Valdu ongan nýggjan borgarstjóra

Sands Bygdarráð atkvøddi týskvøldið fyri at geva Pálli á Reynatúgvu farloyvi úr bygdarráðnum á Sandi, har hann eisini er borgarstjóri. Men eingin nýggjur borgarstjóri varð kortini valdur, og varaborgarstjórin hevur fyribils tikið við leiðsluni í bygdarráðnum

Kommunumál

Virkandi borgarstjórin á Sandi eitur Tórur Johannesen. Hann hevur verið varaborgarstjóri tað, sum farið er av valskeiðnum, og tekur nú fyribils við sum borgarstjóri, til val av nýggjum borgarstjóra hevur verið.
Tórur Johannesen, virkandi borgarstjóri, sigur, at bygdarráðið á fundi týskvøldið samtykti at geva Pálli á Reynatúgvu farloyvi frá øllum skyldum, hann hevur sum bygdarráðslimur og borgarstjóri á Sandi. Í tí liggur eisini, at hann er loystur úr øllum álitisstørvum, hann sum bygdarráðslimur hevur havt. Eitt nú sum umborðráðslimur í Føroya Kommunufelag.
Tórur Johannesen sigur, at hann gjørdi av, tá hann tók við, eftir at borgarstjórin hevði fingið játtað farloyvi, at slíta fundin og seinni at boða til nýggjan fund, har nýggjur borgarstjóri skal veljast.
Valt verður væntandi millum allar bygdarráðslimirnar, heldur Tórur Johannesen, og tað er ikki givið, at tað júst verður hann, sum varaborgarstjóri, sum verður valdur til nýggjan borgarstjóra.
Hinvegin er val av varaborgarstjóra ikki sett á skránna, tí hann er valdur fyri fýra ár, og verður Tórur Johannesen sitandi í hesum sessi, um hann væl at merkja ikki verður valdur borgarstjóri á komandi bygdarráðsfundi.
Tann fundurin er ikki ásettur enn, sigur Tórur Johanensen, men hann verður ikki í hesi vikuni.
Eftir at Páll á Reynatúgvu hevði fingið farloyvi frá bygdarráðnum, kom áheitan um at lata Olgu Fossdalsá taka sæti í bygdarráðnum. Hon varð uppstillað á listanum, sum Páll á Reynatúgvu varð valdur á, men kom ikki inn. Hon fekk sama atkvøðutal sum Eli Hentze, ið varð valdur við lutakasti.
Tórur Johannesen, virkandi borgarstjóri á Sandi, sigur, at tað tykist rættiliga ógreitt juridiskt, hvussu reglurnar við at geva borgarstjóra eru.
?Tað stendur vist ongastaðni nevnt í Kommunulógini, at ein borgarstjóri kann fara í farloyvi, sigur Tórur Johannesen. Men Páll á Reynatúgvu segði seg havi fingið loyvi frá rbeiðsgevara sínum, løgmanni, at fara í farloyvi frá borgarstjórastarvinum, og tað tók bygdarráðið so til eftirtektar, sigur hann.