Nú er alt brúkt - og meiri enn tað

Inntøkur, sum heilt nógv ikki vildu hoyra talan um, bjarga nú pengakassunum hjá tí almenna

Hevði ein nýggj skipan ikki verið sett í verk, har pensjónirnar vóru skattaðar við inngjald, høvdu almennu pengakassarnir havt stórt hall.

Tað sigur Arbeiðsgevarafelagið í eini nýggjari búskaparfrágreiðing, tey hava gjørt.

Í 2012 varð skattaskipanin broytt, soleiðis at samansparingar til eftirlønir nú verða skattaðar við inngjald. Tað hevði annars verið so, at skatturin fall, tá ið pensjónin varð útgoldin.

Nýggja skipanin fekk mangt høggið yvir seg, tí tað varð ført fram, at avleiðingin verður, at tað fara at mangla nógvar skattainntøkur í framtíðini, tá ið pensjónirnar verður skattafríar.

Men nú staðfestir Arbeiðsgevarafelagið, at ístaðin fyri at brúka inntøkurnar av pensjónsskattinum til at bjálva almennu kassarnir við, er øll inntøkan brúkt.

Tað merkir, at tilsamans hava almennu kassarnir, ella kassarnir hjá kommununum og Landskassin, havt hall, høvdu tey ikki havt forskattingina av pensjónum at dúva upp á.

Og arbeiðsgevarafelagið sigur, at hetta er støðan í allarbestu tíðum, sum eru søguliga góðar fyri føroyska búskapin.

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at í ár hevði hallið verið heilar 666 milliónir krónur, høvdu landið og kommunurnar ikki havt pensjónsskattin at dúva uppá.

Í fjør var tað 170 milliónir krónur, men í 2017 var einasta árið, har avlop hevði verið, og tá hevði tað verið 369 milliónir. Í 2016 hevði hallið verið 71 milliónir, í 2015 hevði tað verið 224 milliónir og í 2014 hevði tað verið 461 milliónir krónur.

Kortini sigur Arbeiðsgevarafelagið, at viðurskiftini hjá kommununum skulu takast við stórum fyrivarni, tí tær hava ikki klárað at brúkt allar játtanirnar, sum eru settar av til íløgur.

– Í 2018 ætlaðu kommunurnar at byggja út fyri 958 milliónir krónur, men fyribils roknskapartølini vísa, at kommunurnar kláraðu ikki at brúka meiri enn 713 milliónir.

Hinvegin vísir ein uppgerð eisini, at yvir 40 prosent av almennu íløgunum liggja uttanfyri fíggjarlógirnar hjá landi og kommunum.

Samanteljingin skal sjálvandi takast við neyðugum fyrivarni, men hon gevur eina ábending um, at politiska skipanin bert hevur tamarhald á einari góðari helvt av almenna íløguvirkseminum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at eitt tað mest átrokandi málið at loysa, er at samskipa íløgurnar hjá landi, kommunum og øllum øðrum almennum feløgum, soleiðis at vit fáa eina javna og støðuga útbygging, sum er grundað á langtíðarætlanir.