Nú verða tað uppaftur fleiri um boðið

Avrikið hjá vágbingum gevur smáum feløgunum trúnna uppá, at tað ber til at kappast við tey stóru

Kappingarárið 2000 heima á landi er av. Einastu uppgávurnar, sum framvegis bíða, áðrenn síðstu fótbóltsskógvarnir verða settir á hillina, eru tvær landsliðsferðir. Onnur er tann hjá a?landsliðnum. Ferðalagið fer av landinum mikukvøldið, og málið er dystirnir, sum verða í Sveis komandi leygardag og í Jugoslavia annan mikudag.

Hin landsliðsferðin er tann hjá u?18 landsliðnum. Ungu menninir fara av landinum hósdagin. Teir skulu til Italia, har teir skulu taka lut í EM undankapping. Mótstøðulondini verða Italia, Ongland og Andorra. Talan verður um eina sera spennandi ferð og eina ógvuliga áhugaverda avbjóðing.


Fagnaðir alla staðni

HB fólkini harmast sjálvsagt um, at teirra lið ikki vann meistaraskapin. Men tey tóktust ikki so vónbrotin leygardagin, sum tey vóru tað næstsíðsta sunnudag, tá tey í evstu løtu mistu sigurin ímóti B36.

Toftamenn noyddust at ásanna, eftir at teir høvdu tapt í Vági, at teirra møguleiki var burtur. Leygardagin høvdu teir bronsuna at verja. B68 tapti ímóti GÍ, sum ikki hevur tapt á Svangaskarði síðani 1989. Á Toftum bíðaðu teir eina góða løtu, áðrenn bronsukrónurnar komu, men tað mundi kennast sum ein lætti, at tær komu. Hevði B36 vunnið í Gundadali, høvdu teir fingið Intertoto plássið.

Men B36 tapti. Vágbingar vunnu og stóðu tískil eftir sum stóru sigursharrarnir. Hevði Vágs bygd, sum teir nú nevna bý, verið á gosi eftir seytjanda umfarið, so var tað fyri einki at rokna aftur ímóti fagnaðinum, sum bygdafólkið sýndi VB leygardagin. VB bíðaði í 95 ár eftir fyrsta meistaraskapinum. Tí var tað ikki so undarligt, at fagnaðurin var øgiligur. Spælararnir sungu "ogur eru førjameistarør", viðhaldsfólkini norðanfjørðs høvdu lítlan hug at sleppa hetjunum, og móttøkan í Vági var, sum hon sømir seg.

Føroyski fótbóltsheimurin sum heild mundi unna VB meistaraskapin, og Ítróttarsosialurin ynskir VB og vágbingum hjartaliga tillukku við føroyameistaraskapinum. Tað er hugaligt, tá tey troðka seg fram, sum ongantíð hava verið á toppinum áður. Eitt nýtt felag og nýggir spælarar fara at royna seg í meistarakappingini í Europa Cup, og í VB vita teir, at ein millión fer at koma á konto ? ivaleyst verður tað í Suðuroyar Sparikassa. Milliónin kemur ikki fyrrenn á sumri í 2002, men tað er trygd fyri, at hon fer at koma.


Breiðari toppur

At VB vann meistaraskapin boðar frá, at toppurin er vorðin breiðari, enn hann hevur verið frammanundan. Signalini til onnur feløg eru, at tað ber til at koppa stóru feløgunum av trónuni. Tað kennist ivaleyst hugaligt kring landið, og tað er einki at ivast í, at hetta fer at síggjast aftur í orkuni og huginum, sum komandi ár fer at verða lagdur í kappingina.

HB, KÍ og B36 fara ivaleyst aftur komandi ár at verða roknað millum favorittarnar, og tað kann væl vera, at eitt av hesum feløgunum fer at vinna. Men júst lokna kappingarárið hevur víst, at tað meiri enn so kann koma fyri, at okkurt annað felag fer at blanda seg. Nú mugu teir í Vági finna seg í, at teir komandi ár verða roknaðir millum favorittarnar. Hagtølini siga, at tað er ikki altíð so stuttligt.

Seinastu fýra árini hava GÍ, B36, HB og KÍ verið roknað sum favorittar at endurvinna meistaraskapin, men tað hevur kiksað hvørja ferð. Orsøkin hevur verið søgd at vera, at tað hevur verið torført at fáa spælararnar í tvey ár á rað at leggja ta orku í, sum skal til fyri at vinna meistaraskapin. Tað eru teir greiðir yvir í Vági.

VB er tíggjunda felagið, sum hevur vunnið meistaraskapin. Hini eru KÍ (17 FM), HB (15 FM), TB (7 FM), B36 (6 FM), GÍ (6 FM), B68 (3 FM), SÍ (1 FM), ÍF (1 FM), B71 (1 FM) og so var tað VB, sum leygardagin fekk fyrsta lutin í steypinum, ið Føroya Bjór í 1996 gav.


Vágamenn í leysum lofti

Í 1999 varðveittu sumbingar liðið í bestu deildini. Tað gjørdu teir ikki minst, tí tað eydnaðist teimum at vinna báðar dystirnar ímóti VB. Hesa ferð fingu teir einki stig frá VB.

Sumbingar hava í trý ár stíðst fyri lívinum. Teir hava í ár hildið seg havt betri fólk, enn teir onkuntíð áður hava havt áður, men úrtøkan var ov lítil. Sumba flutti niður í 1991. Tá tók tað teimum seks ár at koma aftur í fremstu røð.

Í triði síðsta umfarinum eydnaðist tað FS Vágum at vinna heimadystin ímóti B71 2?1. Tann sigurin vísti seg eftir 18. umfarið at vera alt avgerandi fyri beinleiðis niðurflytingina. Vágamenn spentu bogan høgt undan kappingarárinum. Tá teir fóru út um landoddarnar eftir fólki, ætlaðu teir sær meiri enn at stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini. Um stríðið fer at eydnast, verður greitt, tá dystirnir ímóti ÍF eru avgreiddir.

Tað er greitt, at EB/Strreymur komandi ár skal spæla í bestu deildini.