–Tað verður ein vanlukku, um okkara valdsmiklu sleppa at avgerða, hvussu fiskivinnulóggáva okkara skal orðast.
Tað halda Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag og Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tey bæði arbeiðarafeløgini í Havn geva samguni sín fulla stuðul fyri ætlanini at seta eina nýggja fiskivinnuskipan í gildið.
Tí skulu vit staðiliga heita á allar flokkar á tingi um at standa saman um at fremja hesi neyðugu átøk, sum skal tryggja, at fiskatilfeingið okkara verður til gagn fyri allar føroyingar, bæði nú og framyvir, siga Hans Joensen og Vigdis Johannesen.
Í eini almennari fráboðan í dag vísa tey á, at tað eru ikki áhugamálini hjá vanliga føroyinginum, sum liggja aftan fyri ynskini hjá hesum reiðarum um framhaldandi at sleppa varðveita rættindi teirra til føroyska fiskatilfeingi.
– Verður tað stórkapitalurin sum kemur at stýra okkara politikarum, fer tað at skeikla okkara fólkaræði, siga tey bæði fakfelagsfólkini.
–Bæði okkara politikarar, og allir borgarar, sum taka undir við fólkaræisligu skipan okkara, eiga at hava sum aðalmál at tryggja, at eingin einstakur samfelagsbólkur, og serliga ikki okkara valdsmiklu vinnulívsfólk, sleppa at stýra tí fiskivinnupolitikki, sum verður førdur í Føroyum, siga Hans Joensen og Vigdis Johannesen.
Tey halda, at framferðin hjá ávísum reiðarum og teirra umboðum, avdúkar vandan við at lata ávísum bólkum ov stóran part av fiskatilfeingi okkara.
– Tað er átaluvert, at ávisir reiðarar beinleiðis hótta við at steingja virkir, og at niðurlaga virksemi teirra, um Løgtingið ikki fylgir teirra ynskum.
– Tað er spell, at ávísir politikarar lata seg ávirka av slíkari ódámligari framferð, sum ikki ber brá av virðing fyri okkara fólkaræðisligu skipan.
– Vit hava hoyrt at reiðarar ella umboð teirra enntá hava hótt við at draga Fiskimálaráðið í rættin, um teir missa verandi veiðiloyvi og kvotur teirra.
Umboðini fyri tey bæði arbeiðarafeløgini halda, at slíkar hóttanir eru haldgott prógv fyri, at tað er ein vanlukka fyri land okkara, at ein einstakur samfelagsbólkur, í hesum føri, stórreiðararnir, fær so stóran lut í samfelagskøku okkara sum fiskatilfeingið er.
–Hesar hóttanir skuldu verið nóg gott prógv fyri, at okkara politiska skipan ikki framyvir eigur at lata nøkrum reiðara so stór rættini av tí sum lógin hevur staðfest sum ogn føroya fólks, siga Hans Joensen og Vigdis Johannesen.