Asbjørg Thomsen til áminningar

f. 15.2.1930 ? d. 6.4.2002

Tað er tungt at seta seg at skriva minningarorð um eina góða systur. Asbjørg var fødd og vaks upp á Sandi, dóttur til Emil Simonsen, Emil í Króki á Sandi og Sigrid Simonsen, ættað úr Norðradali. Pápi okkara var til skips við Kittuni í 1947, eg minnist væl tá ið hann kom heimaftur, tá fortaldi hann, at ein ungur sera dámligur og raskur ungur skopuningur var við, og at hinir ungu mennirnir argaðu Asbjørg við honum, hann helt fyri, at tað hevði verið ein fittur svigarsonur at fingið.
Men hettar upplivdi pápin ikki, tí hann gjørdist sjúkur og doyði longu í 1948; men Asbjørg og Petur blivu við at halda saman og í 1950 giftust tey inn í nýggj hús uppi á Selatræ í Skopun.
Í 1951 fingu Asbjørg og Petur ein son og bleiv hann nevndur Emil eftir abba sínum, men honum bleiv ikki lív lagað meir enn ein mánað, tá doyði hann. Í 1952 fingu tey næsta sonin og fekk hann somuleiðis navnið Emil, hann vaks upp, giftist, fekk familju og búsettist í Skopun. Men longu í 1986 doyði hann, bert 34 ára gamal, av sjúku á Landssjúkrahúsinum. Eftir sat einkja við trimum børnum og barni undir belti, sum bleiv ein dóttur.
Síðani fingu tey sonin Mads Andrias (Diaba) er giftur og býr í Havn. So fingu tey sonin Sigbjart, giftist og setti búgv í Skopun, men flutti til Noregs í sokallaðu kreppuni, ið var. Undan honum fingu tey sonin Edvard, sum eisini giftist og búsettist í Skopun, men flutti til Danmarkar í kreppuni. Endiliga aftaná 5 synir fingu tey dóttrina Petsy, sum er vaksin upp, gift og búsett í Skopun. Harnæst fingu tey sonin Sólbjørn, sum er giftur og býr í Havn.
Men í 1971 fekk Asbjørg aftur fullborna dóttir, sum var sera ússalig, bleiv doypt, fekk navnið Bjørg og síðan doyði hon.
Eisini hevði Asbjørg aðrar stórar familjusorgir, men hóast alt hettar, so var hon lættsint, dugdi væl at greiða frá, t.d. um ymisk skálkapuss, ið gjørd vóru í yngri árum; men vendi hon sær ímóti, so visti tú eisini hvar tú hevði hana, hon ivaðist ikki í, at siga sína meining, í hvør tað so var.
Aftur í fjør vóru sorgarboð í heiminum hjá Asbjørg og Petur, tá ið tey fingu at vita úr Noregi, at sonurin Sigbjart hevði fingið ólekiliga sjúku og kundi ikki bjargast undan deyðanum. Hettar nívdi Asbjørg nógv, bæði tá ið man kom á gátt hjá teimum og táið honum ringdi heim til okkum, so segði hon, eg orki ikki at taka ímóti deyðsboðunum av honum eisini, og soleiðis bleiv, hon orkaði ikki meira, men hoknaði undir byrðuni, tann 6. apríl andaðist hon í heiminum á Selatræ í Skopun, 72 ára gomul. Bert fáar dagar aftaná andaðist sonurin Sigbjart, 43 ára gamal, frá konu og 5 børnum. Hettar var teimum ein stór sorg, tí hann var ein sera góður familjufaðir, tolin og alt var gott og hann var sera nógv avhildin maður, bæði á skipsdekki og í arbeiði á landi.
Men góði Petur svágur, sjálvt um Asbjørg bleiv skána fyri sorgini av tí seinasta barninum, so mátti tú ígjøgnum sorgina fyrst at missa hana, tit stóðu jú hvørjum øðrum so nær, fyri síðan at missa sonin fáar dagar aftaná; men sum tann skilamaður tú er, so tekur tú alt hettar í tolni, og tað skal tú eiga stóra virðing fyri. So ynskja vit at Várharra má styrkja teg, børn og abbabørn tíni í stóru sorg tykkara.
Vit minanst Asbjørg og Sigbjart við virðing og tøkk og ynskja tykkum hvíldina í friði.
???????????


Sólvit