Fróðskaparrit 45. bók komin

 

45. bók av Fróðskaparrit er júst útkomin. Í bókini eru 7 vísindaligar greinar, skrivaðar av føroyskum og útlendskum vísindafólki. Evnini í nýútkomna ritinum fevna um málfrøði, siðsøgu, fornfrøði, plantuvísindi og lívfrøði.


Nøvn á seyða- og

gásalitum

Tollakur Djurhuus hevur savnað og skipað nøvnini á seyða- og gásalitum eftir litskipan, sum Dánjal Jákup Mortensen seyðamaður í Øravík nýtti at kenna seyðin eftir. Afturat hesum skipaða yvirliti er ein listi yvir seyðaskipan, við upplýsing um hvussu vorðin ærin og mamman vóru, og hvussu nógv lomb komu undan. At enda í greinini er ein samsvarandi listi við nøvnunum á gásalitunum.


Mukn

Hjalmar Petersen viðger í stuttar grein orðið »mús«, við støði í armenska orðinum mukn.


Rannsóknin í Uppi-

stovubeitinum

Fornfrøðin hevur ein týðandi leiklut innan føroyska gransking. Í Fróðskaparriti 43. bók greiddi Símun V. Arge fornfrøðingur frá um Mergsogin bein, ið er ein aldargamal matsiður. Hesi bein vórðu funnin undir fornfrøðiligari rannsókn í Uppistovubeitinum í Leirvík, sum greitt verður frá í yvirlitsgrein í hesi útgávu av Fróðskaparriti. Frágreiðingar frá hesi rannsókn eru ætlaðar at verða prentaðar í Fróðskaparriti, so hvørt rannsóknarúrslitini eru tøk.


Kannubjølluvísa

til matna

Í grein nevnd Field Horsetail (Equisetum arvense) as a food plant, greiðir Ingvar Svanberg frá Uppsala Universiteti frá, hvussu fólk í Evropa hava brúkt Kannubjølluvísu til matna. Hugskotið til greinina fekk Ingvard Svanbert eftir at hava lisið bókina »Forsøg til en beskrivelse over Færøerne« eftir kvívíksprestin Jørgen Landt, sum kom út í 1800.


Eitt ár hjá sandmaðki

Sandmaður hevur altíð volt fiskaátarum og -útflytarum stórt høvuðbrýggj. Í greinini Seasonal changes in the infection of young saithe, Pollachius virens, with Anisaks simplex and other helminths viðger Dánjal Petur Højgaard árligu ringrásina hjá sandmaðki, sum eisini legst á seið.


Mysidur ?

krabbaverur

Biofar verkætlanirnar hava havt við sær, at Føroyar hava fingið eina fasta havlívfrøðiliga granskingarstøð í Kaldbak, sum er av alstórum týdningi fyri havlívfrøðiligu granskingina, og Fróðskaparrit hevur lovað at hýst greinum frá teimum. Ta fyrstu greinina av hesum slag hava Torleiv Brattegard og Kenneth Meland skrivað. Hon nevnist Mysidacea (Crustacea) in the Faroe area. Í hesi grein verður greitt frá einum ávísum bólki av krabbaverum. Av nøkrum av teimum sermerktu mysidunum eru tekningar prentaðar saman við greinini, og útbreiðslan á landgrunninum er víst á kortum.


Yvirlit yvir firvaldar

Seinastu 10 árini hevur tann í Føroyum føddi Aarhus-tannlæknin Svend Kaaber savnað firvaldar her á landi. Tað er eydnast honum at finna 51 sløg, sum ikki eru skrásett her áður. Bæði í Fróðskaparriti 41. bók og 44. bóks vórðu greinar eftir Svend Kaaber um firvaldar. Í bóklinginum An annotated list of Lepidotera in the Faroe Islands hevur hann savnað øll tey 108 sløgini í ein yvirlitslista.


Doktari í føroyskum

evni

Fróðskaparrit er einasta vísindaliga tíðarrit í Føroyum. Saman við teimum meira lættlisnu tíðarritunum Frøði, Máltingi og Fiskirannsóknum speglar Fróðskaparrit ein part av tí, sum fíggjarligu játtanirnar til stovnarnar á Debesartrøð hava við sær. Hetta kemur best til sjóndar í greinarstubbanum Scientific publications about the Faroe Islands, 1996, sum fevnir um flestu greinarnar frá 1996. Aftur at hesum verður í brotinum News and Progress umrøddur tann einasti, sum í 1996 gjørdist doktari í einum føroyskum evni, havfrøðingurin Knud Simonsen av Eiði, sum dagliga starvast á Nansen stovninum í Bergen.


Loysir seg at

gerast haldari

Fyri einans 47 oyru um dagin fært tú innlit í tað nýggjasta, ið fer fram innan vísindaliga gransking í Føroyum. Fróðskaparrit kemur út einaferð um árið, og tað árliga haldaragjaldið er kr. 165. Í leysasølu er kostnaðurin kr. 195 fyri ritið. Nýggir haldarar kunnu tekna seg á Setursskrivstovuni, handan Á 5, 100 Tórshavn - tlf.: 15302, fax: 18929

e-postur: univadm@fsf.fo.