300 fólk til upplating av bingjum

Einir 300 skúlanæmingar og lærarar umframt nøkur fólk aftrat møttu til tiltakið, tá bókasavnið við Løkin í Runavík læt framsýningina - Bingjuboð - upp í fagrasta veðri hósdagin.

Tað var leiðarin á bókasavninum, Svend Højgaard, sum beyð vælkomin. Síðani framførdu nakrir tónleikanæmingar við Ásbirna Berthelsen á odda eitt trummutónleikaverk, sum hoyrdist um tað mesta av Skálafjørðinum.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, segði síðani nøkur orð, og læt framsýningina upp.

Skúlanæmingar og onnur, sum vóru møtt, vóru hugtikin av hesi heldur øðrvísi list.

- Vónandi fara nógv fólk at nýta høvið at vitja framsýningina hesa vikuna, hon er opin, sigur bókasavnið við Løkin.

Framsýningin er komin í lag í góðum samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.

Í samband við 25 ára hátíðarhaldið hjá NAPA - Nordisk Institut í Grønlandi - í 2012, skuldu ung listafólk úr Grønlandi, Álandi, Íslandi, Finnlandi og Føroyum fylla hvør sína bingju at umboða sína list og sítt land.

Ole Wich, listamaður, hevur verið føroyska ábyrgdarfólkið og hevur hjálpt føroysku ungdómunum í teirra arbeiði.

- At júst bingjur gjørdust karmur um ungdómsverkætlanina er tí, at NAPA metir flutning og mentan vera lívsneyðuga í útnorðri, og í hesi verkætlan vera hugtøkini samantvinnað.

Bókasavnið við Løkin sigur, at hesar fimm bingjurnar hava seinasta hálva árið verið ferðandi framsýning í norðurlondum. Tær hava verið í Nuuk, Helsinki og Álandi.

Eftir vitjanina í Føroyum halda tær fram til Reykjavíkar og síðani aftur til Grønlands.

Fyri páskir stóðu bingjurnar í Havn, og nú standa tær so við bókasavnið við Løkin í Runavík.

Bæði vaksin og børn eru vælkomin, og atgongdin er ókeypis. Seinasti dagur at síggja bingjurnar er hósdagin 11. apríl.