Til minnis um Johannes Holm Jacobsen

 
Góði mammubeiggi, nøkur fá orð til minnis um teg. Eg eri so sera hørm, um at eg ikki kundi verða við til tína jarðarferð, men tað hevði tú jú skilst best sjálvur.
Minnist teg sum ein góðan mammubeiggja, og ein góðan vin, eg vitjaði teg og tú vitjaði meg, mangan uggaðu vit hvønn annan, minnist eitt kvøldi, tú hevði vitja meg úti á Hamranesi, tú ringdi tá tú vart komin heim, og spurdi um tú ikki kundi sleppa at singja ein sang fyri mær í telifonuni, tú vildi at alt skuldi verða gott, takk fyri eg gloymi tað ongantíð, tað var so gott. Tú plagdi altíð at takað til,"Tú fart lønuna í Himli", Nú ert tú í Himli, og far lønina fyri alt tað góða, ið tú gjørdi her, tað tú tænti Harranum, í samkomuni, í Vitninum í Hvalba, og tað arbeiði tú gjørdi í Zarepta, og nógv annað. Vit vórðu mangan saman í Zarepta, góðar løtur, tú í náttarvakt og eg í køkinum, gamla gardan passaðu væl uppá, at náttarvaktirnar fingu mat, tá tær vaknaðu aftur um dagin. Nú er ikki nógv eftir av gomlu gardu, tit lærdu okkum so nógv.
Tú fekst ikki tað lættastu lagnuna her í lívinum, misti mammuna bert 9 mánaðir gamal, sum ynsktir av 5 syskjum, mamma mín var elst, 9 ára gomul, konuna misti tú tá hon bert var 52 ára gomul, tað vórðu tungar tíðir, men nú er alt gott, nú eru tit øll saman, tú og konan, syskini og foreldruni, og nú fart tú svar uppá øll hví??.
Góði Dávur og góða Jóna, má Harrin verða hjá tykkum og styrkir tykkum, nú tit eru komin í fremstu røð, tit fingu eina góða barlast í tykkara foreldrum, sum tit nú kunna geva av, tað hevur altíð verið so gott, at verið saman við tykkum.
 ----------
Í kærleika
systirdótturin Katrin