Bólkurin varð sera væl móttikin, og óivað var tað grundin til, at Sjúrður Skaale, løgtingslimur, setti fyrispurning til landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um nær ætlanin var at avtaka telefonbókina í pappírsútgávu.
Eg væntaði, at landsstýrismaðurin og landsstýrið var so mikið tilvitað um grønu leiðina, at ein slíkur fyrispurningur varð væl móttikin.
Johan Dahl svaraði, at Føroya Tele roknar við, at telefonbókin fer at hvørva um fimm ár, tí tá verður ivaleyst ikki tørvur fyri henni longur.
Tú skal ikki vera serliga kønur á økinum fyri at koma við slíkum spádómi. Eftir mínum tykki eru fimm ár er alt ov lang tíð, og um rætt var atborið, so var eingin telefonbók í 2011.
Johan Dahl sigur, at Føroya Tele metir, at tað enn er tørvur á, at telefonbókin verður borin út í hvørt hús og øll virki. Hetta grunda teir á, at ein Gallup kanning sigur, at 80% av føroya fólki nýta telefonbókina minst einaferð um árið. Eitt sera løgið svar, tí eitt brúk av telefonbókini um árið kann ikki avgera, um vit skulu fara lætt um umhvørvið ella ikki.
Eg eri væl greiður yvir, at eitt ættarlið er í Føroyum, ið ikki duga við teldu og interneti, og at hesi ivaleyst ongantíð koma at gera tað. Men er tað rætt, at hetta skal spenna bein mótvegis rætta umhvørvishugburðinum?
Sum tað verður sagt í facebook bólkinum, so eiga vit í nøkur ár enn at kunna nýta telefonbókina við at keypa hana fyri ein rímuligan pening.
FT og Jóhan Dahl royna eisini at vísa á, at fólk enn ikki brúka internetið burturav til at leita sær kunning um ymisk viðurskifti. Akkurát hvat hetta hevur við telefonbókina at gera, havi eg ilt við at síggja, og tími eg ikki at svara hesum partinum, tí tað hevur sum so einki við spurningin um ein telefonbók skal berast i hvørt hús ella ikki.
Vit kunnu sláa fast, at telefonbókin langt síðani er avoldað, og um vit velja at bíða í fimm ár við at avtakað hana í pappírsformi, so velja vit (føroyingar), at vit vilja verða á aftasta bonki í umhvørvimálum.










