At ganga í gongugøtuni í Havn var sum á ólavsøku, so nógv fólk var at síggja.
Leygardagin kendist eisini matarroykur úr nærum øðrum hvørjum urtagarði, har fólk høvdu leitað grillirnar fram, tí hóast tað er truplari at matgera, og hóast maturin ikki verður eins væl stoktur á havagrillini, so smakkar matur, grillaður í urtagørðum, kortini væl, halda vit. Í øllum førum er tað forkunnugt.
Men í Sandágerði var tað sum í suðurlondum leygardagin, har børn svumu ? ikki bara í ánni, men eisini á sjónum.
Tað eru eini sekstan ár síðani, at Tórshavnar Kommuna tók stig til at pumpa nógvan og ljósan sand í Sandágerð, har lítið var eftir av sandi.
Tað segðist, at tá teir bygdu gamla Alexandrines Hospital tóku teir nógvan sand úr Sandágerði.
Men síðani sandur aftur varð pumpaður inn í Sandágerð, hevur sandurin ligið har ? og tað hevur verið til mikla gleim fyri tey, ið dáma væl at liggja á strondini teir góðveðursdagarnar, sum eru. Leygardagurin var so ein, gævi vit fáa fleiri?