Tað kemur ikki upp á tal at slaka

Í farnu viku samtykti Landsstýrið at Skipasýnið og onnur mál, sum hava við trygd á sjónum, skulu yvirtakast frá dønum. Men tað kemur ikki uppá tal at slaka í krøvunum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður

Nú er rættilig gongd komin á arbeiðið at yvirtaka málsøkið ?trygd á sjónum? frá donskum myndugleikum, yvir á føroyskar hendur.

Málsøkið ?trygd á sjónum? umfatar bæði Skipasýnið, merkingar, vitatænastuna, veðurtænastuna og onnur viðurskifti.

Málið er nú komið so langt, at landsstýrið samtykti í farnu viku at leggja uppskot fyri tingið um at yvirtaka málsøkið frá donskum myndugleikum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at uppskotið borið niðan í tingið fyrsta dagin.

Landsstýrismaðurin dylir ikki fyri, at hann er spentur uppá viðgerðina í tinginum

-Vónandi fer viðgerðin í tinginum at geva okkum greiðar ábendingar um, hvønn veg, og hvussu langt, vit skulu fara á hesum øki.

Jørgen Niclasen sigur, at tað fer at kosta 18 milliónir um árið at yvirtaka málsøkið ?trygd á sjónum?. Skulu vit yvirtaka Skipasýnið einsamalt, fer tað at kosta 10 milliónir. Men endamálið hjá honun er, at alt málsøkiðskal yvirtakast.

- Tá ið Løgtingið hevur sagt sína hugsan um málið, verða samráðingar við donsku stjórnina. Tá ið tær eru lidnar, verður uppskot aftur lagt fyri Løgtingið um tær ítøkiligu lógirnar.

Hann sigur, at hetta fer uttan at taka tíð. Men hann ivast ikki í, at tá ið hetta valskeiðið er liðugt, skuldi øll viðurskifti, sum hava við trygd á sjónum, verið komin á føroyskar hendur.


Trygdin í hásæti

Jørgen Niclasen sigur, at tað, sum er mest umráðandi fyri hann, er, at trygdin verður sett í hásæti.

-Endamálið er at varðveita trygdina

- Men trivnaðurin skal avgjørt heldur ikki undirmetast, tí hann hevur eisini ómetaligan týdning, um tað yvirhøvur skal eydnast at fáa fólk umborð. Ikki minst nú kappingin frá øðrum vinnugreinum er við at verða ein hóttan ímóti flotanum, eri eg sannførdur um, at tað hevur alstóran týdning, at vit eisini hugsa um trivnaðin umborð á skipunum. Annars kann tað verða so skjótt, at fólk ikki fæst til skips.

-Men at vit seta trygdina og trivnaðin høgt, haldi eg, at nýggja vaktarskipið er eitt talandi dømi um, tí har hava vit skorið út í kortið, hvussu vit halda, at viðurskiftini skulu vera.


Ikki uppá tal at slaka

Óndar tungur hava viljað verið við, at einasta orsøkin til, at vit nú skulu yvirtaka Skipasýnið, er, at so kunnu vit sleppa at slaka krøvini til trygdina fyri at sleppa reiðarum undan ymsum útreiðslum?

-Tað kemur ikki uppá tal.Trygdin skal setast í hásæti og tað liggur ómetaliga fjart frá mær at slaka treytirnar. Slíkum hugsunarhátti er tíðin farin frá. Ein siglandi tjóð sum føroyingar, kann ikki loyva sær at seta at trygdina til viks. Tað má ikki henda, at spurnartekin verður sett við, at at vit ikki gera okkara besta fyri trygdina á sjónum

Tey, sum eisini halda, at eitt av endamálinum við hesum er, at Føroyar skulu verða eitt frístað fyri skip, sum ikki kunnu skrásetast aðrastaðni, fara ógvuliga skeiv, sigur Jørgen Niclasen.