Um tilfar í Sosialinum

Teldusíða

Í mikudagsblaðnum hevur Sosialurin fastan tátt, nevndur Teldusíðan. Á teldusíðunum verður viðgjørt slíkt, ið hevur við teldur og við kunningartøkni at gera.

Sosialurin heldur tað vera av týdningin at kunna lesaran um stóru og skjótu menningina, sum er á hesum øki - og ikki minst nú, tá Internetið við nógvar ferð breiðir seg til um stutta tíð at vera atkomiligt í hvørjum heimi - eisini í Føroyum, og ivast vit ikki í, at føroyingar fara at fáa nógva gleði og nyttu av hesum nýggja miðli.


Les um filmar

í Sosialinum

Sum einasta blað í Føroyum hevur Sosialurin frásøgn um nýggjar filmar, sum verða vístir í Havnar Bio. Umframt at biografurin hvønn dag lýsir í Sosialinum um hvørjir filmar ganga, og nær, ber til hvønn fríggjadag at lesa umtalu av filmum í blaðnum. Henda umtala er eisini at finna í Internet Sosialinum fríggjadag.


Les um hvat fyriferst í býnum

Hvønn hósdag ber til at lesa í Sosialinum, hvørji tiltøk eru úti um landið.

Skulu tit í dans, út at eta ella okkurt annað, so eru hesar lýsingar at síggja í blaðnum. Ætlanin við hesum er savna allar upplýsingar sum eru um tiltøk kring landið.


Ferðsla, bilar

og bilasøga

Í hósdagsblaðnum er vanliga eisini teigurin nevndur »út at koyra«. Her roynir Sosialurin at kunna lesaran um ymisk viðurskifti, ið hava við ferðslutrygd at gera. Somuleiðis verða greitt frá um nýggjar bilar, um serligar hendingar, sum hava okkurt við bilar, onnur akfør ella ferðslu at gera. Somuleiðis verður eisini trivið í føroysku bilasøguna, og verður hetta gjørt í tøttum samstarvið við felagið Føroya Ellisakfør.


Viðmerking um uttanlandsviðurskifti

Uttanlandstilfari er ikki tað, sum hevur verið mest viðgjørt í føroysku bløðunum - serliga lítið hevur verið gjørt við at fáa viðmerkingar til tað, sum fyriferst í heiminum.

Fyri at bøta um hesi viðurskifti, hevur Sosialurin fingið Hans Holm, geografilærara á Føroya Læraraskúla annan hvønn mikudag at gera viðmerkingar til aktuell mál.

Eisini fer Sonja Jógvansdóttir at skriva um uttanlandsviðurskifti.


2?arin - mentanartilfar hvønn leygardag

At hýsa mentanartilfari o. ø. hevur Sosialurin hvønn leygardag innleggið, sum vit nevna 2?arin.

Í hesum innleggi skriva bæði blaðfólk á Sosialinum og fólk uttan fyri blaðhúsið á Argjum.

Í 2?aranum verður eisini teigarnir »Føðingar« og »Andlát«, og verður alt hetta tilfarið eisini lagt út á Internetið, har til ber at leita í gomlum tilfari eisini.


Sjónvarps- og útvarpslesnaður

Hvønn fríggjadag prenta vit einn innlegg upp á átta síður, sum bara hýsir tí, ið er at síggja í sjónvarpi og at hoyra í útvarpinum. Allar sjónvarpsskráirnar - t. v. s. tann hjá SvF og Rás Tórshavn, verður prentaðar saman við frágreiðing um sendingarnar.