uppvøkstri. Tit vóru tvær ótruliga góðar og fittar systrar, sum høvdu nógv saman. Tit høvdu nógv gott at geva okkum børnum. Vit hava so nógv góð minnir um tykkum báðar, sum fyri okkum hava havt so stóran týdning [...] bara vera til staðar um tørvur var á tí. Ofta tosaðu vit við teg um tær broytingar sum høvdu verið í tínari tíð, men tú dugdi sera væl at taka tað nýggja til tín. Vit kundu tosað um alt. Vit kendu okkum [...] serliga tætt knýttar. Ofta sóust tit saman og vitjaðust tit næstan hvønn dag. Tað var tí eisini svárt hjá tær, tá hon fór. Hon doyði á sumri 2008. Góða omma tú hevur verið so nógv fyri tíni og tað fekst tú
gamla gardan passaðu væl uppá, at náttarvaktirnar fingu mat, tá tær vaknaðu aftur um dagin. Nú er ikki nógv eftir av gomlu gardu, tit lærdu okkum so nógv. Tú fekst ikki tað lættastu lagnuna her í lívinum [...] Góði mammubeiggi, nøkur fá orð til minnis um teg. Eg eri so sera hørm, um at eg ikki kundi verða við til tína jarðarferð, men tað hevði tú jú skilst best sjálvur. Minnist teg sum ein góðan mammubeiggja [...] eru tit øll saman, tú og konan, syskini og foreldruni, og nú fart tú svar uppá øll hví??. Góði Dávur og góða Jóna, má Harrin verða hjá tykkum og styrkir tykkum, nú tit eru komin í fremstu røð, tit fingu
minnist eg so skínandi blankar, bæði lampugløs og messing. Og lampulogin skein so fagurliga. Torvroykurin fylti okkum við nærveru og vælveru - tekoppurin varð skoldaður, áðrenn hon skonkti. Tað reyk so lystiliga [...] Heygar”, har Ingeborg hevði gjørt alt klárt, til vit komu. Tú vart bara so serlig, so heilt ótrúliga sterk og beinasom. Fari aftur um tað farna, sum kom aftur. Byrjanin til alt var sambandið millum Óla Hans [...] húsarhaldinum við so fínligari atferð, at vit norðingar løgdu tað til merkis. Hon dugdi bara alt ! Myndugleikin skein av henni, - hon var so gløgg, kendi fagrar bókmentir langt út um landoddarnar og legði
misbrúkt til sovorðið svínskt og ljótt antidemokratiskt bakbit. So tosar hon um at branda Klaksvíkina positivt – hetta er primitivt út um alt sømuligt mark, brúka hart vunnar skattakrónur, til niðurgerð [...] sum frægast, so vit um nøkur fá ár sleppa burtur úr skuldarkreppuni, og aftur kunnu líta framá. Tað kostar í veljarandirtøku í løtuni, men at latið staðið til eini tvey ár afturat, og so farið undir upptakið [...] ómettiligum kapitalistiskum penganymfomanum, sum ongantíð fingu nokk í einum púra fríum liberalistiskum búskapi, har sloganini hjá Jørgini Niclasen um fríu marknaðarkreftirnar og borgarligu idealini vóru í
skímingin var í fer við at dempa hesa so vøkru kavakløddu bygd, har høgættarvindurin streik um hamarin, meðan ljósini lýstu so vakurt hetta desembur-kvøldið við boðum um, at jólini eru í hondum. Hvør var hesin [...] saman við honum. Síðan hava vit báðir mangan tosað saman um politikk og hevði hann altíð góð ráð um okkurt var, sum hann ikki var samdur við mær í, so segði hann tað, upp á sín sera sjarmerandi máta. Sommer [...] gleddist Sommer um dagin. Frá morgni til kvøld, sólin skein oman og niðan. Eg minnist serliga væl, tá eg skuldi til at byggja húsini. Vit vóru gift og minnist eg væl Sommer segði, veit tú hvat, tit skulu fáa
Oestrøm, og so royndi Andrias Restorff eisini at útgera skip til døglingaveiðu, tað var »Betzy«, men tað vildi ikki reiðiliga bera til. Í hvussu so var, so noyddust teir at gevast. Og so var tað »Nancy« [...] ið hann talaði um at fáa vegir gjørdar og havnir bygdar, og nú rópa teir um allar Føroyar eftir vegum og havnum. Jú, nógv er broytt,« sigur Palli. Mintist fyrstu fiskiskipini »Tað man so mangt vera broytt [...] Kr. 400 í stuðul til molan »Tit fingu tó í lag at byggja hitt fyrsta føroyska havnarlagið her á Argjum?« ”Molan? Ja, tað varð ofta havt á munni at gera heilt fyri sundinum. So einaferð játtaði løgtingið
valdur inn við nær um 600 atkvøðum. Á tingfundi tann 22. dec 2010 fór eg á tingsins røðarapall og segði, um samgongan fer at avseta 25 mió til eitt vaktarskip, so heiti eg á samgonguna, um at leggja frá sær [...] høvdu skert nær um so at fólk ikki høvdu mat í munnin, nøkunlunda soleiðs málbar eg meg. Eg gjørdi mær sjálvum greitt, at um fíggjarnevndin fór at deila sól og vind og selja javnaðarpolitikk, so fór eg at atkvøða [...] til tjópall, sum slett ikki var nakað, ið nakar hevði tosað um. Síðan fingu aðrir í samgonguni til sítt heimabeiti, sum slett ikki var tosað um. Men eg lasti ongan politikkara, sum klárar at fáa síni áhugamál
eisini ætlanir um at skipa fyri skeiðum fyri leiðarar, ið standa á odda fyri feløgunum. Her verður hugsað um, hvussu feløg verða skipað og rikin, um uppsetan av roknskapi, og hvat lóggávan sigur um mvg, skatt [...] 200.000 krónur. Hóast almenni stuðulin til føroyska ítrótt so at siga hevur staðið í stað og minkað hesi nógvu seinastu árini, so vóru ætlanir um at skerja stuðulin í 2011 við hálvari millión krónum. Men [...] hugsi eg einamest um svimjingina, har vit eiga eitt ítróttafólk í heimsflokki. ÍSF roynir við serstøku játtanini til úrvalsítróttafólk at geva Páli Joensen so góðar umstøður sum gjørligt, so at fyrireikingarnar
stóru vælvild, tit vístu mær og konuni, at vit fingu brúkt tykkara hølir, sum gjørdi føðingardagin til eina góða og ríka sanguppliving. Eg hugsi um tykkum mongu, sum gleddu meg við at møta so fjølment við [...] blómum, gávum, talum, blíðum heilsanum og nógvari praktiskari hjálp. Eg hugsi um tykkum, sum vóru í køkinum og gjørdu matin til og settu út á borðini, og tit, sum gingu millum borðini, so einki tørvaði har [...] minst, so hugsi eg um elskaðu konu mína, sum einaferð enn vísti sítt avbera góða hegni at skipa fyri og hava yvirblikkið, og sum einsamøll gjørdi skránna fyri alt kvøldið. Tá eg hugsi um tykkum øll, so
ferguna í 1969. Jú pápi kendi nógv fólk, og so visti hann eisini nógv um slekt. Her kundi eg sagt nógv um okkara góðu foreldur, men verður hetta ov drúgvt, so her ein lítil partur av tí, eg havi at siga [...] hervið skriva um foreldur okkara, sum søgdu okkum farvæl, tað bleiv innan fyri sama ár, ja bert 9 mánaðir í millum tey. Fyrst í februar, og so nú í november, hvør skuldi vantað tað, at tað bleiv so stutt tíð [...] , men so helt pápi, at tey skuldu flyta til Haraldssundar. Mammu dámdi væl á Oyrarbakka, men tá hon helt, at pápi vildi flyta norður til Haraldssundar, so skuldi hon ikki siga nei. Tey fluttu so til H