Hevur ofta verið spennandi

Hóast FM-gullið sjálvsagt er málið hjá teimum báðum havnarfeløgunum, so er einki at taka sær aftur í, at ein partur av dystinum sunnudagin eisini er slagið um Havnina. Ein tvídystur, sum hevur verið til eins leingi, sum Havnin hevur havt meira enn tað eina fótbóltsfelagið. Í sammbandi við gullbrakið sunnudagin hava vit skeitt eftir, hvussu tað hevur hilnast seinastu tíggju árini, tá grannauppgerðirnar hava verið á skránni

Gulldystur

1993
Báðir dystirnir millum havnarfeløgini enda við javnleiki, 1-1. Fyrra dystin hevur HB leingi munin, men Todi Jónsson javnar fyri B36 móti dystarenda. Seinna dystin er tað leingi B36, sum hevur munin, og tó at HB javnar í seinna hálvleiki, so merkir hetta eitt endaligt farvæl til gullmøguleikan. HB fær silvur hetta árið - trý stig aftan fyri GÍ. B36 endar á fimta plássinum.

1994
Stórur munur er á høvuðsstaðarliðunum hetta árið. Fyrra dystin vinnur HB 3-1 á B36, sum fram til hetta var oddalið í deildini. Seinna dystin verður eitt kreppurakt B36 offur fyri sannari eyðmýking, tá dysturin endar við ikki minni enn 5-0 sigri til HB. Aftur fær HB silvur, tá GÍ í evstu løtu fær javnleik í Klaksvík og harvið vinnur við betri málmuni. B36 endar sum nummar sjey.

1995
HB heldur fast um munin millum grannarnar, og í báðum dystunum er talan um stórsigur. Í fyrsta landskappingardystinum á árinum vinnur HB 5-1 á grannunum, sum annars javnaðu til 1-1 í fyrra hálvleiki. Seinna dystin endurtekur søgan seg frá árinum fyri, soleiðis at samlaði sigurin hja´HB hetta árið er 10-1. Triðja árið á rað er talan um silvur til HB. B36 er leingi við í heiðursmerkjastríðnum, men endar á einum fimta plássi.

1996
B36 hevur til 60 ára føðingardagin styrkt munandi um hópin. Fyrra dystin móti hjálpir hetta tó lítið. Tó at B36 leingi roynir at trýsta, so vinnur HB 3-1. Seinasta dystin á árinum fær B36 fyrsta grannasigurin síðani 1990, tá teir vinna 2-0. Við betri málmuni enn grannarnir fær HB tó bronsukrónurnar um hálsin eftir dystin.

1997
Fyri fyrstu ferð í 35 ár vinnur B36 FM-gull, men tað tekur nakað av gleðini, at einastu stigini, sum liðið missur hetta árið, eru tey seks ímóti HB. Fyrra dystin vinnur HB 1-0, og í næst seinasta umfarinum er úrslitið 3-2 til HB, men tá er B36 longu meistari. Við 48 stigum setir B36 eisini met fyri bestu føroysku deildina, meðan HB fær silvur við 41 stigum. Men tað er tó merkisvert, at HB hetta árið tapti færri dystir. Bert eina ferðina fór HB av vøllinum við ongum hetta árið.

1998
Hesa ferð er tað HB, sum vinnur meistarheitið. Grundin undir hesum varð løgd longu í fyrsta dystinum, tá teir við einsamøllum brotssparksmáli vinna 1-0 á B36. Einasti dysturin, sum HB tapir hetta árið er tann seinni móti B36. Her megnar HB ? hóast teir bert spæla við 10 stóran part av dystinum ? at koma upp á 2-1, men seinastu løtuna fær B36 tó tvey mál. Við 45 stigum verður HB sum sagt føroyameistari. B36 fær bronsu við 37 stigum.

1999
Í nógvar mátar roynist árið illa hjá HB, sum endar á fjórða plássinum í landskappingini. Men tað er tó eitt plástur á sárið, at teir vinna báðar dystirnar á B36. Hin fyrra við 4-2, eftir at B36 annars hevur verið á odda 2-0. Seinna dystin vinnur HB 2-0, og setir við hesum ein álvarsligan støg í FM-hóttanina frá B36. B36 endar árið á fjórða plássinum, trý stig aftan fyri KÍ. HB verður nummar fýra við einum stigi færri enn grannarnir.

2000
Í einum kreppuárið hjá B36 tykjast teir úr HB í allar mátar at vera omaná, tá teir fyri summarsteðgin vinna 3-1 á grannunum. Næst seinasta dystin á árinum tykist HB eisini stevna beint ímóti FM, tá teir eru á odda 2-1 í grannauppgerðini. Men í yvirtíðini misnýtir HB brotsspark, og tá B36 so skorar beint eftir hetta gleppur gullið úr hondunum. HB fær silvur við tveimum stigum færri enn VB. B36 verður nummar átta eftir eitt kappingarár, har innanhýsis órógv í stóran mum setti dám á avrikini.

2001
Fyri fyrstu ferð í mannaminni vinnur B36 báðar dystirnar á grannunum. Fyrri dysturin endar við einum 2-1 sigri, har B36 seinastu løtuna spælir við níggju monnum. Seinna dystin tryggjar árstalsfelagið sær meistaraheitið, tá Heðin á Lakjuni skjýtur einsamalla málið í 1-0 sigrinum á næst seinasta leikdegi. HB hevur her eitt tað lakasta kappingarárið í felagssøguni, tá teir enda á einum sjeynda plássi.

2002
Í fjør stóð púrasta á jøvnum millum grannarnar báðar í innanhýsis uppgerðunum. Fyrra dystin vinnu HB 2-1 við málum frá Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Jákup á Borg skjýtur einsamalla B36 málið. Seinni dysturin, sum verður leiktur fyrst í august mánaði endar við 2-1 sigri til B36. John Petersen og Egil Zachariasen skjóta málini hjá B36, meðan Andrew av Fløtum skorar fyri HB. Eftir hetta tekur HB sær tó um reiggj, og við sigri í øllum teimum eftirverandi dystunum tryggja teir sær meistaraheitið. B36 er hetta árið niðri á einum fimta plássi.