Eini summarhús, ið standa á Hálsavøtnum við landsvegin millum Skopun og Sand, hava verið fyri umfatandi herverki í vetur.
Tá eigararnir av húsunum komu aftur til húsini, varnaðust tey, at gerningsmenninir høvdu brotið fleiri rútar, og nógv annað var eisini oyðilagt. Ein stór ljósakrúna og nakrar petroleumslampur eru stolnar úr húsunum.
Løgreglan á Sandi kann bert staðfesta, at herverkið er farið fram einaferð í vetur. Tó er ein slóð at elta. Onkur hevur sæð fólk inni í húsunun, og kanska kann hetta kasta ljós á tilburðin.
Eini summarhús í Skopun hava eisini finið somu viðferð í vetur, men løgreglan hevur enn ikki funnið gerningsmannin.










