skattalætta til fiskimenn. Onki annað. Eg eri vísur í, at hesin filmurin, eins og teir flestu, hevur tvær aktir. Tann seinna aktin kemur beint aftaná ta fyrru. Í tí seinnu aktini fer Føroya Reiðarafelag at siga [...] hýruprosent kemur í kjalarvørrinum á skattalættanum, kunnu vit rokna við, at eitt uppaftur størri tal av føroyskum fiskimonnum leitar sær hýru uttanlands. Men tað leggur fólkaflokkurin onki í. Endamálið er [...] við, at teir fáa sær hýru við útlendskum skipum, har hýran er hægri, men velja at gjalda skatt í Føroyum við einum frádrátti uppá 15 prosent av inntøkuni. Um hetta verður gongdin kemur føroyski flotin
hava fyri fiskivinnuna í Føroyum. Saga Petroleum fíggjar verkætlanina, sum kostar um 1/2 mió. kr. Fróðskarsetur Føroya stendur fyri verkætlanini og tekur sær av øllum tí umsitingaliga í hesum sambandi, meðan [...] vinnuna. Havandi í huga trupulleikarnar, fiskivinnan hevur drigist við seinnu árini, er ikki óhugsandi, at ein avleiðing av eini møguligari oljuvinnu kann gerast, at fólk í stórum tali leitar sær í oljuvinnuna [...] innihaldinum í verkætlanini. Ein møgulig oljuvinna á føroysku landleiðini fer at hava stóra ávirkan á føroyska fiskivinnu og samfelag. Men samstundis er greitt, at sama hvør gongdin verður í komandi árum
atkomiligt í hvørjum heimi - eisini í Føroyum, og ivast vit ikki í, at føroyingar fara at fáa nógva gleði og nyttu av hesum nýggja miðli. Les um filmar í Sosialinum Sum einasta blað í Føroyum hevur Sosialurin [...] vístir í Havnar Bio. Umframt at biografurin hvønn dag lýsir í Sosialinum um hvørjir filmar ganga, og nær, ber til hvønn fríggjadag at lesa umtalu av filmum í blaðnum. Henda umtala er eisini at finna í Internet [...] um hvat fyriferst í býnum Hvønn hósdag ber til at lesa í Sosialinum, hvørji tiltøk eru úti um landið. Skulu tit í dans, út at eta ella okkurt annað, so eru hesar lýsingar at síggja í blaðnum. Ætlanin við
tilfarið, sum er í blaðnum út á Internetið. Á tann hátt ber til skjótari at koma út til lesaran - og ikki at gloyma fáa lesarar okkara í útlondum tíðindini eins skjótt, sum lesarin í Føroyum. Tískil er in [...] føroyingum í útlondum. Men Internet Sosialurin er annað enn nýggj tíðindi. Alt tilfarið, sum lagt verður á Internetið, verður lagt í ein dátabása, og har verður tað liggjandi. Tí ber til at leita í gomlum [...] at halda vanliga Sosialin í Føroyum, 240 krónur. Tey sum frammanundan halda Sosialin, fáa Internet Sosialin fyri hálvan prís, 120 krónur. Meira er at lesa um Internet Sosialin í faldaranum, sum verður borðin
fylkingini í samgongu, í viðmerking til røðu hjá Ingeborg Winther, úr Verkamannafylkingini í andstøðu. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, treiv eftir bjølluni og ringdi, so klokkarin í Pæturskirkjuni [...] onnur manning sat í Tinganesi. Annars tyktist Heini í heldur ringum skørum, tá hann fór á røðarapallin. Onkur í Tinginum gitti, at tað var tí, at hann skuldi als ikki vera framsøgumaður í hesum máli. Tað [...] sum ikki fáa frádrátt, hava í inntøku. Tí vildi Jóannes Eidesgaard hava lagt loft í upphæddina, sum hevur rætt til frádrátt. Hann vildi eisini hava, at frádrátturin minkar í sama mun, sum inntøkan veksur
verður Ríkisfundurin í Havn. Í 1999 verður fundurin í Grønlandi og í Danmark í ár 2000. Í hesum sambandi sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivin um: - Eg eri fegin um, at vit í semju hava avtalað eina [...] Í tíðindaskrivi týsmorgunin verður upplýst, at Poul Nyrup Rasmussen, Jonathan Motzfeldt og Edmundur Joensen hava gjørt avtalu um at halda Ríkisfundir upp á skift í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. 6. januar [...] føroysku politikararnar. Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum.
Klaksvík, verður keyptur av fiskakeyparum aðrastaðir í Føroyum. Somuleiðis kann roknast við, at fiskakeyparar í Klaksvík í ávísan mun keypa fisk á gólvuppboðssøluni á Toftum. Sostatt er útlit fyri stórum flutningi [...] beding og tað er sjálvandi í lagi. Men nú frætta vit, at ætlanin hjá strandferðsluni er, at »Dúgvan« skal takast úr siglingini nú uppundir jól, og at »Ternan« skal setast í sigling í jólamánaðinum. Hetta halda [...] eitt sera illa valt tíðarskeið. Í desember er nógv ferðsla og nógvur flutningur um fjørðin. Vandi er tí fyri stórum ruðuleika á Lorvíksfjarðarleiðini um »Ternan« verður sett í sigling nú. Tá jóla- og nýgg
og nýggjar gardinur hongdar upp. Í kabússini verða fleiri maskinur skiftar út. Sum lýst í bløðunum fyri kortum, so fer Norröna í apríl næsta ár ein páskatúr úr Føroyum til London. Farið verður av Havnini [...] umleið 80 í tali. Áðrenn og aftaná NATO-charturin verða ymsar ábøtur gjørdar umborð. Viking Club verður gjørdur av nýggjum við nýggjum teppum og møblum. Teppini verða skift í øllum gongum og í »hallini« [...] Í seinnu helvt av 80-unum og fyrst í 90-unum varð Norröna fleiri ferðir leigað út til NATO-venjingar. Smyril Line hevur nú aftur gjørt sáttmála um útleigan av Norrönu til eina NATO-venjing. Tað er bretska
fornfrøðiligari rannsókn í Uppistovubeitinum í Leirvík, sum greitt verður frá í yvirlitsgrein í hesi útgávu av Fróðskaparriti. Frágreiðingar frá hesi rannsókn eru ætlaðar at verða prentaðar í Fróðskaparriti, so [...] Hjalmar Petersen viðger í stuttar grein orðið »mús«, við støði í armenska orðinum mukn. Rannsóknin í Uppi- stovubeitinum Fornfrøðin hevur ein týðandi leiklut innan føroyska gransking. Í Fróðskaparriti 43. bók [...] um dagin fært tú innlit í tað nýggjasta, ið fer fram innan vísindaliga gransking í Føroyum. Fróðskaparrit kemur út einaferð um árið, og tað árliga haldaragjaldið er kr. 165. Í leysasølu er kostnaðurin
tann fyrsti í Føroyum skrivar í bókina úti í Landsstýrinum. Bøkurnar koma annars at ferðast runt um landið. Amnesty International, Føroya deild, heitir á tygum um at skriva í bókina, stendur í tíðindaskrivi [...] veruleiki allastaðni í verðini. Øll kunnu vera við í tiltakinum við at skriva navn sítt í eina av bókunum, sum Amnesty hevur latið gera til tiltakið. Fyrstur at skriva verður forsetin í Suðurafrika, Nelson [...] mannarættindadagin 10. des. í ár undir eitt tiltak undir heitinum Get up Sign up? Skrivað verður undir fylgjandi: Eg vil gera alt eg eri ment/-ur at tryggja, at rættindini í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi