tað, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði givið tilsøgn um. Ein sáttmála, sum SEV tí var væl vitandi um, ikki fór at verða góðkendur. Ein kann ivast í tí skilagóða í, at landstýrismaðurin skal góðkenna [...] ikki fór at lata landið liggja í streymloysi. Tað vildi av sonnum verið ábyrgdarleyst. Undir viðgerðini í tinginum vísti andstøðan manglandi vilja ella evni til at loysa málið í skundi. Ikki tí, hugskot T [...] fakfeløgum. Tað tykist soleiðis, sum hevur SEV sjálvt fullkomuliga klárað frísak í hesum, og tað er undrunarvert. Tí í veruleikanum er tað helst her, at størsti bukkurin er grivin. Aðru ferð á rað hevur
frá gongdini í Irak, men í dag dugur tað at síggja, at bert við ST luttøku ber til at fáa loyst upp fyri trupulleikunum í Irak. Vit kunnu so bara vóna, at tað sama fer at henda við støðuni í Ísrael. Her [...] Qeida fer at stuðla palestinum í tess terroratsóknum, ikki bert móti Ísrael men eisini móti teimum, sum stuðla Ísrael! Eftir tað, sum hendi 11. september og tað, sum nú hendi í Madrid, eiga vit at kunna rokna [...] mugu ikki geva eftir fyri terrorfelagsskapum, men í sama viðfangi eiga vit eisini at gera alt vit eru ment fyri at loysa upp fyri kreppum sum henni í Miðeystri. Spurningurin er um vit gera tað! Eftir okkara
fremja í verki ásetingarnar í samgonguskjalinum um, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindum, og at tiltøk verða sett í verk at støðga spekulatión við fiskirættindum. Einki er at ivast í, at flokkurin [...] trupulleikarnar. Flokkurin kom á stevnuni til ta niðurstøðu, at í fíggjarliga trongum tíðum eigur at verða raðfest soleiðis, at almennu íløgurnar í størstan mun eru arbeiðsskapandi. Tá tað snýr seg um almennu [...] valskránni hjá Javnaðarflokkinum er við í samgonguskjalinum. Samstundis heitir landsstevnan staðiliga á floksins valdu umboð um at virka fyri, at hesi mál verða framd í verki. Tað verður so avgerandi fyri
ábyrgd mótvegis neyðini í Triðja Heiminum, serstakliga, tá ið stórar náttúruvanlukkur herja. Hetta tænir okkum føroyingum til heiðurs. Nú í hesum døgum hevur verið eitt tónlistatiltak í fleiri kirkjum, og er [...] Vit hava her í oddagreinum okkara ferð eftir ferð víst á, at Føroyar taka ikki nóg stóra humanitera ábyrgd mótvegis Triðja Heiminum. Hetta er mikið spell og kemur vónandi broyting at koma í her við eini [...] børn í Suðurafrika. AIDS-sóttin er ein tann størsta vanlukka, ið hevur rakt sunnaru partarnar av Afrika. AIDS er vorðin til eina farsótt um hesar leiðir. Ein fylgja av hesi farsótt er, at børn í hundr
út frá okkara avmarkaðu ressursum átti í hvussu er at elvt til eitt breitt orðaskifti. Tað fara vit at taka upp í eini av komandi tinghellunum eisini. Sosialurin [...] eftir okkara áskoðan spell, at stígur nú er komin í hetta mál. Vit loyva okkum at halda, at hetta við einum felags bygningi fyri allar miðnámskúlar í høvuðsstaðnum er eitt gott hugskot. Øll vita, at bæði [...] skúlin og studentaskúlin hava stórar hølistrupulleikar. Skúlin í Hoydølum er niðurslitin og alt ov lítil til næmingatalið. Tekniski skúlin er í somu støðu, so her er stórur tørvur á at byggja nýtt. Verkætlanin
Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Formaðurin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag Peter J. Eliasen vísir aftur, at felagið leggur upp til klandur við leiðsluna í Atlantis ? Men tað er rætt, at vit [...] byrjaði í Atlantis, eru umstøðurnar hjá felagnum at venja bara versnaðar. ? Hvørki eg ella felagið hava nakað ímóti biografinum í sær sjálvum. Trupulleikin er bara, at onki kann vera aðrastaðni í húsinum [...] seinni. Tað er ongi ivi um, at hetta skaðar trivnaðin og samanhaldið millum limirnar í felagnum, sigur Peter, sum ivast í hvussu leingi eitt áhugafelag kann liva undur slíkum umstøðum, áðrenn limirnir geva
uttanfyri landoddarnar. Verður eitt fund gjørt í ár ella í 2008, so er greitt, at hesin parturin fer at gerast enn meiri týðandi í samlaða samfelagsmyndini. Sosialurin [...] upplýsingar frá síni boring í fjør, sum so kunnu gagna boringini í summar. Afturfyri skal Statoil so fáa upplýsingar frá hesi boringini, og teir kunnu so aftur gagna Statoil í sínum framtíðar leitivirksemi [...] rokna við vaksandi leitivirksemi longu í 2008 og 09. Ráðstevnan setti eisini fokus á leiklutin hjá føroyskum ídnaði og varð útmeldingin hjá landsstýrismanninum í oljumálum púra greið. Keikanturin verður
Í gjár viðgjørdu vit her í oddagreinini tey sera áhugaverdu sjónarmið, sum Leif Høj, fiskaútflytari setti fram í viðtalu við Sosialin. Viðkomandi vísti á teir truplu flutningsmøguleikarnar sum eina høvuðsorsøk [...] størsta framstigið fyri kappingarførið í Føroyum vildi verið at fingið so góðar flutningsmøguleikar, at tíðin frá tí, at fiskurin verður avreiddur, til hann er keyparanum í hendi, verður munandi stytt. Møguleikarnir [...] útflytari til, at bæði vinnan og landið verða við í eini ætlan, sum hevur til endamáls at tryggja okkum betri flutningsmøguleikar. Vit loyvdu okkum í gjár at gera vart við, at her er talan um eitt vinnuligt
var profilering í sær sjálvum. Nú er meira vítt til veggja og høgt til loftið í flokkinum, sum hevur førkað seg nakað frá gomlu, einvísu og monotomu sambandsleiðini. Nú er flokkurin í ávísan mun meira [...] meira at finna á miðjuni, tá tað um samband/sjálvstýri ræður. Í og við at rákið í samfelagnum hvat viðvíkur sjálvstýrispolitikkinum er farið frá polariseringini og meira til ein miðpolitikk, er greitt, at tað [...] málini, sum upptaka flokkarnar og politikararnar eitt nú í Sambandsflokkinum. Tað er kanska her vit skulu vit finna eina av orsøkunum til, at kreftir í flokkinum vilja hava eitt nú Johan Dahl framat. Hetta
Siumut. Á hendan hátt er Atassut komið í lyklastøðu, og alt bendir sostatt á, at Atassut fer at hava ein týðandi leiklut í komandi samgongusamráðingunum. Samráðingar eru í dag millum Atassut og Siumut. Hinvegin [...] av, at hesir flokkar í Grønlandi eins og brøðrafokkarnir í Føroyum ikki kappast um somu veljarar. Teir koma tískil væl út av tí við hvørjum øðrum. Tann flokkur, sum er verst fyri í aktuellu politisku støðuni [...] vegamóti. Støða skal takast í sjálvstýrismálinum, búskapurin skal nútímansgerast, avgerð um privatiseringar skal takast og stórir sosialir trupulleikar loysast. Hinvegin er Grønland í stórari menning við einum