verið eitt hugskot og bjóða listafólkum eitt nú fólki við skil fyri grafitti, at hampa eitt sindur um). Far ein túr út á Strendur, eftir hesum fína nýggja vegnum, vegbakið sær út sum onkur hevur mist ein sekk av handgranatum hist og pist. Vegurin er fínur at koyra eftir, alt gott um tað, hygg bara ikki síðuvegis, so fært tú eitt sjokk, ljótari fekst tað ikki. Og sama skili so nógva aðrastaðni í landinum.

Men aftur til Rúnu Sivertsen, takk eigur tú, fyri at tú hugsar um okkum og trygdina hjá børnum okkara, eisini fyri at tú vísir á eina góða loysn. Vit eru nógv her, sum kenna okkum illani viðfarin og tað fløvar, tá fyrrverandi forkvinnan fyri Ráðið fyri ferðslutrygd, brúkar sína tíð uppá okkum illa sperdu leirvíkingar, takk fyri tað.