Ymiskir sangbólkar og einstaklingar koma at luttaka á konsertini. Vit vóna, at tað verða mong, ið koma at líða á og sum vilja stuðla arbeiði, og verða við at geva teimum fátæku eina lívgandi hond. Tað er ókeypis atgongd. Undan konsertini verður innsavning til arbeiðð. Vit vilja minna á, at vit ikki hava terminal ella sletu til visakort.
Hendan dagin er tað ókeypis at koyra úr Norðoyggjum og Vágum. Eitt hugskot var at gera dagin til ein desemberútferðar- og shoppingdag til høvuðsstaðin. Høvuðsstaðurin hevur ymiskt at bjóða í desember sum t.d. jólabýurin, ymiskt í miðbýnum, eins og tónleikur av ymiskum slagi.
Tað vildi verið passandi á veg úr høvuðsstaðnum at lagt leiðina inn í Oasuna á Kirkjustræti í Hoyvík, har kendar sangrøddir verða at hoyra og dugnaligir tónleikarar gera kvøldið ríkt og hugnaligt.
Tvey sjúkrahús
Vit hava havt tað stóru gleði at kunna veitt tveimum sjúkrahúsum sengur, koyristólar, høkir, gongustativ, lyftir seingjaklæðir, starvsfólkaklæðir, ymiskar køkslutir, eina røntku og mangt annað gagnligt til sjúkrahúsini.
Vit standa fyri at fara niður aftur í komandi ári við einum trailara við sjúkrahúsútgerð. Vit vilja verða fólki takksom um tit vilja geva okkum eina fíggjarliga hjálpandi hond. Flutningurin til Rumenia kostar 29.000 kr, tá verður tað koyrt til dyrnar og avskipað har.
Tað hevur havt stóran týdning fyri sjúkrahúsini at vit her úr Føroyum hava givið teimum hesa útgerðina. Í nógvum av sengrunum, sum vóru á sjúkrahúsinum, vóru madrassurnar tunnar og hartil vánaligar, so tað var stór frøði, bæði á starvsfólki og sjúklingum, tá ið sengur og madrassur komu til sjúkrahúsið úr Føroyum. Somuleiðis var tað gjørligt at hjálpa upp á køksútbúnaðin, har eisini illa var statt við útgerð av ymiskum slagi.
Tað er stórur tørvur á ábótum, so sum málaraarbeiði, rør- og sanitetarbeiði og annars alt fyrifallandi arbeiði á báðum sjúkrahúsunum. Tí hevði tað verið gott, um onkur kundi farið niður at givið eina hjálpandi hond, eisini sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og annað gott fólk innan sjúkrahúsverkið eru vælkomin. Vit eru spurdir, um vit kunnu skaffa fólk sum kann geva teimum eina hjálpandi hond, bæði læknaliga og handverksliga.
Fólkið í smábygdunum
Sjálvt um Rumenia er komið inn í EU, so er vælstandurin ikki komin til smábýirnar. Tað er einamest teir stóru býirnir sum hava ágóðan av limaskapinum í EU. Vit síggja tað sum rætt at veita hesum fólkum eina hjálpandi hond.
Í augustmánað sendu vit ein trailara til Rumenia. Tað var ætlað fólki, sum býr har í býnum sum vit arbeiða. Vit høvdu ta gleði at senda 400 posar av góðum klæðum, so var tað millum annað møblar, sengur, madrassur og nógva annað gott.
Vit takka tykkum sum hava givið eina hjálpandi hond í tí praktiska. Somuleiðis takka vit teimum handlum og privatfólki, sum hava givið okkum klæðir og nógv onnur nyttug ting. Alt verður móttikið við stórari gleði og tøkk, eisini tit sum hava stuðlað við peningagávum, siga vit hjartans tøkk.
Ymiskt koma at syngja
Hesir sangbólkar og einkult persínar koma at luttaka: Oasubrøðurnir Petur Hermansen, Ragnar í Vík, Sámal Hanne og Gerhard Lognberg, Kvinnukórið í Nebo á Toftum, Hallmar Winther, Randi Nolsøe, Sólva Ford, kvinnubólkur úr Suðursteymi og Vágum, Heine Lützen og fleiri. Vit takka leiðsluni í Oasuni fyri at vit kunna hava hesa stuðulskonsertina í hølum tykkara.
Fløgur frá stuðulskonsertini ið vóru í Eydnuni á Oyrabakka og í Badmintonhøllini í Klaksvík verða at fáa á konsertini. Fløgurnar kosta 100 kr. pr. stk. Við keyp av báðum er tað 170 kr.
Um ein ynskir at stuðla arbeiði okkara millum fátæk fólk í Rumenia, er tað gjørligt við at flyta pening. Eik banki 9181-425.266.9. Føroya Banki 6460-161.854.9. Suðuroyar Sparikassi 9870-102.402.8. Norðoya Sparikassi 9865-103.947.9. Vit takka blaðnum fyri, at vit kundu fáa hetta í blaðið. Vitjið heimasíðuna www.jofri.dk
Vinarliga
Tummas Juul Askham