Saga-stuðul til Fróðskaparsetrið

Verkætlan um samfelagsligar og búskaparligar avleiðingar, sum oljuvinnan kann hava fyri fiskivinnuna

Týsdagin 9. desember fer Fróðskaparsetur Føroya at skriva undir eina avtalu við norska Saga Petroleum um eina granskingarverkætlan, ið skal greina og lýsa tær búskaparligu avleiðingarnar, sum ein møgulig oljuvinna fer at hava fyri fiskivinnuna í Føroyum. Saga Petroleum fíggjar verkætlanina, sum kostar um 1/2 mió. kr. Fróðskarsetur Føroya stendur fyri verkætlanini og tekur sær av øllum tí umsitingaliga í hesum sambandi, meðan Jens Helgi Toftum fiskivinnukandidatur svarar fyri tí fakliga innihaldinum í verkætlanini.

Ein møgulig oljuvinna á føroysku landleiðini fer at hava stóra ávirkan á føroyska fiskivinnu og samfelag. Men samstundis er greitt, at sama hvør gongdin verður í komandi árum, so verður fiskivinna og tað virksemið, ið av henni stendst, støðið undir búskapinum. Tí er av alstórum týdningi, at tær lógir og reglur, sum stýra samvirkanini millum fiskiskapin og eina framtíðar oljuvinnu verða skipaðar á ein hátt, sum bæði tekur fyrilit fyri fiskivinnuni og oljuvinnuni og sum í longdini er báðum vinnum at gagni.

Í nevndu verkætlan er fremsta endamál, at lýsa búskaparligar avleiðingar, ið standast av at oljuvinnan leggur hald á fiskileiðir. Støðið er, at oljuvirksemi og fiskiskapur á somu havleiðum kann føra til stríð millum ymisk áhugamál. Tað kann bera við sær inntøkumiss og skerdar virkismøguleikar fyri fiskivinnuna. Royndirnar vísa, at nógvir av hesum trupulleikum kunnu fyribyrgjast um tær neyðugu fyrireikingarnar og kanningarnar eru gjørdar frammanundan. Til ber at skipa so fyri, at negativa árinið á fiskiskapin verður sum minst.

At oljuvinnan leggur hald á fiskileiðir er tað sjónligasta og mest beinleiðis árinið. Men verður oljuvirksemið munandi økt - kanska í skjótari lagi - fær tað eisini langtíðaravleiðingar fyri samfelagslívið og føroyska búskapin sum heild. Fyri fiskivinnuna kann hetta føra við sær broytingar í bygnaði og skipan.

Ein spurningur, sum verður tikin upp í hesi verkætlan, er kappingin millum fiskivinnu og oljuvinnu um arbeiðsmegi. Hugt verður at fiskivinuni sum arbeiðsplássi, umframt teimum viðurskiftum, ið ávirka tilgongdina til vinnuna.

Havandi í huga trupulleikarnar, fiskivinnan hevur drigist við seinnu árini, er ikki óhugsandi, at ein avleiðing av eini møguligari oljuvinnu kann gerast, at fólk í stórum tali leitar sær í oljuvinnuna, og at tilgongdin til fiskivinnuna versnar. Hetta nýtist ikki at vera tí at oljuvinnan veitir serliga góðar treytir og sømdir, men heldur tí at kappingarstøðan hjá fiskivinnuni er so vánalig.

Fyri at tryggja eitt so breitt fakligt grundarlag sum gjørligt, er settur ein stýringsbólkur at fylgja við arbeiðinum. Í honum sita Anthon Kjelaas, Saga Petroleum, formaður, Hjalti í Jákupsstovu, Fiskirannsóknarstovan, Óli Jacobsen, Fiskimannafelagið, Jákup Sólstein, Reiðarafelagið og Karin Toftegaard, Oljumáladeildin í Vinnumálastýrinum.

At veita fakliga vegleiðing er avtala gjørd við eitt norskt ráðgevingarfelag, sum hevur gjørt fleiri tílíkar kanningar í Noregi.

Avtalan við Saga Petroleum verður undirskrivað á Hotel Hafnia týsdagin 9. desember kl. 13.30.