Tað var væl av fólki møtti upp hetta kvøldið, og tað var væl fyrireikað. Fyrst segði landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu nøkur orð sum innleiðing, har hann greiddi frá, at Sands bygdarráð saman við Summartónum hevði fingið hetta tiltakið í lag fyri at heiðra bygdarmannin. Eftir at Páll hevði tosað helt Eli Hentze lærari eina røðu fyri Sunleifi. Teir báðir handaðu Sunleifi eina gávu, ein málning av Frimod Joensen, og blómutyssi frá bygdarráðnum.
Tá tað var gjørt framførdu tvey fólk, maður og kvinna, tvey tónleikastykkir, sum annað var av Sunleifi. Tá tey vóru at enda komin var steðgur, og í steðginum fingu vit kaffi og køkur. Eftir stegðin spældu tey aftur tvey stykkir. Sigast kann, at hetta var eitt gott hugnakvøldið, vit fóru øll væl hýrd aftur at húsum og tey flestu av okkum mundu hava fingið nakað fyri peningin.
Eg kom eina náttina til gongu heim ígjøgnum Sandslíð, tað var heilt nógvur vindur, landsynningstømingur. Fyrst eg kom í líðina dreip uppi, tað vil siga, har lívdi var stilli. Men at hoyra dunið í hamrinum, við øllum teim skiftandi ljóðum av vindinum, sum fór gjøgnum gjótur og hvønn hamarsspjalla, og í grótinum um hamarsrøðina. Har vóru nógv ymisk ljóð at hoyra, og ikki at tala um brimdunið undir í neðra, tað hevði eisini sínar ymisku tónar. Tá hugsaði eg ikki um tónleik av hesum huldukendu ljóðum, men síðan Sunleif er komin fram við sínum tónleiki, havi eg mangan hugsað um tað eg hoyrdi hesa náttina heim í Sandslíð. Gamalt er sagt: Ein lærir so leingi hann livir.