landskassans, gjørdu vit tað, so skuldu vit eisini ført lánini til inntøku. Um vit bara draga avdráttir frá á rakstrinum, hvussu hevði so úrslitið sæð út í 2003. Tá guldu vit eyka avdrátt uppá 500 mió. kr." Av [...] so lágum støði, at vanligt vit og skil ikki funnu stev í tí ovurkáta og villa dansinum. Rakstrarrópini um tey mongu, sum ikki eru (vóru) rættir føroyingar, hoyrdust hvøll út um landamørk, og dansurin varð [...] skrøggarin, barónurin von Münchhausen, verið við undirlutan. Um vit leita í utopisavninum, har ein Münchhausen sum sagt lítið hevði formátt sær, síggja vit, at loysingarmenn krevja tær árligu 616 milliónirnar
Arbeiðsgevarafelagið í eini nýggjari búskaparfrágreiðing, tey hava gjørt. Í 2012 varð skattaskipanin broytt, soleiðis at samansparingar til eftirlønir nú verða skattaðar við inngjald. Tað hevði annars verið so [...] útgoldin. Nýggja skipanin fekk mangt høggið yvir seg, tí tað varð ført fram, at avleiðingin verður, at tað fara at mangla nógvar skattainntøkur í framtíðini, tá ið pensjónirnar verður skattafríar. Men nú staðfestir [...] milliónir krónur. Kortini sigur Arbeiðsgevarafelagið, at viðurskiftini hjá kommununum skulu takast við stórum fyrivarni, tí tær hava ikki klárað at brúkt allar játtanirnar, sum eru settar av til íløgur. – Í 2018
Hetlendingar hava fingist við hesa nýggju vinnu nú í mong ár, og tí hava teir heilt givið bæði vitan og royndir at lata okkum. Eingin ivi er um, at vit eisini hava nógv at lata hetlendingum. Hvør veit um ikki [...] gjørdar rættiliga stórar broytingar á rutuni. Nú verður aftur farið at sigla til Hanstholm, og harvið verður eingin Esbjergsigling longur. Tað vil uttan iva bæði hava fyrimunir og vansar við sær. Tá DFDS gavst [...] tættari uppat meginlandinum. NÚ avgjørt er at taka gomlu siglingina uppá Lervick í Hetlandi uppaftur, verður teinurin til Esbjerg ov drúgvur, og tí verður siglt til Hanstholm. Vit mugu bara vóna, at henda
betri farleið Atli S. Justinussen vísir á, at nú nýggir tunlar eru komnir Norður um Fjall, er farleiðin millum eitt nú Árnafjørð og Klaksvík nógv stytt – ja, nú tekur tað bara einar 6-7 minuttir at koyra [...] ikki so avgjørdur kortini, tí her var eisini eitt “men”. - Nú vit fáa nýggjar tunlar, og tað verður ómakaleysari at koyra millum bygdir, vóna vit, at tað eisini fer at bera til at blása lív í aftur kappróðurin [...] Róðrarfelag sigur, at úrslitið gjørdist, at Árnfirðingur nú er mannaður við bæði royndum og óroyndum rógvarum, og vant verður á Árnafirði. - Nú vóna vit, at 5-mannafarið Katla eisini verður mannaður næsta
tann meira praktiska partin av arbeiðinum. - Vit hava valt at spesialisera okkum innan tey praktisku økini so um skelting, prentan og framsýningar, tí vit halda tað vera týdningarmikið, at arbeiðsøkið [...] arbeiðsháttinum meta vit, at serkunnleikin innan einstøku økini gerst størri. - Sjálvandi kunnu vit eftir ynski taka lut í allari arbeiðsgongdini, um kundin ynskir hetta, og tað gera vit eisini javnan, men [...] soleiðis háttað, at tað kann nýtast í at kalla øllum lutføllum. Um talan er um ein einstakan bás, sum eitt virkið ætlar at sýna fram, ella um tað er ein heil høll, sum skal riggast til, hevur ikki tann stóra
uppskotið frá teimum um at taka av tilboðnum, sum er dýrari. - Vit hava einki fingið at vita um nakað alternativt tilboð, sum er lægri enn tað, við hava góðtikið. Vit áttu at verið kunnaðir um hetta, áðrenn nakað [...] num, meðan Kristen ikki er. - Eg dugi ikki at síggja, hví báðir skulu vera limir í meistarafelagnum. Um vit báðir vóru limir, kundu vit ikki arbeitt á sama stað, sigur Kristen Johansen. Grundgevingin hjá [...] býráðnum fyri handfaringina av hesum málinum. - Einasta orsøkin til, at vit ikki hava fingið arbeiðið, er, at Byggitek og Veri-Con skulu hava sín bita at køkuni. Skattgjaldarin má gjalda í seinasta enda. Kristen
Joensen sigur, at hetta hava tey vitað alla tíðina. - Nýggi motorurin er øðrvísi enn tann gamli, so øll tann elektriska skipanin, rørføringar og aðrar installatiónir skulu lagast til nýggja motorin, sigur hann [...] fær Smyril fulla motororku aftur onkustaðni um mánaðarskiftið. Tann motorurin sum brotnaði, er ikki einasta maskinbrek, Smyril hevur havt í seinastuni. - Vit hava eisini havt trupulleikar við einum av hinum [...] Smyril til Danmarkar til eftirlit. Tað skuldi hann annars ikki vera nú, men eftirsum hann varð tikin úr sigling kortini, varð alt avgreitt um eina leið. - Tað hevur alt gingið sum ætlað. Botnurin er reinsaður
leingi, at ilt er at ímynda sær, at tað verður øðrvísi. Tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Tey eru spegilsmyndin av okkum veljarum. Tey gera eins og næmingar, tá tey fara til próvtøku, fara [...] nútímansgerð á sjúkrahúsøkinum. Tosa als ikki um, hvussu vit skulu raðfesta útbúgvingar, tað er hvørjar fara vit at fáa brúk fyri at útbúgva fleiri og færri av. Tíðin skal bara ganga til næsta val. Tann 30 [...] og at byrja við so góða ætlan um at fara av sporinum. Men vit eru so von við at ætlanir útvikla seg so merkiliga, at vit kanska høvdu ikki væntað annað. Helst best, um teir bara hildu seg til fígging
býráðið nú hevur arvað. Hon ásannar, at onkrar av hesum útbyggingum hava verið neyðugar, men hon heldur kortini, at okkurt kundi havt bíðað. – Eitt nú haldi eg ikki, at tað var rætt at fara undir nýggja musikkskúla [...] klára seg longri sjálvi, og tað minkar eisinu um tørvin á røktarheimsplássum. – Men vit mugu eisini ásanna, at higartil hava politikarar hugsað alt ov lítið um millumliðini ímillum tað at búgva heima og tað [...] musikkskúla beint nú, og heldur brúkt pengarnar til eldrarøktina sigur Bergun Kass. Men alt hetta merkir, at í roynd og veru hava vit ikki meiri enn einar 40 milliónir til taks at arbeiða við, leggur hon
kommunu fegnast um, at hetta arbeiði nú er farið í gongd, og í hesum sambandi hugsar hann serliga um trygdina. - Hetta er eitt vandamikið vegastrekkið við nógvari ferðslu, og vit hava eisini havt fleiri [...] síðan koma ymiskir snøklar aftrat, sum skulu gerast, eitt nú laðingar við Alu-Plast og annað. - Við møguleikum fyri seks íbindingum, hava vit skilt, at hetta verður størsta rundkoyring í Føroyum, og sambært [...] Gøta Rundkoyringin, sum Landsverk nú letur byggja í Gøtudali, verður hin størsta í Føroyum. Hon fer at hava fýra aktivar “armar” til inn-og útkoyring, men fer at hava møguleikar til tveir armar aftrat