Simona Weihe
------
Hóast kvøldini leingjast, og eg sakni longu, ljósu dagarnar, so er ymiskt, sum hoyrir heystinum til, sum mær dámar so væl. At síggja náttúruna skifta ham, hoyra fólk tosa um, hvussu gongur við skurðinum, fuglarnir flykkjast, kvøldskúlarnir eru byrjaðir aftur, og so longu nú er heystfrí hjá børnum og vaksnum.
Aftur ímóti hesum so hugnaliga og útrokniliga eru viðurskifti í samfelagnum, har alt er meira sum eitt forstýrað og stevnuleyst sirkus.
Í løgtinginum gera lygivætti, syndabukkar, orðloysingar og íspeglar tað næstan ómøguligt hjá teimum meira seriuøsu at fáa nakað skynsamt gjørt. Men soleiðis hevur skilið verið so leingi, at ilt er at ímynda sær, at tað verður øðrvísi. Tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Tey eru spegilsmyndin av okkum veljarum.
Tey gera eins og næmingar, tá tey fara til próvtøku, fara fyrst í gongd við tær løttu uppgávurnar og koma seinast ella als ikki til tær tungu. Keglast um tunlar í vikur og mánaðir, møsna um føroyingar, sum sigla og arbeiða uttanlands. Sita við samanløstum varrum og illum eygum, tá onkur dittar sær at taka álvarsom evni upp sum sparing og nútímansgerð á sjúkrahúsøkinum. Tosa als ikki um, hvussu vit skulu raðfesta útbúgvingar, tað er hvørjar fara vit at fáa brúk fyri at útbúgva fleiri og færri av. Tíðin skal bara ganga til næsta val.
Tann 30. september var freistin úti at skriva seg upp á bíðilistan hjá Bústøðum. Upplýst er, at tað fer at kosta frá 5.000 krónum og uppeftir um mánaðin at leiga hesar íbúðir. Hvør málbólkurin er, veit eg ikki. Men tað eru so ikki einlig við miðalinntøku uttan ella við børnum. Ei heldur pensjónistar við fólkapensión og samhaldsfasta. Hevði ikki ímyndað mær, at tað skal vera uppgávan hjá Bústøðum at byggja dýrar íbúðir. Men sum við so nógvum øðrum, so er henda nógv saknaða og at byrja við so góða ætlan um at fara av sporinum. Men vit eru so von við at ætlanir útvikla seg so merkiliga, at vit kanska høvdu ikki væntað annað. Helst best, um teir bara hildu seg til fígging. Hvør veit!
Oman á tað heila, so kemur bara ein avís út. Tú kanst siga, at upplýsingarkeldurnar torna upp. Vit hava eitt lýsingafongt og kaffisutlandi kringvarp og eina útmødda Rás2. Ymsu portalarnir eru ójavnir í dygd, men fyri tað mesta sera grunnir. Teir hava tó tað til felags, at teir góðtaka ljótar og niðrandi viðmerkingar. Hóast nógv orka verður brúkt í skúlunum at fyribyrgja happing, so sær tað út til at hatta slagið av happing og útspilling góðtaka vit bara.
Hóast hesar døpru tankar, so er tíbetur nógv at gleðast um: Stóra arbeiðið hjá Frelsunarherinum at hjálpa teimum heimleysu og neyðstøddu. Felagsskapurin »Í menniskjum góður tokki«. Øll tey hjartagóðu og hjálpsomu, sum ósjálvsøkin rætta eina hond, har á stendur. Bæði heima og uttanlands. Og ikki at gloyma nýggja áhugafelagið »Tign«, sum arbeiðir fyri áhugamálum teirra eldru og óhjálpnu.
Gleðiligt er eisini, at hóast okkara la-la-medferð og tað-gongur-nokk-hugburð, so eiga vit jarðbundin fólk, sum gera allan munin. Tey eiga tøkk uppiborna.










