Ung kvinna í Hirtshals leitar eftir innivisti í Føroyum, tá ið hon í summar ætlar sær at vitja í Føroyum í óásetta tíð.
18 ára gamla Cecilie Østerø Grøne er hálv føroysk, og hon hevur postað eina heldur øðrvísi lýsing á sín Facebook-vanga.
- Føroyar, hjálp mær at koma avstað. Hjálpir tú mær at fáa tak yvir høvdið, bjóði eg tær heimsins bestu dreymakaku og gott kaffi, skrivar Cecilie í yvirskriftini.
Hon ynskir sær at vitja Føroyar, hiðani annað av hennara foreldrum er ættað. Hon kemur til Føroya 13. august og ætlar sær so at verða í Føroyum óásetta tíð.
Cecilie greiðir frá, hvussu hon er sum persónur, og hon vónar, at fólk Føroyum vilja læna henni eitt kamar ella eina minni íbúð í Havn at búgva í.
- Eg vóni, at tað er okkurt gott menniskja, sum vil hava ein glaðan og lívligan íspegil búgvandi í eina tíð, skrivar Cecilie Østerø Grøne.