Hetta er einki at undrast yvir og væl skiljandi. Tað er tí heldur ikki so løgið, at stevnan hevur eina bjartskygda tilgongd til politisku og búskaparligu trupulleikarnar. Flokkurin kom á stevnuni til ta niðurstøðu, at í fíggjarliga trongum tíðum eigur at verða raðfest soleiðis, at almennu íløgurnar í størstan mun eru arbeiðsskapandi. Tá tað snýr seg um almennu rakstrarútreiðslurnar, eigur flokkurin at raðfesta soleiðis, at almannaøkið, heilsuøkið og útbúgvingarøkið ikki verða rakt av sparingum Landsstevnan ásannar og fegnast um, at stórur og týðandi partur av valskránni hjá Javnaðarflokkinum er við í samgonguskjalinum. Samstundis heitir landsstevnan staðiliga á floksins valdu umboð um at virka fyri, at hesi mál verða framd í verki. Tað verður so avgerandi fyri lagnu Javnaðarflokksins, um hesin setningur fer at eydnast. Eydnast hann ikki, so fer alt at detta aftur á flokkin.
Landsstevnan tók undir við politikkinum á ríkisrættarliga økinum. Stevnan fegnaðist um avtaluna, sum letur Føroya fólki avgerðarrættin á ríkisrættarliga økinum og um avtaluna um víðkaðar uttanríkispolitiskar heimildir. Hetta er sera áhugavert, og kann bert merkja, at tann meira sambandsinnaði vongurin er vorðin sissaður. Hetta er ivaleyst formanninum fyri at takka, og hevur hann við hesumfingið frið við tann annars sterka sambandsvonginum í flokkinum og kann formaðurin tí nýta alla sína orku til politiska arbeiði og at leiða samgonguna. Eitt mál, sum fylti nógv, var spuringurin um fiskiloyvini. Her varð heitt á flokkin um at fremja í verki ásetingarnar í samgonguskjalinum um, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindum, og at tiltøk verða sett í verk at støðga spekulatión við fiskirættindum. Einki er at ivast í, at flokkurin her hevur ein sín størsta trupulleika og er tað tí spennandi, hvussu hann klárar hendan partin av politisku útmeldingini.
Eitt mál, ið er tengt at hesum er trupulleikin við fiskinum, sum fer av landinum. Her noyðist flokkuirn at taka eitt initiativ og fekk hann eisini boð um at leggja alla orku í at forða fyri, at arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi hvørva orsakað av, at fiskurin fer beinleiðis á útlendska marknaðin. Eisini spurningurin um at fáa góðan og vælhagreiddan fisk til lands og av landinum varð umrøddur. Her var eisini spurningurin um at fáa okkum betri flutningsmøguleikar til feskan fisk frammi. Tað verður eisini ásannað, at tað ongantíð hevur verið meiri neyðugt enn nú at stuðla uppundir vinnuspírar við at skapa góðar karmar fyri gransking, menning og nýskapan. So mikið um tað vinnuliga og statsrættarliga. Vit venda aftur til stevnuna í komandi oddagreinum eisini.
Sosialurin










