Áhugafeløgini skúgvað til viks

- So leingi biografurin skal húsast í Atlantis, fáa hvørki vit ella nakað annað áhugafelag brúkt húsið. Tað er høvuðsorsøkin til, at Atlantis ikki virkar eftir ætlan, sigur formaðurin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag

Mentan

Formaðurin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag Peter J. Eliasen vísir aftur, at felagið leggur upp til klandur við leiðsluna í Atlantis
- Men tað er rætt, at vit hava víst á okkara ónøgd við, meginparturin av teimum 500.000 kr, kommunan letur um árið til húsið, verða brúktar til at reka biograf, meðan tær livandi listagreinirnar og áhugafeløg annars mugu víkja. Tað er ikki í tráð við samtyktirnar fyri Atlantis, og tí virkar húsið heldur ikki eftir ætlan, sigur Peter
Fáa ikki vant
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur ferð eftir ferð víst á, at síðani biografur byrjaði í Atlantis, eru umstøðurnar hjá felagnum at venja bara versnaðar.
- Hvørki eg ella felagið hava nakað ímóti biografinum í sær sjálvum. Trupulleikin er bara, at onki  kann vera aðrastaðni í húsinum, meðan filmar verða vístir, tí dunið úr hátalarnum doyvir alt annað, sigur Peter. Sum er, verða filmar vanliga vístir fimm dagar um vikuna, oftast tvær ferðir um dagin, har fyrra sýningin byrjar kl. 20 og tann seinna kl. 22. Hetta er sama sama tíðarbil, sum sjónleikarafelagið plagar at venja, og mugu tey tískil bróta venjingarnar av og taka tær uppaftur, tá filmarnir eru lidnir.
- Høvdu vit havt møguleika at vant um dagin, hevði tað bøtt um støðuna, men vit er eitt áhugafelag, har fólk jú eru til arbeiðis um dagin, sigur Peter og vísur á, at tað nærum er vónleyst hjá leikarnum at konsentrera seg um venjingina, tá leikstjórin ferð eftir ferð knappliga má steðga øllum og biðja tey koma aftur eini tríggjar tímar seinni. Tað er ongi ivi um, at hetta skaðar trivnaðin og samanhaldið millum limirnar í felagnum, sigur Peter, sum ivast í hvussu leingi eitt áhugafelag kann liva undur slíkum umstøðum, áðrenn limirnir geva skarvin yvir.
Onnur feløg eisini
Peter dugir ikki at síggja tað rímiliga í, at biðja sjónleikarafelagið fara út í býin at leiga sær venjingarhøli. Felagið hevur, longu sum er, brúkt nógvan pening til at umvæla og innrætta Atlantis, júst fyri at umstøðurnar at venja og spæla sjónleik skuldu verða av teimum bestu.
- Tí mátti tað eftir mínum tykki verið lættari at funnið eitt annað høli til at vísa filmar enn til at spæla sjónleik. Tað hevði eisini givið øðrum áhugafeløgum í býnum møguleika at brúkt húsið, tí tað er jú ikki bara sjónleikarfelagið, sum ikki fær verið har ta tíðina, húsið skal brúkast til biograf, sigur formaðurin í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.