Tann praktiskti starvsfelagin

Aftan fyri mongu lýsingarátøkini, sum vanliga eru at síggja kring landið, liggur sjálvandi eisini praktiskur partur, og tað er á hesum økinum, at Dekostovan hevur sítt virki


 

Vørumessa


Tað var í 1991, at Oddbjørg Højgaard fór undir nýggja virkið sítt, sum hon nevndi Dekostovan. At byrja við var tað einamest vindeygadekoratión og skeltaskriving, sum hon tókst við, men so við er virksemið blivið nógv meira umfatandi, enn navnið á virkinum sipar til.

Oddbjørg greiðir frá, at í dag er høvuðsparturin av virkseminum at vera tann praktiski parturin av lýsingararbeiðinum, soleiðis at meðan tað ofta eru aðrar lýsingarfyritøkur- ella talan er um virki, sum sjálv syrgja fyri hesum partinum - sum taka sær av sjálvari tilrættisleggjanini av einum lýsingartiltaki, so er tað Dekostovan, sum hevur tann meira praktiska partin av arbeiðinum.

- Vit hava valt at spesialisera okkum innan tey praktisku økini so um skelting, prentan og framsýningar, tí vit halda tað vera týdningarmikið, at arbeiðsøkið ikki verður ov víttfevnandi. Við hesum arbeiðsháttinum meta vit, at serkunnleikin innan einstøku økini gerst størri.

- Sjálvandi kunnu vit eftir ynski taka lut í allari arbeiðsgongdini, um kundin ynskir hetta, og tað gera vit eisini javnan, men fyrst og fremst hava vit valt hendan partin, sigur Oddbjørg, sum eisini heldur, at hetta er mest spennandi parturin í hesari vinnugreinini.



Leikluturin hjá Dekostovuni á vørumessuni er eisini fyrst og fremst sum ein praktiskur samstarvsfelagið hjá fyriskiparunum. Tað er nevnliga Dekostovan, sum hevur til uppgávu at syrgja fyri fysisku karmunum hjá ymsu básunum.

Eisini her sæst, at talan er um serkunnleika á økinum. Tað eru framvegis vggir, sum verða nýttir til arbeiðið, men hesir eru ikki heilt líkir teimum, sum vanliga verða nýttir í Føroyum.

Talan er um veggir frá svensku fyritøkuni, Octanorm Nordic, ið er ein fyritøka, sum hevur sera drúgvar royndir á økinum.

Uttan at fara heilt niður í smálutir, sigur Oddbjørg, at størsti fyrimunurin við hesum er, at hetta sniðið gevur nógv størri møguleikar, tá básarnir skulu skapast. Vinklar og bogar kunnu nærum setast upp eftir vild, og um byggjast skal vatnrætt ella lodrætt hevur heldur ikki tann stóra týdningin. Ella sum hon tekur til, so er hetta á ein hátt sum at fáast við Lego kubbar.


Eisini smærri loysnir

Tá vit tosa um hetta, so leggur Oddbjørg samstundis dent á, at tað ikki bert eru tær stóru loysnirnar, sum hendan skipanin við básunum kann nýtast til.

- Systemið er soleiðis háttað, at tað kann nýtast í at kalla øllum lutføllum. Um talan er um ein einstakan bás, sum eitt virkið ætlar at sýna fram, ella um tað er ein heil høll, sum skal riggast til, hevur ikki tann stóra týdningin. Tí er hetta eisini ein loysn, sum virki í øllum støddum kunnu fáa fyrimunir av at nýta, sigur Oddbjørg at enda.

Hvussu er og ikki, so er tíðin nú komin at enda hugnaliga prátið okkara millum. Kaffikrússið er tómt, og meðan yvirritaði noyðist út á Argir at skriva, hevur Oddbjørg eisini nóg mikið at takast við. Vørumessan stendur fyri framman, og áðrenn framsýnararnir koma við sínum vørum hósmorgunin, skal arbeiðið hjá Dekostovuni við básunum vera liðugt.