Tað eru bara 45 milliónir dýrari at byggja nýtt

Tað er nógv betri at gera nýggjar tunlar Norður um fjall, heldur enn at pjøssa upp á núverandi tunlar

Tað er ein stórur fyrimunur at byggja nýggjar tunlar Norður um Fjall, heldur enn at gera núverandi tunlar víðari, so at ferðslan gongur betri ígjøgnum teir.

Tað er niðurstøðan hjá Landsverki.

Tunlarnir Norður um Fjall hava verið nógv umrøddir, og bæði vanligir borgarar, og politikarar í Norðoyggjum, hava strongt á at fáa politiska myndugleikan at framskundað tunlarnir, tí teir eru so ótryggir.

Í hesum sambandi hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna, supur Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um tað kann vera ein loysn at gera núverandi tunlar víðari, heldur enn at gera nýtt.

 

Landsverk hevur kannað málið og verður tunnilin stongdur, so at ferðslan verður leitt ígjøgnum hann tríggjar ferðiur um samdøgurið,. Fer tað at kosta 315 milliónir at gera tunlarnar víðari.

 

Verða tunlarnir stongdir heilt, fer tað at kosta 290 milliónir krónur men tá má ferja setast at sigka, og kostnaðurin fyri tað, er ikki taldur við.

 

Hinvegin fer tað at kosta 360 milliónir at gera nýggjar tunlar, og sostatt er tað bara 45 milliónir dýrari enn at pjøssa upp á teir núverandi.

- Størsti prísmunurin stendst av, at nýggu tunlarnir eru nakað longri enn núverandi tunlarnir eru, og samstundis skal eitt strekki av nýggjum vegi gerast.

- Prísmunurin skal tó setast upp móti ampanum, sum stendst av, at tunlarnir verða stongdur mesta partin av sólarkringinum, og at ferðslan sostatt verður nógv tarnað.

Ein annar fyrimunir við nýggjum tunlum er, at teir fara at liggja lægri, og sostatt betri enn núverandi tunlar, sigur Henrik Old.