at skriva minningarorð um eina góða systur. Asbjørg var fødd og vaks upp á Sandi, dóttur til Emil Simonsen, Emil í Króki á Sandi og Sigrid Simonsen, ættað úr Norðradali. Pápi okkara var til skips við Kittuni [...] vaks upp, giftist, fekk familju og búsettist í Skopun. Men longu í 1986 doyði hann, bert 34 ára gamal, av sjúku á Landssjúkrahúsinum. Eftir sat einkja við trimum børnum og barni undir belti, sum bleiv ein [...] hjá teimum og táið honum ringdi heim til okkum, so segði hon, eg orki ikki at taka ímóti deyðsboðunum av honum eisini, og soleiðis bleiv, hon orkaði ikki meira, men hoknaði undir byrðuni, tann 6. apríl andaðist
Tórshavnar Kommuna tók stig til at pumpa nógvan og ljósan sand í Sandágerð, har lítið var eftir av sandi. Tað segðist, at tá teir bygdu gamla Alexandrines Hospital tóku teir nógvan sand úr Sandágerði.
Hálsavøtnum við landsvegin millum Skopun og Sand, hava verið fyri umfatandi herverki í vetur. Tá eigararnir av húsunum komu aftur til húsini, varnaðust tey, at gerningsmenninir høvdu brotið fleiri rútar, og nógv [...] eisini oyðilagt. Ein stór ljósakrúna og nakrar petroleumslampur eru stolnar úr húsunum. Løgreglan á Sandi kann bert staðfesta, at herverkið er farið fram einaferð í vetur. Tó er ein slóð at elta. Onkur hevur
Virkandi borgarstjórin á Sandi eitur Tórur Johannesen. Hann hevur verið varaborgarstjóri tað, sum farið er av valskeiðnum, og tekur nú fyribils við sum borgarstjóri, til val av nýggjum borgarstjóra hevur [...] geva Pálli á Reynatúgvu farloyvi frá øllum skyldum, hann hevur sum bygdarráðslimur og borgarstjóri á Sandi. Í tí liggur eisini, at hann er loystur úr øllum álitisstørvum, hann sum bygdarráðslimur hevur havt [...] havt. Eitt nú sum umborðráðslimur í Føroya Kommunufelag. Tórur Johannesen sigur, at hann gjørdi av, tá hann tók við, eftir at borgarstjórin hevði fingið játtað farloyvi, at slíta fundin og seinni at boða
at eg skal flytast´i Meginskúlan á Sandi. Sigurd Bærentsen, lærari í Skopun, umhugsar at senda eina kæru til landsstýrismannin í mentamálum. Hann hevur verið ein av høvuðspørtunum í ósemjuni, sum hevur [...] Simonsen, varð skúlaleiðari, hvørki samstarvstrupulleikar, ella trupulleikar av øðrum slagi. Hon heldur eisini, at ein partur av samstarvstrupulleikunum hesi seinastu árini stava frá, at tú ikki fekk starvið [...] at í høvuðsheitum verið talan um samstarvstrupulleikar ímillum skúlaleiðaran, Ingun Simonsen og ein av lærarunum, Sigurd Bærentsen. Hendan ósemjan endaði fyrr í vikuni við, at Mentamálaráðið gjørdi bart
Skúlastríð ? Eg havi brúkt fimm ár av mínum lívi uppá Skopunar skúla og havi arbeitt við lív og sál. Eg síggi tað soleiðis, at nú er mín missión liðug og eg eri sera stolt av úrslitinum. Hetta sigur Ingun Simonsen [...] varð flutt í Hoyvíkar Skúla og ein annar lærari, Sigurd Bærentsen, verður fluttur í Meginskúlan á Sandi ? Eg havi tikið avgerð um at verða flutt í annað starv, tí eg vil hava frið, bæði fyri meg sjálva
Sunleifi eina gávu, ein málning av Frimod Joensen, og blómutyssi frá bygdarráðnum. Tá tað var gjørt framførdu tvey fólk, maður og kvinna, tvey tónleikastykkir, sum annað var av Sunleifi. Tá tey vóru at enda [...] Tað var væl av fólki møtti upp hetta kvøldið, og tað var væl fyrireikað. Fyrst segði landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu nøkur orð sum innleiðing, har hann greiddi frá, at Sands bygdarráð saman við S [...] Sigast kann, at hetta var eitt gott hugnakvøldið, vit fóru øll væl hýrd aftur at húsum og tey flestu av okkum mundu hava fingið nakað fyri peningin. Eg kom eina náttina til gongu heim ígjøgnum Sandslíð,
13. juni Hans Nicodemussen, av Sandi, 92 ár. 14. juni Pól Jensen, av Sandi, vanliga nevndur Pól hjá Marini, 81 ár. 18. juni Martin Andreasen, Tórshavn, 77 ár. Eyðun Dahl Joensen, úr Vági, 44 ár.
Seinastu tíðina hevur lítið fiskaarbeiði verið á virkjunum hjá Sandoy Seafood á Sandi og í Skopun. Hesa vikuna er turt gólv á Sandi, men í Skopun verða einir tveir arbeiðsdagar. Magnus Jespersen, stjóri á Sandoy [...] at minni fiskur kemur uppá land beint nú, og tí er útboðið av fiski eisini minni. - Haraftrat kemur, at Eysturbúgvin, sum plagar at landa á Sandi, er farin á gullaksaveiði, og tað merkist týðiliga á virkjunum [...] virkjunum, sum liggur á láni, sigur hann. Hesa vikuna hevur eingin landing verið á Sandi, men Sandoy Seafood hevur keypt nakað av fiski á Fiskamarknaðinum, og tað er hendan fiskin, tey hava arbeitt í Skopun
fur, settu búgv á Vágsheygnum. Tey áttu fimm synir og Sámal var elstur av børnunum. Næstelstur var Jacob, sum er tann einasti av børnunum hjá Malenu og Kristoffur, ið enn er á lívi. Tey seinastu nógvu [...] um á Vágsheygnum og yngstur var Lavus. Hann giftist og búsettist í Aalesund í Noreg har hann doyði av ferðsluvanlukku í 1963. Ommurnar og abbarnir hjá Sámali búðu sum nevnt á Norðoyri. Ávikavist í húsinum [...] giftist Sámal við Honnu Jacobsen - Honnu í Búðunum í Klaksvík. Hon var dóttur Sigrid, ættað úr Króki á Sandi, og Johannes Jacobsen, vanliga nevndur Johannes í Búðinum í Klaksvík. Hanna og omma mín vóru systrar