hesum leisti, hækka almennu lønirnar í meðal 4,8% samanlagt tey næstu tvey árini, og almennu lønarútreiðslurnar vaksa í sama tíðarskeiði 110 mió. Krónur, skrivar ráðið í viðmerking til aktuellu støðuna, og [...] afturat. - Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar svarar lønarhækkingin í krónum til 5,15% í lønarhækking yvir tvey ár í miðal fyri henda bólk. Við lága prísvøkstrinum, sum seinasta árið bert hevur [...] at eingin semja kann fáast. - Frá fyrsta samráðingarfundi til í dag hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki viljað flutt seg í sínum lønarkrøvum. Og longu áðrenn fyrsta semingsroynd yvirhøvur
skal orðast. Tað halda Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag og Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Tey bæði arbeiðarafeløgini í Havn geva samguni sín fulla stuðul fyri ætlanini [...] gagn fyri allar føroyingar, bæði nú og framyvir, siga Hans Joensen og Vigdis Johannesen. Í eini almennari fráboðan í dag vísa tey á, at tað eru ikki áhugamálini hjá vanliga føroyinginum, sum liggja aftan [...] ikki okkara valdsmiklu vinnulívsfólk, sleppa at stýra tí fiskivinnupolitikki, sum verður førdur í Føroyum, siga Hans Joensen og Vigdis Johannesen. Tey halda, at framferðin hjá ávísum reiðarum og teirra
heldur ikki meiriluta. – Í hesum søguliga góðu tíðunum er tað ósømiligt og óvirðiligt, at samgongan ikki setir meiri pening av til fyritíðarpensjónistar og føroyingar annars í fátækaváða. Hon vísir serliga [...] serliga á, at fyritíðarpensjónin er ikki hækkað í 10 ár, og hon krevur, at fyritíðarpensjónin skal hækka 3000 krónur um mánaðin – og tað er bara fyri at fylla í aftur tað, sum er máað burtur av fyritíðarpensjónini [...] sleppa lagaligari í kringvarpsgjaldi, hví fáa fyritíðarpensjónistar ikki somu sømdir, spurdi hon. Samstundis er tað neyðugt st styrkja barna- og ungdómspsykiatriina og skipanir mugu setast í verk so at vit
heiðurin. Jákup Sverri Kass sigur, at hann er á veg til ferðavinnustevnu í Herning í Danmark. Hetta er størsta ferðavinnustevna av sínum slag í Danmark. Har verður ein føroyskur básur, og har fara tey sjálvandi [...] stjóri í Vága Floghavn. Hann sigur, at tey hava verið sera spent á flogvøllinum, tí tey samstarva við Gist & Vist um matarstøðini á flogvøllinum. – Hetta hevur nógv at siga, og hetta er akkurát í tráð við [...] pening eftir seg. Tá hugsa vit um fólk, sum ferðast til matupplivingar. – Støðið á matstovunum í Føroyum er nógv hækkað, og hetta er ein blástempling av arbeiðinum hjá Gist & Vist við matstovuni Koks.
n av roknskapunum hjá føroysku flokkunum fyri árið í fjør vísir, at Javnaðarflokkurin framvegis er so nógv tann ríkasti politiski flokkurin í Føroyum. Eginognin hjá flokkinum er 6 milliónir krónur. Næstur [...] komin í skipanina enn. Í 2014 var eginognin hjá Fólkaflokkinum 1,9 milliónir krónur, so vit gita, hann verður oman fyri Sambandsflokkin, tá vit síggja roknskapin. Ársúrslitið hjá Sambandsflokkinum í fjør [...] Ársúrslitið hjá Framsókn í fjør var hall upp á 229.000 krónur. Roknskapurin hjá Framsókn fyri 2015 er heldur ikki tøkur í skipanin hjá vinnuvitan.biz enn, men eginognin var í 2014 139.000 krónur. Lyklatøk
høvdu ikki fingið mat í munnin, síðan teir fóru av Skálaberg. Fyrsti maður, sum Símun Akursmørk møtti í flogfarinum, var Zacharis Hammer, sum var farin við flogfarinum úr Føroyum fyri at flygja teimum [...] monnunum umborð hevur verið í so nógv yvirdramatiserað. - Vit hava havt tað gott. Nóg mikið av mati, vatni og olju. Skipið provianteraði fyri fleiri mánaðir, so teir verða ikki í uppsetri fyri mat enn á sinni [...] teir tann langa túrin við bussinum til Kirkenes í Noregi. Høvdu teir koyrt beina leið hevði ferðin til Noregs tikið einar fmm tímar, men teirra túrur vardi í sjey tímar, tí teir skuldu gjøgnum fleiri passeftirlit
langt síðani er avoldað, og um vit velja at bíða í fimm ár við at avtakað hana í pappírsformi, so velja vit (føroyingar), at vit vilja verða á aftasta bonki í umhvørvimálum. [...] Sjúrður Skaale, løgtingslimur, setti fyrispurning til landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um nær ætlanin var at avtaka telefonbókina í pappírsútgávu. Eg væntaði, at landsstýrismaðurin og landsstýrið var [...] og um rætt var atborið, so var eingin telefonbók í 2011. Johan Dahl sigur, at Føroya Tele metir, at tað enn er tørvur á, at telefonbókin verður borin út í hvørt hús og øll virki. Hetta grunda teir á, at
allari inntøku okkara í eitt ár. Ella skal hetta kanska áleggjast bilunum við hægri vegskatti? Havi roynt at leita á heimasíðuni hjá Hagstovuni, hvussu nógvir privatbilar eru í Føroyum, men kundi ikki finna [...] kanska part í hesum peningi? Hetta eru spurningar, ið man als ikki hevur sæð stillaðar og enn minni svaraðar. Og tað haldi eg vera løgið, tá fjølmiðlarnir meta seg at vera so týdningarmiklar í samfelagsliga [...] eg haldi hann avgjørt vera upp á sítt pláss í hesum kjakinum. Hvør skal gjalda peningin til landskassan og hvussu? Tí givið er, at við næstan einari milliard í halli, ber illa til hjá landskassanum at fíggja
Hon ætlar at nýta royndirnar frá í ár at arbeiða fyri, at fáa fleiri íslendeskar fyritøkur at koma við á FaroEXPO komandi ár. Menna ferðavinnu Íslendingar eru í løtuni í ferð við at umleggja útflutningsráðið [...] hjálpa til við handli báðar vegi millum Føroyar og Ísland. Tú kanst siga, at Føroyar í løtuni eru okkara einastu vinir í heiminum, og vit vilja fegin hava gott samband við øll tykkum og við fyritøkur, sum hava [...] ymisk virkisøkir, vindeygu, hurðar, marineteknikk og so er ein fyritøka, sum áður hevur handlað her í Føroyum við olju, smyrjiolju og líknandi, sigur Elsa Einarsdóttir. Hon heldur, at tað verður spennandi at
er at arbeiða fyri at fáa dygdargott føroyskt handverk og listhandverk fram í ljósið, - bæði tað, ið virkað verður í Føroyum, og úr útheiminum, ið hevur tilknýti til oyggjar okkara. Við framsýningum, [...] , sum fólk hava at bjóða. Hetta verður komandi dagnarnar, hósdagin til og við sunnudagin, í Müllers Pakkhúsi í Havn, har hugnalig café eisini er á skránni. Tær báðar, Jónhild Johannessen og Randi Sigurðsdóttir [...] vit seinast høvdu høvi at síggja og keypa tað nýggjasta innan føroyska handverkslist. Klæðir í skapa føroyingin Í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna hátíðarheldur 100 árini sum fólkavald kommuna, hevur