Løgreglan verður mannað sum vanligt

- Hóast ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn onnur ár, er kortini ikki vist, at tað verður minni hjá løgregluni at gera, heldur Kristina Christiansen, økisleiðari hjá løgregluni.

 

 

 

Tað er trupult hjá løgregluni at siga, hvussu ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn onnur ár, nú fá almenn tiltøk verða í høvuðsstaðnum ólavsøkudagarnar í ár. Kristina Christiansen, økisleiðari hjá løgregluni, vísir á, at tey til ólavsøkuna í ár verða mannað á sama hátt, sum tey annars høvdu verið, um alt var sum vanligt.

- Vaktirnar verða tær somu, sum tær plaga at vera á ólavsøku, og í tali verður manningin eisini hin sama. Vit siga ongantíð, hvussu nógv fólk eru á vakt, og tað gera vit sjálvandi heldur ikki hesaferð, sigur hon brosandi.

Økisleiðarin heldur tað vera trupult at siga, hvussu fólk fara at halda ólavsøku í ár - um tey kanska í størri mun fara at halda til heima við hús, saman í grannaløgum ella saman við vinum og kenningum annars.

- Vit fara ivaleyst at síggja ymiskar ólavsøkur í ár, heldur hon fyri.

Kristina Christiansen heldur, at eins og á ólavsøku annars, fer veðrið eisini í ár at hava sína ávirkan á, hvussu fólk fara at halda okkara tjóðarhátíð.

- Tað ljóðar, at fleiri grannaløg fara at skipa fyri avmarkaðum tiltøkum ymsastaðni kring um í høvuðsstaðnum, men vit kunnu vænta, at fólk eisini í ávísan mun fara at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum, sum vanligt er á ólavsøku, heldur hon.

Men, kann tað gerast ein trupulleiki á ólavsøku, um fólk eru í býnum, og tað fer at regna? 

- Alt kann hugsast, og um so verður, kann tað sjálvsagt henda, at fleiri fara at trokast inn á matstøð og skeinkistøð, soleiðis at her verður trongligt. Men, tað vita vit heldur einki um enn. Tað er okkara vón, at øll taka neyðug atlit, og at bæði gestir og vertir í høvuðsstaðnum á ólavsøku ikki gloyma almennu tilmælini, nú korona-smittan framvegis hongur yvir okkum.

Kristina Christiansen heldur, at tað eisini kann fáa eina ávirkan á ólavsøkuna, hvussu tað fer at síggja út við smittu í Føroyum til ta tíð.

- Sjálvsagt vóna vit øll, at vit ikki fáa fleiri tilburðir her heima, men í løtuni veit eingin, hvussu verður. Eg kann hugsa mær, at fólk skjótt kunnu aftra seg við at fara út í mannamúgvur, men heldur gerast meira ansin, um vit fáa nýggjar korona-tilburðir.

Økisleiðarin heldur fyri, at hóast ólavsøkan í ár verður øðrvísi enn onnur ár, er kortini ikki vist, at tað verður minni hjá løgregluni at gera.

Kunnu vit kanska vænta, at tað verður meira húsaófriður, nú hugsandi er, at ein partur av ólavsøkuni í størri mun verður hildin í grannaløgum og heima við hús?

- Tað vóna vit sjálvsagt ikki. Onkur fullur maður kann detta inn her ella har, sum náttin gongur, og so er spurningurin, hvat kann spyrjast burtur úr tí. Men, nú skulu vit heldur ikki frammanundan síggja trøll á alljósum degi. Tað kann jú saktans verða, at alt spælir væl av, og hví skuldi tað ikki tað? heldur økisleiðarin, Kristina Christiansen, fyri.

##med2##