- Eg bleiv skelkaður og tað sortnaði fyri mær!
Soleiðis greiddi ein kommunulækni í Havn frá í Føroya Rætti um eina ótespuliga læknavakt hann hevði í viðtalihølunum hjá Landssjúkrahúsinum eitt kvøldið.
Ein sjúklingur var komin til hansara, men tá ið hann ikki fekk tann heilivág, hann vildi hava, bleiv hann frá sær sjálvum og sló læknan við knýttum neva mitt í andlitið og hótti hann harafturat við lívinum.
Maðurin varð ákærdur fyri at hava sligið kommunulæknan við knýttum neva og fyri at hava hótt hann eftir lívinum.
Hann varð eisini ákærdur fyri at hava roynt at sligið ein portør, sum bjargaði læknanum undan tí óða manninum.
Ørur av pínu
Maðurin vildi ikki játta seg sekan. Hann segði, at hann hevði ballast á Argjum, men tann, sum hann ballaðist við, hevði koyrt okkurt í glasið hjá honum, so at hann sovnaði. Tá ið hann vaknaði aftur um kvøldið, hevði ballingarkammiráturin stolið bæði pengarnar og pínutablettirnar, hann hevði í lummanum.
Hann hevði ógvuliga nógva pínu eftir eitt arbeiðsóhapp nakrar dagar frammanundan og tí mátti hann til lækna hetta kvøldið at fáa fleiri pínutablettir.
Men tað vildi læknin ikki geva honum og tí bleiv hann óður. Hann segði, at læknin bleiv við at tosa um onkra gamla sjúku, hann hevði havt og sum onki hevði við sakina at gera.
Maðurin viðgekk, at hava sligið eftir læknanum, men rakti hann bara bleytt á økslina. Hann hevði ikki hótt við at drepa læknan, men hann hevði sagt, at við hesum arbeiðslagnum kundi læknin koma út fyri at drepa fólk.
Sortnaði fyri eygunum
Kommunulæknin hevði ein heilt aðra frágreiðing. Hann segði, at maðurin hevði ikki talað um pínustillandi heilivág.
- Ørindi hansara vóru ógvuliga einføld og nágreinilig: Hann vildi hava sovimedisin, men tað vildi eg ikki geva honum, tí vit geva ikki sovimedisin á læknavaktini.
Læknin segði, at eftir at hava tosað aftur og fram við mannin, ásannaði hann, at hann kom ikki víðari, tí maðurin tvíhelt um, at hann skuldi hava sovimedisin.
Tá ið læknin so fór úr viðtalihølunum kom maðurin ímóti honum og gav honum ein dyggan frammaná, áðrenn læknin varnaðist nakað, samstundis sum at hann setti hóttan fram um at drepa hann.
Læknin sigur, at slagið var so hart, at tað sortnaði fyri eygunum á honum. Læknin sigur, at hann var skelkaður og skilti at hann mátti taka støðuna í álvara. Tí skundaði hann sær yvir til ein portør og bað um hjálp, tí hann var sligin. Maðurin elti hann yvir til portørin við nevanum á lofti.
Portørurin gjørdi skjótt av og feldi mannin og helt honum, til løgreglan kom á staðið og handtók hann.
40 dagar í geglið
Dómarin í Føroya Rætti hevði onki álit á frágreiðingini hjá manninum. Hinvegin tók hann læknan og portørin fyri fult, tí hann sá onga orsøk til at ivast í teirra frágreiðingum.
Ákærin helt, at ein 40 dagar í fongsul var ein hóskandi revsing.
Og tað helt dómarin eisini, so maðurin varð dømdur at sita í 40 dagar, umframt at hann skal betala sakarmálskostnaðin.
Heimsins besta starv
Tá tingfólk gremja seg um, at arbeiðið er so strævið, og at tað er so nógv at seta seg inn í, so skilir Jóhan Dahl, landsstýrismaður als ikki trupulleikan.
- Nú skal eingin heldur misskilja meg, men tá tingfólk gremja seg um, at tey fáa ikki arbeiði og familjulív at hanga saman, so eri eg als ikki við. Talan er um 100 til 110 dagar í Løgtinginum, og tá skuldi verið lag á manni at tillaga seg teir fáu arbeiðsdagarnar, sigur Jóhan Dahl.
Ansar eftir pengunum
- Talan er um skattgjaldarans pening og tað er ómetaliga týdningarmikið at fara væl um teir og tað fari eg at gera mítt ítarsta fyri, segði Bogi Mortensen, tá ið móttøka var fyri nýggja stjóranum á Strandferðsluni.
Strandferðslan hevur einar 180 milliónir at arbeiða við um árið, harav umleið 120 milliónir eru játtaðar á fíggjarlógini, og tað eru hesar pengar, Bogi Mortensen lovaði at ansa væl eftir.
Falskur alarmur
Hóskvøldið kom rættiligur skelkur á ein riðil av børnum, sum skreiddu uppi undir Varða. Beint sum børnini skreiddu, kom ein maður í bili og tók tvey børn upp og hini børnini hildu, at tað sá so løgið út, at tey ringdu eftir løgregluni, tí tey stúrdu fyri, at tað var ein barnalokkari. Hann skuldi enntá hava knív í hondini. Løgreglan fór á staðið, men eftir at hava kannað málið, er hon komin til ta úrslit, at talan var um falskan alarm. Løgreglan helt, at talan var um ein pápa, sum er komin eftir børnunum.
Stóð um lív
Rættiligur dramatikkur var í Skopun, tá ið tvei menn fóru til hendurs eitt fríggjakvøld. Tá avtornar, liggur annar av teimum eftirá, bukaður sundur og saman við eini jarnstong. Maðurin, sum varð bukaður, mátti við skundi flytast á landssjúkrahúsið, tí lívið hjá honum stóð í váða.
- Tað vísti seg at vera í allar síðstu løtu, at maðurin kom á Landssjúkrahúsið, og tað stóð veruliga um lív hjá honum tá, sigur Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni.
Okkara fremsta uppgáva er at gera næmingin til ein kvalifiseraðan heimsborgara, sum kann taka eina víðari útbúgving hvar í heiminum, tað skuldi verið.
Mikkjal Helmsdal,
rektari Føroya Studentaskúli og HF-Skeið
Tað verður ikki í míni tíð sum løgmaður, at børn og ung ella heila familjur skulu verða noydd at flyta av landinum, tí at vit ikki fáa hjálpt teimum her heima
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður