Oddagrein· Meira enn eitt formansval!

Hóast núverandi formaður Sambandsfloksins ikki hevur roynt seg sum formaður í eitt heilt valskeið og tí ikki hevur havt møguleika at leiða flokkin gjøgnum eitt valstríð, eru tað longu nú, tvey ár áðrenn løgtingsvalið, kreftir í flokkinum, ið ynskja annan formann. Hesar hava heitt á suðuroyartingmannin Johan Dahl um at stilla upp. Og hann hevur játtað. Uttan at gera okkum klók uppá ella leggja okkum út í innanhýsis viðurskiftini í Sambandsflokkinum halda vit tó, at tað kann sýnast løgið ikki at lata nýggja formannin sleppa at royna seg. Tað eru tey, ið halda, at hann er ov profilleysur. Men tað eru eisini tey, ið halda, at hann er vaksin við uppgávuni.

Tað er ein sannroynd, at tað er kanska ikki heilt so lætt at profilera Sambandsflokkin sum áður, tá flokkurin var so mikið sambandskur, at tað var profilering í sær sjálvum. Nú er meira vítt til veggja og høgt til loftið í flokkinum, sum hevur førkað seg nakað frá gomlu, einvísu og monotomu sambandsleiðini. Nú er flokkurin í ávísan mun meira at finna á miðjuni, tá tað um samband/sjálvstýri ræður.

Í og við at rákið í samfelagnum hvat viðvíkur sjálvstýrispolitikkinum er farið frá polariseringini og meira til ein miðpolitikk, er greitt, at tað eru meira tey búskaparligu málini, sum upptaka flokkarnar og politikararnar eitt nú í Sambandsflokkinum. Tað er kanska her vit skulu vit finna eina av orsøkunum til, at kreftir í flokkinum vilja hava eitt nú Johan Dahl framat. Hetta kann  uttan at vit geva tí gætur  hava nakað at gera við, hvønn Sambandsflokkurin skal skipa landsstýri við eftir komandi val. Tað er nógv, sum bendir á, at sterkar kreftir í Sambandsflokkinum ynskja Fólkaflokkin har piparið grør, tá talan er um búskaparpolitikkin og her heldur vilja samstarva við eitt nú Tjóðveldisflokkin. Tað er heldur eingin loyna, at hesar kreftir, sum Johan Dahl helst er partur av, eru ikki ovurfegnar um samstarvið við Javnaðarflokkin ella løgmann eftir hansara handfaring av ávísum málum so sum Íslandssáttmálanum og ALS-máli. Tá hugsað verður um, at tað eisini var javnaðarløgmaður, sum koyrdi Johan Dahl frá, kann tað vera ein orsøk til, at tað er smávátt í reiðrinum millum partar av Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkin.

Hetta eru sjálvandi bara metingar. Men kann tað hugsast, at formansstríðið í Sambandsflokkinum er meira enn bara eitt stríð um ein formanssess! At tað kanska eisini er ein spíri, ein ábending um, hvussu partar av flokkinum ynskja, at ein komandi samgonga skal síggja út! At somu kreftir helst síggja Tjóðveldisflokkin sum samstarvsfelaga! Nakað, sum er roynt áður. Og hvør veit um ikki Tjóðveldisfólk síggja hetta sum besta ella einasta møguleikan at koma skjótari aftur til valdið og afturfyri vilja bjóða Sambandsflokkinum løgmann! At formansstríðið í Sambandsflokkinum tí eisini er ein telving ella kortspæl um, hvør skal vera løgmansevni hjá flokkinum til eitt komandi val! Og í tí høpinum er spurningurin um virkna og málrættaða fíggjarmálaráðharran sum formans- og løgmansevni uttan iva uppaftur meira áhugaverdur. Fríggjadagin fáa vit so at síggja, hvør situr við tí avgerandi trumfinum  hesaferð!

Sosialurin