POUL NYRUP RASMUSSEN KEMUR TIL FØROYA 6. JANUAR

Ríkisfundur millum Grønland, Føroyar og Danmark verður 6. januar í Havn. Seinni í 1998 kemur forsætisráðharrin á almenna vitjan í Føroyum

Í tíðindaskrivi týsmorgunin verður upplýst, at Poul Nyrup Rasmussen, Jonathan Motzfeldt og Edmundur Joensen hava gjørt avtalu um at halda Ríkisfundir upp á skift í Føroyum, Grønlandi og í Danmark.

6. januar 1998 verður Ríkisfundurin í Havn. Í 1999 verður fundurin í Grønlandi og í Danmark í ár 2000.

Í hesum sambandi sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivin um:

- Eg eri fegin um, at vit í semju hava avtalað eina skipan, sum virðiliga leggur dent á grundarlagið fyri ríkisfelagsskapinum.

- Eg gleði meg at koma til Havnar og at luttaka á fundinum, hitta Landsstýrið og teir føroysku politikararnar.

Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum.