Veitst tú, hvussu flott tað var: Bara tríggir møttu upp. Formaðurin í Føroya arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther hevur fingið eina orsøk afturat at vera misnøgd við politikararnar.
Fundurin, tey seks arbeiðarafeløgini skuldu hava við teir politisku flokkaranr hóskvøldið um ætlaða skattalættan til sjófólk, bleiv eitt satt vónbrot.
Tey seks arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, arbeiðsmanna og -kvinnufeløgini í Havn og í Klaksvík, umframt arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, høvdu boðað øllum politisku flokkunum til fundar hóskvøldið at hoyra teirra sjónarmið um ætlaða skattalættan til sjófólk, og fyri at teir kundu hoyra, hvat arbeiðarafeløgini í Føroyum hildu um sama mál.
Men fundurin fekk langt ífrá tað vekt, feløgini høvdu ætlað.
Tí av øllum flokkunum, møttu bara tríggir upp.
Teir, sum møttu upp vóru Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Heini O. Heinesen fyri Tjóðveldisflokkin og Luitjen Apol fyri Verkamannafylkingina í andstøðu.
So flott var tað, sigur Ingeborg Vinther, at teir tríggir vóru teir einastu, sum hirdu at koma á tal við okkum um eitt so stórt álvarsmál fyri alla arbeiðarastættina.
Hon heldur, at hetta vísir, hvussu lítla virðing, politisku flokkarnir hava fyri verkafeløgunum.
Vit eru øll feløg samd um, at tað er ein vanvirðing út um alt sømiligt mark, ikki at møta upp.
Tí allir flokkar høvdu játtað at koma á fundin - og ongin gav avboð, sigur hon.
Standa fast
Ingeborg Vinther sigur, at frammanundan høvdu tey seks feløgini havt innanhýsisfund um støðuna.
Tann fundurin vísti, at støðan er óbroytt.
Feløgini standa saman og verkfalshóttanin stendur við, skuldi tað hent seg, at ein samfelagsbólkur verður tikin burturúr, og fær skattalætta framum øll onnur í samfelagnum.
Vit krevja bara sama rætt fyri øll, og at øll eru líka fyri lógini, sigur Ingeborg Vinther
Ingebrog Vinther leggur dent á, at hetta er ikki vent ímóti fiskimonnum.
At siga, at hetta er vent ímóti fiskomonnum, er at venda málið á høvdið. Vit unna saktans fiskimonnum skattalætta. Men tað eru nógv fólk á landi, sum eru líka illa, og verri fyri, enn fiskimenn eru. Og tað vit gera, er einans at verja teirra rætt til at at fáa skattalætta eisini.
Hetta er eitt tiltak, sum er vent ímóti landsstýrinum, tí vit vilja hava sama skattalætta til allar bólkar í samfelagnum í ávísum inntøkubólkum.
Tú sigur, at øll feløgini standa saman. Men tað frættist í útvarpinum, at Sørvágs arbeiðarafelag tók ikki undir við hesum?
Tað er Andrias Berglíð í Sørvági, sum ger vart við seg. Men hann er eisini í Fiskimannafelagnum og er tí í eini tvístøðu. Hann ríður á tveimum hestum. Vit onnur hava bara tann eina.
Men tað er ómetaliga keðiligt og óloyalt av ávísum limum í Føroya Arbeiðarafelag alment ganga beint ímoti felagnum.
Slíkt plagi feløg ofta meta sera álvarsligt. Fer hetta at fáa avleiðingar fyri Andrias Berglíð?
Tað hava vit slett ikki tosað um í stjórnini í FA.
Siðiligan fund
Ingeborg Vinther sigur annars, at feløgini høvdu ein siðiligan fund við teir flokkar, sum vóru møttir.
Teir lovaðu okkum ikki nakað. Og teir boðaðu ikki frá, hvørja støðu, teir høvdu.
Men vit fingu greitt teimum frá okkara sjónarmiðjum. Vit fingu greitt teimum frá, at støðan hjá verkafólki á landi er minst líka álvarsom sum tann hjá fiskimonnum. Hon sigur, at feløgini reistu eisini spurningin um, hvussu ringa støðu, nógvar kommunur koma í, um tær missa skatt.
Tær eru ógvuliga hart fyrispentar sum er. Missa tær skatt, mugu tær undir enn fleiri sparitiltøk. Og hvønn fer tað at raka? Aftur tey veiku? spyr Ingeborg Vinther.
Vit fingu tíverri ikki fatur á Óla Jacobsen, formanni fiskimannafelagsins, áðrenn blaðið fór til prentingar.