orðaskiftið í Løgtinginum í dag um at banna kvinnum at ganga við burka ella niqab í Føroyum. Sjálvstýrið hevur lagt eitt umstrídd uppskot fram um at seta bann fyri, at fólk ganga í dularbúna í Føroyum. Flokkurin [...] ganga í burka ella niqab í Føroyum. Burka og niqab eru muslimskir kvinnubúnar, sum fjala andlitið. Meiningarnar um upskotið eru ymiskar og ætlanin var, at Løgtingið skuldi hava orðaskifti um málið í dag [...] skuldi byrja í morgun, boðaði Løgtingsformaðurin frá, at málið er útsett til seinni. Tað er eftir umbøn frá uppskotsstillarunum, altso tinglimunum í Sjálvstýri, at málið er tikið av skránni í dag. Jógvan
at siga, hvussu fólk fara at halda ólavsøku í ár - um tey kanska í størri mun fara at halda til heima við hús, saman í grannaløgum ella saman við vinum og kenningum annars. - Vit fara ivaleyst at síggja [...] at fleiri grannaløg fara at skipa fyri avmarkaðum tiltøkum ymsastaðni kring um í høvuðsstaðnum, men vit kunnu vænta, at fólk eisini í ávísan mun fara at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum, sum vanligt [...] smittu í Føroyum til ta tíð. - Sjálvsagt vóna vit øll, at vit ikki fáa fleiri tilburðir her heima, men í løtuni veit eingin, hvussu verður. Eg kann hugsa mær, at fólk skjótt kunnu aftra seg við at fara út
vikuskiftið. Í øllum førum fyri tey menningartarnaðu í Føroyum, sum fyri fyrstu ferð í søguni kundu fara á sín egna festival. Festivalar fyri menningartarnað eru vanligir í øllum londunum í Evropa, men [...] vóru so nógv fólk, kann jú eisini vera, at fólk eru troytt av at ganga á festivalar. Nógv fólk var í Klaksvík, og tað hevur kanska verið nakað nógv at koma til Havnar á festival vikuskiftið eftir eisini, sigur [...] halda okkum kunna bøta um til komandi festival. Til dømis tað, at søkja eftir stuðlum í góðari tíð. Vit vóru nakað sein at søkja í ár, og tað hevði við sær, at vit ikki fingu nakað serligt. Tískil vóru
Nú fara vit so smátt at gera okkum klár at fara undir seinna árið av eBird verkætlanini, og vit hava í tí sambandi tørv á fuglaáhugaðum at telja fugl kring Føroyar í summar, skrivar Føroya Fuglafrøðingafelag [...] farin ein túr í hagan ella aðrastaðni. Vit nýta altjóða eBird appina, og er hetta seinna málið við verkætlanini - at vita hvussu nýtilig hendan appin er, at fáa fólk at telja fugl í Føroyum. Hetta krevur [...] gafelag í tíðindaskrivi. Í stuttum, ynskja vit at telja og skráseta uttangarðsfuglin. Hetta er tó ikki ein formlig teljing, men snýr seg heldur um at fáa fólk at telja tann fuglin tey koma fram á, tá tey
runnið í ánna síðani 1963. Hetta fyrsta árið ferðaðust næstan túsund fólk um flogvøllin. Í fjør lá talið oman fyri 200.000 fólk, so nógv er broytt. Bara síðani Atlantsflog fór at flúgva í 1988 hava [...] undirmetast – og tí bíða vit í spenningi eftir politiskum tiltøkum, sum fara at bøta um støðuna. Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog hevur tó nógv størri perspektiv í sær. Í mun til gomlu flogførini, so [...] til Keflavíkar í Íslandi, haðani gott flogsamband er víðari út í heim – eisini til fleiri býir í USA. Men tá stjórin í Atlantsflogið hevur hug at uppkalla nýggja flogfarið eftir Naddoddi, sum um
sunnukvøldið vóru um 100 fólk á møti. - Tá so nógv fólk eru til staðar, er heldur trongligt í fundarhølinum, segði hann. Líkt er til, at tey í samkomuni nú ynskja at betra um umstøðurnar. Og í næstum verður farið [...] sjálveigandi stovnur, sum fór at virka í 1984. Endamálið er at fremja eitt kristiligt arbeiði millum føroyingar í Hirtshals. Samkoman er knýtt at Brøðrasamkomunum í Føroyum, og hevur nógv ymiskt virksemi á skránni [...] 25 ár eftir at arbeiðið í ?Malta? byrjaði, er stundin komin at byggja hetta samkomuhúsið út. Longu í 2003 skiltist, at umstøðurnar at hava møtir og onnur kristilig tiltøk á Malta vóru ov trongar. Eftir
Við hvør sínum bólki fara Búi Dam og Dánjal á Neystabø á pall í Norðuratlantsbryggjuni í kvøld Í Budam hevur Búi Dam gott fólk við sær, tá tey fara á pallin í Norðuratlantsbryggjuni í kvøld. Magnus Johannessen [...] Sostatt fær ummælarin í Gaffa sítt ynski uppfylt, tá hon eftir at hava hoyrt Budam á SPOT-festivalinum 1. juni í ár segði seg vóna, at Búi og hansara fólk skjótt vóru at hoyra aftur í Danmark. Budam hevur [...] bólkur hevur eisini fingið frálíka umrøðu í Føroyum. Á Asfalt fyrr í ár nærum blásti bólkurin áhoyrararnar um koll við síni inniligu orku og swing, sum ummælarin í Sosialinum tók til. Búi Dam og Dánjal á
hægsta forberg í Føroyum. Tað tekur ein lítlan tíma at sigla úr Nakkinum undir Enniberg, og er tann stórsligna náttúran heilivágur fyri sinnið. Siglt verður fram við Dranginum og Seyðtorvuni. Í Seyðtorvuni [...] er eitt tað størsta ritubergi í Føroyum. Á ferðini aftur til Klaksvíkar verður siglt suður gjøgnum Djúpini og Leirvíksfjørð. Túrur suðurum Ein annar møguleiki er at fara av Klaksvík og suðurum. Tá verður [...] fram við Kunoyarlandinum í Kalsoyarfirði norður á Kunoyarnakk, sum er norðurendin á Kunoynni. Har verður ofta lagt stilt, so ferðafólk kunnu njóta sjónina av ríka fuglalívinum í Nakkinum og Heystmúlanum
Hin 1. oktober í ár ella um nakrar fáar dagar verður aftur loyvt at bryggja sterkari øl í Føroyum. Hetta verður sera spennandi at fara í gongd við. Tað sigur Annika Waag, góðskuleiðari hjá Føroya Bjór [...] reseptir, leitað eftir gomlum ølfløskum, hava lisið, smakkað og tosað við bryggjarar runt um í øllum heiminum. - Á Føroya Bjór eru fólk, ið eisini hava royndir uttanlands við hesum. Í seinastuni er nógv [...] við bryggjaríir og samstarvspartar uttanlands. Nú eru vit klár at fara í gongd, sigur hon. Á Føroya Bjór síggja tey nógvar møguleikar í at menna nýggj sløg og at arbeiða við fleiri spennandi sensoriskum
við Løkin. Framsýningin er komin í lag í góðum samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum. Í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá NAPA - Nordisk Institut í Grønlandi - í 2012, skuldu ung listafólk úr Grønlandi [...] Tær hava verið í Nuuk, Helsinki og Álandi. Eftir vitjanina í Føroyum halda tær fram til Reykjavíkar og síðani aftur til Grønlands. Fyri páskir stóðu bingjurnar í Havn, og nú standa tær so við bókasavnið [...] Einir 300 skúlanæmingar og lærarar umframt nøkur fólk aftrat møttu til tiltakið, tá bókasavnið við Løkin í Runavík læt framsýningina - Bingjuboð - upp í fagrasta veðri hósdagin. Tað var leiðarin á bókasavninum