Hetta er ósømiligt og óvirðiligt

Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, krevur broytingar, annars fer hon at atkvøða ímóti samgonguni, og so kemur hon í minniluta

– Hetta er óvirðiligt og ósømiligt at samgonguni.

 

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna.

 

Síðani hon fór úr Javnaðarflokkinum, men hon hevur lovað at stuðla samgonguni fyri at forða fyri, at andstøðan kemur fram at valdinum aftur, serliga vil hon ikki síggja Fólkaflokkin aftur í samgongu.

 

Og samgongan er so tepur, at fær hon ikki atkvøðuna frá Sonju Jógvansdóttir, hevur hon ikki meiriluta.

 

Men nú Løgtingið viðger játtanarkarmarnar, sum eru grundarlagið fyri fíggjarpolitikkinum hesi næstu árini, ger Sonja Jógvansdóttir púra greitt, at verða ikki broytingar gjørdar, fer hon ikki at atkvøða fyri – og so fær samgongan heldur ikki meiriluta.

 

– Í hesum søguliga góðu tíðunum er tað ósømiligt og óvirðiligt, at samgongan ikki setir meiri pening av til fyritíðarpensjónistar og føroyingar annars í fátækaváða.

 

Hon vísir serliga á, at fyritíðarpensjónin er ikki hækkað í 10 ár, og hon krevur, at fyritíðarpensjónin skal hækka 3000 krónur um mánaðin – og tað er bara fyri at fylla í aftur tað, sum er máað burtur av fyritíðarpensjónini hesi seinastu árini.

 

– Fólkapensjónistar sleppa lagaligari í kringvarpsgjaldi, hví fáa fyritíðarpensjónistar ikki somu sømdir, spurdi hon.

 

Samstundis er tað neyðugt st styrkja barna- og ungdómspsykiatriina og skipanir mugu setast í verk so at vit sleppa undan at senda børn og ung av landinum í viðger.

 

– Hjá fyritíðarpensjónistum ger tað ikki mun um tíðirnar eru ringar ella góðar, tí teir fáa onki burtur úr tí kortini.

 

– Tað er ein kós, hendan samgongan hevur hildið rimmarfast um, tí hon hevur púra onki gjørt, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

– Hendan samgongan hevur ikki gjørt upp við fátækadømið í Føroyum og tí skal meiri peningur setast fyri at styrkja tey, leggur hon afturat.

 

Ein annar bólkur, ið má styrkjast, eru láglønt pør við børnum, leggur hon afturat.

 

Hon sigur eisini, at hon hevur fleiri ferðir boðað samgonguni frá, hvørji krøv hon hevur. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vissar um, at samgongan hevur í hyggju at hækka fyritíðarpensjónina. Hann sigur, at samgongan hevur lagt upp fyri summi av teimum krøvum, Sonja Jógvansdóttir hevur sett.

 

Og hann staðestir somuleiðis, at hann metir hana sum ein part av samgonguni og hann væntar eisini, at tá ið avtornar, fer hon at atkvøða saman við samgonguni.