Við hvør sínum bólki fara Búi Dam og Dánjal á Neystabø á pall í Norðuratlantsbryggjuni í kvøld Í Budam hevur Búi Dam gott fólk við sær, tá tey fara á pallin í Norðuratlantsbryggjuni í kvøld. Magnus Johannessen, Mikael Blak, Rógvi á Rógvi og Ása Wraae Olsen skulu saman við Búa syrgja fyri eini tónleikauppliving av teimum góðu.
Sostatt fær ummælarin í Gaffa sítt ynski uppfylt, tá hon eftir at hava hoyrt Budam á SPOT-festivalinum 1. juni í ár segði seg vóna, at Búi og hansara fólk skjótt vóru at hoyra aftur í Danmark.
Budam hevur eisini fingið frálík ummæli í bæði íslendskum og føroyskum fjølmiðlum.
Dánjal verður hin bólkurin á pallinum í kvøld. Umframt sjálvan Dánjal á Neystabø telur bólkurin Angeliku Nielsen, Anniku Jessen, Andreas Markur, Ulrik Brohuus og eisini Búa Dam.
Hesin bólkur hevur eisini fingið frálíka umrøðu í Føroyum. Á Asfalt fyrr í ár nærum blásti bólkurin áhoyrararnar um koll við síni inniligu orku og swing, sum ummælarin í Sosialinum tók til.
Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava annars ferðast Føroyar upp og niður í summar, tá teir undir heitinum Ævintýraferðin 2007 hava hugtikið og undirhildið børn og vaksin við teirra skemtiligu og fangandi rímum og hugaspølum.
Í kvøld verður tað altso undir hvør sínum navni og við hvør sínum bólki, at teir skulu undirhalda tónleikaáhugað í danska høvuðsstaðnum.
Dyrnar lata upp klokkan 21.00