Av tí at flutningurin um Lorvíksfjørð er nógv øktur seinastu tíðina, serliga flutningurin av teimum stóru og tungu bilunum, er avgjørt, at »Dúgvan« framyvir skal røkja siglingina um Lorvíksfjørð alt árið. Í sambandi við at »Dúgvan« skal á sleipistøð at fáa ymisk umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðir gjørd, er ætlanin, at »Ternan« skal røkja siglingina meðan »Dúgvan« er á beding og tað er sjálvandi í lagi.
Men nú frætta vit, at ætlanin hjá strandferðsluni er, at »Dúgvan« skal takast úr siglingini nú uppundir jól, og at »Ternan« skal setast í sigling í jólamánaðinum. Hetta halda vit vera eitt sera illa valt tíðarskeið. Í desember er nógv ferðsla og nógvur flutningur um fjørðin. Vandi er tí fyri stórum ruðuleika á Lorvíksfjarðarleiðini um »Ternan« verður sett í sigling nú. Tá jóla- og nýggjárshalgan er farin aftur um verður ferðslan og flutningurin helst lakari.
Eisini eiga vit at hava í huga, at streymurin er sera góður allan desember, og at hetta gevur ábendingar um nógvan útróður og nógvan fiskiskap annars. Ein partur av fiskinum, sum verður seldur á gólvuppboðssøluni í Klaksvík, verður keyptur av fiskakeyparum aðrastaðir í Føroyum. Somuleiðis kann roknast við, at fiskakeyparar í Klaksvík í ávísan mun keypa fisk á gólvuppboðssøluni á Toftum. Sostatt er útlit fyri stórum flutningi av fiski um fjørðin tær komandi vikurnar.
Norðoyatingmennirnir, Rúna Sivertsen, Vilhelm Johannesen, Álvur Zachariasen og Heini O. Heinesen heita tí á strandferðsluna um at broyta hesa avgerð. Vit mæla til, at bíðað verður við at taka »Dúgvuna« úr siglingini til eftir nýggjár.
Rúna Sivertsen,
Vilhelm Johannesen,
Álvur Zachariasen
og Heini O. Heinesen