Tá eg síggi aftur á árið, sum er farið, so er tað tann eini dagurin, sum stendur oman fyri allar aðrar føðingardagurin 22. juni - tá eg helt mín 60 ára dag.
Fyrst vil eg takka samkomuni og leiðsluni í Kelduni í Skálabotni fyri ta stóru vælvild, tit vístu mær og konuni, at vit fingu brúkt tykkara hølir, sum gjørdi føðingardagin til eina góða og ríka sanguppliving.
Eg hugsi um tykkum mongu, sum gleddu meg við at møta so fjølment við blómum, gávum, talum, blíðum heilsanum og nógvari praktiskari hjálp.
Eg hugsi um tykkum, sum vóru í køkinum og gjørdu matin til og settu út á borðini, og tit, sum gingu millum borðini, so einki tørvaði har.
Eg hugsi um míni kæru børn, svigarbørn og abbabørn, sum bæði spældu, undirhildu, pyntaðu hølini og bóru fram eina ómetaliga vakra heilsan bæði í myndum og orðum.
Eg hugsi um Ebenezerkórið, Vitan úr Betesda, kvinnurnar úr Nebo, og tykkum, sum sungu solo og duet – tit lyftu løtuna upp á eitt fjølbroytt og serligt sangupplivilsi.
Eg hugsi um tykkum, sum talaðu tær nógvu og góðu talurnar.
Eg hugsi um tykkum, sum meistarliga leiddu skránna og frálíka felagssangin.
Eg hugsi um tykkum, sum so blídliga tóku ímóti gestunum og vístu teimum pláss.
Eg hugsi um mammu mína, sum eisini dyggiliga tók sítt tak; bara spell at pápi ikki upplivdi hendan dagin.
Til seinast, men ikki minst, so hugsi eg um elskaðu konu mína, sum einaferð enn vísti sítt avbera góða hegni at skipa fyri og hava yvirblikkið, og sum einsamøll gjørdi skránna fyri alt kvøldið.
Tá eg hugsi um tykkum øll, so kann eg ikki annað enn takka Harranum fyri ta stóru signing, Hann gav mær hetta kvøldið, tá eg rundaði tey 60.
Takk øll somul við nógvum ynskjum um eitt eydnusamt 2011 fyri tykkum øll.
---------------
Poul Jóhan