Skálaberg
Gleðin var stór á teimum 26 monnunum, sum á midnátt leygarkvøldið komu við leiguflogfari til Føroya.
Deiligt at sleppa heim til jóla.
Ein teirra, sum kom heim hetta kvøldið, var Símun Akursmørk, annar kokkurin umborð.
Hann heldur, og tað siga aðrir eisini, at støðan hjá monnunum umborð hevur verið í so nógv yvirdramatiserað.
- Vit hava havt tað gott. Nóg mikið av mati, vatni og olju. Skipið provianteraði fyri fleiri mánaðir, so teir verða ikki í uppsetri fyri mat enn á sinni, sigur Símun Akursmørk.
Hann hevur skilt, at hesar vikurnar teir hava ligið á pollinum í Murmansk, hevur støða teirra upptikið fólk nógv. Tað hevur serliga gingið út yvir tey heima, konur og børn, at óvissan hevur verið stór, við tað at tað alla tíðina komu so ymiskar fráboanir um, hvat fór at henda.
Símun Akursmørk viðgongur tó, at tað var keðiligt at vera so leingi umborð, og einki at hava at gera. Serliga tann seinasta tíðin var troyttandi, sigur hann.
Long heimferð
Leygardagin sluppu teir 26 menninir i land, har bussur stóð fyri teimum, og so koyrdu teir tann langa túrin við bussinum til Kirkenes í Noregi.
Høvdu teir koyrt beina leið hevði ferðin til Noregs tikið einar fmm tímar, men teirra túrur vardi í sjey tímar, tí teir skuldu gjøgnum fleiri passeftirlit.
Fegnir vóru teir, tá ið teir umsíðir sluppu úr bussinum í Kirkenes.
- Tað var lika við, at vit frøddust, bara tí vit sóu ein norðmann, sigur Símun Akursmørk.
Leingi var at bíða, men umsíðir fluppu teir í flogfarið hjá Atlantic Airways, og tá var gott at fáa ein bita, tí teir høvdu ikki fingið mat í munnin, síðan teir fóru av Skálaberg.
Fyrsti maður, sum Símun Akursmørk møtti í flogfarinum, var Zacharis Hammer, sum var farin við flogfarinum úr Føroyum fyri at flygja teimum heimaftur. Hann ætlar at gera eina sending um ferðina.
- Vit hava ikki liðið nakra neyð, og vit vóna bara, at tað gongur væl hjá reiðarínum, sigur Símun Akursmørk, sum ikki vónar at skula aftur til Russlands í bræði. Men hann hevur ongar ætlanir um at siga upp.