Dragin siglir av Klaksvík, og eru veðurlíkindini alt avgerandi fyri, hvar verður siglt. Skiparar eru Poli Mikkelsen og Hans Eli Hansen.
Er lágætt verður farið norðurum. Siglt verður fram við Kunoyarlandinum í Kalsoyarfirði norður á Kunoyarnakk, sum er norðurendin á Kunoynni. Har verður ofta lagt stilt, so ferðafólk kunnu njóta sjónina av ríka fuglalívinum í Nakkinum og Heystmúlanum.
Eisini verður farið undir Enniberg, sum er hægsta forberg í Føroyum. Tað tekur ein lítlan tíma at sigla úr Nakkinum undir Enniberg, og er tann stórsligna náttúran heilivágur fyri sinnið. Siglt verður fram við Dranginum og Seyðtorvuni. Í Seyðtorvuni hava viðoyingar smáttu standandi, sum teir plaga at sova í, tá teir fleyga lunda.
Ein annar møguleiki er at fara úr Nakkinum vestur undir Kallin, sum er norðurendin á Kalsoynni. Siglt verður vestur um Kallin og lagt verður stilt á Kalsvík, sum er eitt tað størsta ritubergi í Føroyum.
Á ferðini aftur til Klaksvíkar verður siglt suður gjøgnum Djúpini og Leirvíksfjørð.
Túrur suðurum
Ein annar møguleiki er at fara av Klaksvík og suðurum. Tá verður siglt fram við Borðoyarlandinum suður á Borðoyarnes. Síðani eystur undir Skorðuna og Lisshøvda og haðani frá eru so fleiri møguleikar. Til ber at fara inn á Gøtuvík ella kann farast inn á Svínoyarvík. Aftur til Klaksvíkar verður siglt somu leið.
Hetta eru einastandandi góðir og vakrir túrar, og ein staðilig áminning um, hvussu stórsligin tann føroyska náttúran er. Og saman við ríka fuglalívinum verður ein slíkur túrur eitt satt upplivilsi fyri ein og hvønn.
Heitan munn á túrinum
Ein tílíkur túrur varar sum sagt einar fýra tímar. Umborð á Draganum fæst te ella kaffi og smákøkur. Og á heimleiðini verður borðreitt við heitari suppu, sum man koma ógvuliga væl við eftir ein túr við nógvari frískari luft.
Dragin sigldi so gott sum hvønn dag síðsta summar.
? Um veðurlíkindini eru til vildar, og nóg nógv ferðafólk, so sigla vit hvønn dag gjøgnum summarið, sigur Hans Eli og leggur afturat, at teir eisini gera leigutúrar.
Hann greiðir frá einum leigutúri, sum teir hava gjørt. Tá sigldu teir av Klaksvík til Eiðis. Gjøgnum Kalsoyarfjørð og norður fyri bjørg, fram við Risanum og Kellingini og løgdu so at inni á Eiði.
? Hetta var ein flottur túrur ein góðan dag, sigur Hans Eli Hansen.
Hann fer aftur at tosa um, hvussu avgerandi veðurlíkindini eru. Tað kemur so ofta fyri, at fólk hava tilrættislagt ein túr, men orsakað av veðrinum, so slepst ikki hagar, men so er tað upp til fólkini sjálvi, um tey avlýsa túrin, ella tey gera av at fara onkrastaðni, har tað viðrar. Tí tað er rættuliga ofta so, at fyri tað um tað ikki viðrar einastaðni, so kann tað ofta viðra eina aðra staðni, greiðir Hans Eli Hansen frá.
Kostnaðurin fyri ein tílíkan túr við Draganum er 220 krónur fyri hvønn við øllum. Teir hava sett 12 fólk sum minsta mark fyri, at túrurin verður, men Dragin kann taka 30 fólk hvørjaferð. Eisini ber til at gera leigutúrar.
Einstaklingar ella feløg kunnu fáa leigutúrar umvegis Norðoya Kunningarstovu
í Klaksvík.