umfarið, so var tað fyri einki at rokna aftur ímóti fagnaðinum, sum bygdafólkið sýndi VB leygardagin. VB bíðaði í 95 ár eftir fyrsta meistaraskapinum. Tí var tað ikki so undarligt, at fagnaðurin var øgiligur [...] sigurin ímóti B36. Toftamenn noyddust at ásanna, eftir at teir høvdu tapt í Vági, at teirra møguleiki var burtur. Leygardagin høvdu teir bronsuna at verja. B68 tapti ímóti GÍ, sum ikki hevur tapt á Svangaskarði [...] førjameistarør", viðhaldsfólkini norðanfjørðs høvdu lítlan hug at sleppa hetjunum, og móttøkan í Vági var, sum hon sømir seg. Føroyski fótbóltsheimurin sum heild mundi unna VB meistaraskapin, og Ítróttarsosialurin
fóru yvir til Kanada í apríl. Orsøkin til tess var, at fløgan »long distance« ið Lena gav út í fjør, gav endurljóð har yviri. Bróður Lenu, Leif Anderssen, var í Kanada, og sjálvandi fekk hann nøkur eintøk [...] ar at spæla saman við haryviri. Við á ferðini var eisini kendi føroyski snillingurin, Óli Poulsen, sum skipaði framførsluna, tey høvdu í býnum. Talan var um eina tónleikastevnu fyri innbodnum umboðum fyri [...] snotuligu og spennandi heimasíðuni. Nógv er farið fram, síðani føroyska songkvinnan var at hoyra í størsta kanadiska útvarpinum, Z 95.5. Aðrar útvarpsrásir hava fingið frænir av vøkru føroysku røddini, og í september
- Í fyrstuni helt eg, at tað var skemt. Jan Christiansen, býráðslimur í Havn, trúði ikki sínum egnu eygum, tá ið hann sá uppleggið hjá meirilutanum í býráðnum til fíggjarætlanina hjá kommununi fyri næsta [...] fyri 80 milliónir. Kortini er ætlanin at seta heilar 256 milliónir av til íløgur næsta ár og tað er 101 milliónir meiri enn í ár. Leggja vit tær 70 milliónirnar afturat, sum koma at hanga eftir frá í ár
Stórur munur er á høvuðsstaðarliðunum hetta árið. Fyrra dystin vinnur HB 3-1 á B36, sum fram til hetta var oddalið í deildini. Seinna dystin verður eitt kreppurakt B36 offur fyri sannari eyðmýking, tá dysturin [...] Seinna dystin endurtekur søgan seg frá árinum fyri, soleiðis at samlaði sigurin hja´HB hetta árið er 10-1. Triðja árið á rað er talan um silvur til HB. B36 er leingi við í heiðursmerkjastríðnum, men endar
pláss, og her var Julian annar, meðan Rógvi var beint aftanfyri, og Neli hevði við sínum støðuga tempo tikið seg fram. Sum støðan var, lógu Føroyar til gullmerkið í liðkappingini, so har var hart at bíða [...] ein frá Guernsey, og var rópt áður, so var ikki minni rópt, tá Rógvi kom inn sum fimti maður, tí nú var gullið í liðkappingini næstan tryggjað. Tá Neli kom inn á tólvta plássi var alt avgjørt, og teir [...] galdandi. Byrjað var við Pickaquoy stadion, og so var runnið eina rutu uppá uml. 5 km fýra ferðir, áðrenn rennarar endaðu inni á stadion. Tá rennarar runnu framvið stadion eftir fyrsta umgang, var Julian Gregersen
Hýsa 0 er hýsa omanfyri 2 kilo Í fjør var hægsti prísur á hýsu 2 16 krónur fyri kilo. Men hægsti prísur á hýsu 2 var 22 krónur fyri kilo í fjør og á hýsu 0 var hægsti prísur 17 krónur fyri kilo. Annars [...] enn hann var í fjør. Men hóast prísirnir at kalla bara eru gingir uppeftir, eru nøgdirnar, sum verða avreiddar til uppboðssøluna, ikki hækkaðar. Í alt fjør vóru heilt nágreiniliga 39.273.652,95 kilo av [...] g tikin undir einum, hevur miðalprísurin higartil í ár verið 2,47 krónur hægri, enn hann var í fjør. Í fjør var miðalprísurin á øllum fiski, sum varð avreiddur til uppboðssøluna, 11,03 krónur fyri kilo
verið ásett og góðkent av Fíggjarmálaráðnum at samsvara við borðfæið hjá landsstýrismonnum. Málið var fyri í fíggjarnevndini uttan nakað tilmæli frá umsitingini hjá Tórshavnar býráð. Meirilutin í nevndini [...] fyrrenn hon er roynd í sjálvum býráðnum. Hendan íhaldsrættin brúkti eg, tí eg ivaðist í, um heimild var til at gera hesa stóru broyting í samsýningarviðurskiftunum. Borðfæið takast av Vert er at leggja til [...] skotið upp, at lønarsamsýningarnar verða broyttar soleiðis, at løgmaður fær 130% og landsstýrisfólk 110% av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins. Skotnar verða upp ymsar broytingar í serskipanum
Keypmannahavn. Har hitti hon klaksvíking, og tey búsettust í Klaksvík, tá tey komu heimaftur. Tað var ikki av tilvild, at familjan valdi at flyta til Klaksvíkar. Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon - ikki [...] á Tekniska Skúla, har hon nú hevur verið deildarleiðari í nógv ár. Ein avbjóðing at flyta - Hvussu var at flyta til Klaksvíkar, eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár? Eg helt tað vera eina avbjóðing [...] sjálvari, at fólk við hægri útbúgvingum eisini kundu búgva og arbeiða uttan fyri Havnina. Heppin var eg eisini, tí eg fekk starv á Tekniska Skúla, har lærararnir tóku ógvuliga væl ímóti mær, sigur Eygunn
góður, men magin er tómur; har er eingin sild at síggja. Í dag hugdu vit í nakrar magar, men sild var eingin, sigur útróðrarmaðurin. Tað er rættiligur hugni á bryggjuni á Eiði eitt slíkt góðveðurskvøld [...] verður seld nýskapandi virkinum har suðuri á havnalagnum, sum húsast í bygninginum, har Hydro-Tech var áður. Útistøð fyri FMF Tríggir ungir mans syrgja fyri, at fiskurin, sum bátarnir fáa, kemur trygt upp [...] roynandi er. Men størsta talið av snellubátum, hann veit um hevur lagt veiðina upp á Eiði í ein dag, er 97. - Tað eru eini 2-3 ár síðan. Higartil í vár hevur bátatalið ikki verið so stórt, og tað hongur ivaleyst
hann setti hóttan fram um at drepa hann. Læknin sigur, at slagið var so hart, at tað sortnaði fyri eygunum á honum. Læknin sigur, at hann var skelkaður og skilti at hann mátti taka støðuna í álvara. Tí skundaði [...] tey stúrdu fyri, at tað var ein barnalokkari. Hann skuldi enntá hava knív í hondini. Løgreglan fór á staðið, men eftir at hava kannað málið, er hon komin til ta úrslit, at talan var um falskan alarm. Løgreglan [...] Løgreglan helt, at talan var um ein pápa, sum er komin eftir børnunum. Stóð um lív Rættiligur dramatikkur var í Skopun, tá ið tvei menn fóru til hendurs eitt fríggjakvøld. Tá avtornar, liggur annar av teimum