bólkar í samfelagnum í ávísum inntøkubólkum. Tú sigur, at øll feløgini standa saman. Men tað frættist í útvarpinum, at Sørvágs arbeiðarafelag tók ikki undir við hesum? Tað er Andrias Berglíð í Sørvági [...] arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna og -kvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík, umframt arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, høvdu boðað øllum politisku flokkunum til fundar hóskvøldið at [...] Men hann er eisini í Fiskimannafelagnum og er tí í eini tvístøðu. Hann ríður á tveimum hestum. Vit onnur hava bara tann eina. Men tað er ómetaliga keðiligt og óloyalt av ávísum limum í Føroya Arbeiðarafelag
frávik gjørt í lógini um, at skipini kunnu avreiða í mesta lagi 25% uttanlands, uttan at missa fiskidagar. Og eitt lóggevandi ting, sum vil takast í álvara, letur seg ikki hótta uppá henda mátan av feløgum [...] fiskimenn eru rýmdir uttanlands at fiska, og at búgva, fyri at sleppa undan skattatrýstinum í Føroyum. Formaðurin í fiskimannafelagnum sigur, at tað er so galið, at tað er ikki óvanligt, at hjún lata seg skilja [...] anum er ein roynd at fáa fiskimenn at støðast í Føroyum og ein roynd at fáa teir, sum eru rýmdir, at koma heimaftur. Heldur henda gongdin fram, kann tað í síðsta enda verða trupult at fáa royndar fiskimenn
skattalætta til fiskimenn. Onki annað. Eg eri vísur í, at hesin filmurin, eins og teir flestu, hevur tvær aktir. Tann seinna aktin kemur beint aftaná ta fyrru. Í tí seinnu aktini fer Føroya Reiðarafelag at siga [...] hýruprosent kemur í kjalarvørrinum á skattalættanum, kunnu vit rokna við, at eitt uppaftur størri tal av føroyskum fiskimonnum leitar sær hýru uttanlands. Men tað leggur fólkaflokkurin onki í. Endamálið er [...] við, at teir fáa sær hýru við útlendskum skipum, har hýran er hægri, men velja at gjalda skatt í Føroyum við einum frádrátti uppá 15 prosent av inntøkuni. Um hetta verður gongdin kemur føroyski flotin
hava fyri fiskivinnuna í Føroyum. Saga Petroleum fíggjar verkætlanina, sum kostar um 1/2 mió. kr. Fróðskarsetur Føroya stendur fyri verkætlanini og tekur sær av øllum tí umsitingaliga í hesum sambandi, meðan [...] vinnuna. Havandi í huga trupulleikarnar, fiskivinnan hevur drigist við seinnu árini, er ikki óhugsandi, at ein avleiðing av eini møguligari oljuvinnu kann gerast, at fólk í stórum tali leitar sær í oljuvinnuna [...] innihaldinum í verkætlanini. Ein møgulig oljuvinna á føroysku landleiðini fer at hava stóra ávirkan á føroyska fiskivinnu og samfelag. Men samstundis er greitt, at sama hvør gongdin verður í komandi árum
atkomiligt í hvørjum heimi - eisini í Føroyum, og ivast vit ikki í, at føroyingar fara at fáa nógva gleði og nyttu av hesum nýggja miðli. Les um filmar í Sosialinum Sum einasta blað í Føroyum hevur Sosialurin [...] vístir í Havnar Bio. Umframt at biografurin hvønn dag lýsir í Sosialinum um hvørjir filmar ganga, og nær, ber til hvønn fríggjadag at lesa umtalu av filmum í blaðnum. Henda umtala er eisini at finna í Internet [...] um hvat fyriferst í býnum Hvønn hósdag ber til at lesa í Sosialinum, hvørji tiltøk eru úti um landið. Skulu tit í dans, út at eta ella okkurt annað, so eru hesar lýsingar at síggja í blaðnum. Ætlanin við
tilfarið, sum er í blaðnum út á Internetið. Á tann hátt ber til skjótari at koma út til lesaran - og ikki at gloyma fáa lesarar okkara í útlondum tíðindini eins skjótt, sum lesarin í Føroyum. Tískil er in [...] føroyingum í útlondum. Men Internet Sosialurin er annað enn nýggj tíðindi. Alt tilfarið, sum lagt verður á Internetið, verður lagt í ein dátabása, og har verður tað liggjandi. Tí ber til at leita í gomlum [...] at halda vanliga Sosialin í Føroyum, 240 krónur. Tey sum frammanundan halda Sosialin, fáa Internet Sosialin fyri hálvan prís, 120 krónur. Meira er at lesa um Internet Sosialin í faldaranum, sum verður borðin
fylkingini í samgongu, í viðmerking til røðu hjá Ingeborg Winther, úr Verkamannafylkingini í andstøðu. Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, treiv eftir bjølluni og ringdi, so klokkarin í Pæturskirkjuni [...] onnur manning sat í Tinganesi. Annars tyktist Heini í heldur ringum skørum, tá hann fór á røðarapallin. Onkur í Tinginum gitti, at tað var tí, at hann skuldi als ikki vera framsøgumaður í hesum máli. Tað [...] sum ikki fáa frádrátt, hava í inntøku. Tí vildi Jóannes Eidesgaard hava lagt loft í upphæddina, sum hevur rætt til frádrátt. Hann vildi eisini hava, at frádrátturin minkar í sama mun, sum inntøkan veksur
verður Ríkisfundurin í Havn. Í 1999 verður fundurin í Grønlandi og í Danmark í ár 2000. Í hesum sambandi sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivin um: - Eg eri fegin um, at vit í semju hava avtalað eina [...] Í tíðindaskrivi týsmorgunin verður upplýst, at Poul Nyrup Rasmussen, Jonathan Motzfeldt og Edmundur Joensen hava gjørt avtalu um at halda Ríkisfundir upp á skift í Føroyum, Grønlandi og í Danmark. 6. januar [...] føroysku politikararnar. Umframt hesa vitjanina í sambandi við Ríkisfundin, havi eg tikið ímóti innbjóðing at vitja Føroyar seinni í 1998, sigur Poul Nyrup Rasmussen í tíðindaskrivinum.
Klaksvík, verður keyptur av fiskakeyparum aðrastaðir í Føroyum. Somuleiðis kann roknast við, at fiskakeyparar í Klaksvík í ávísan mun keypa fisk á gólvuppboðssøluni á Toftum. Sostatt er útlit fyri stórum flutningi [...] beding og tað er sjálvandi í lagi. Men nú frætta vit, at ætlanin hjá strandferðsluni er, at »Dúgvan« skal takast úr siglingini nú uppundir jól, og at »Ternan« skal setast í sigling í jólamánaðinum. Hetta halda [...] eitt sera illa valt tíðarskeið. Í desember er nógv ferðsla og nógvur flutningur um fjørðin. Vandi er tí fyri stórum ruðuleika á Lorvíksfjarðarleiðini um »Ternan« verður sett í sigling nú. Tá jóla- og nýgg
og nýggjar gardinur hongdar upp. Í kabússini verða fleiri maskinur skiftar út. Sum lýst í bløðunum fyri kortum, so fer Norröna í apríl næsta ár ein páskatúr úr Føroyum til London. Farið verður av Havnini [...] umleið 80 í tali. Áðrenn og aftaná NATO-charturin verða ymsar ábøtur gjørdar umborð. Viking Club verður gjørdur av nýggjum við nýggjum teppum og møblum. Teppini verða skift í øllum gongum og í »hallini« [...] Í seinnu helvt av 80-unum og fyrst í 90-unum varð Norröna fleiri ferðir leigað út til NATO-venjingar. Smyril Line hevur nú aftur gjørt sáttmála um útleigan av Norrönu til eina NATO-venjing. Tað er bretska