fevndi so víða. Hann var politiskt virkin, og til løgtingsvalið 1950 var Hanus valdur sum annar av fyrstu løgtingsumboðunum hjá Tjóðveldisflokkinum saman við D. P. Danielsen, sála. Hanus var løgtingsmaður óslitið [...] óslitið í samfull 24 ár, til hann í 1984 ikki læt seg stilla uppaftur. Hann var býráðslimur í Havn, fyrstu ferð valdur í 1949-1960, síð-ani frá 1969-1972. Býráðsformaður var hann í 1970, næstformaður í 1960 og [...] Finnbogi Ísakson m.a., at Hanus ikki var maðurin, sum leyp upp á røðarapallin aðruhvørja løtu, men tá hann talaði á tingi, varð lurtað eftir, tí hann hevði altíð nakað, sum vert var at lurta eftir, tók hann orðið
heldur ikki verið rætt. Tað ber ikki til at taka ein starvsbólk burturúr. Men nakað annað er at geva frádráttarmøguleikar fyri tann serliga kostnað, sum tað er at røkja sína vinnu. Tað er ikki rætt, við [...] m. Og tað eru ikki bara vit á landi, sum halda hetta vera skeivt. Frá fleiri havi eg hoyrt, at eisini nógvir sjómennir eru argir inn á tað nýggju lógina, sum ber við sær, at sjómenn ikki skulu hava somu [...] batar, sum verða sagdir at fara til betri løntu sjómenninar, men ikki til fiskimenn við lægstu inntøkunum, samstundis sum teir siga seg ikki at hava fíggjarliga orku at lata lønarniðurskurðin aftur til okkara
hann ikki fór at tosa um bankamálið, sum hann í fýra ár hevur dult sum mansmorð fyri føroyingum. Og hann fór avstaðaftur við líka so greiðum lyfti frá løgmanni um, at hesin heldur ikki fór at tosa um bankamálið [...] nar. Vit koma ikki víðari við at møsna um eina sjálvstýrislóg, sum er sum ein piða kráka. Hon er nú við regluligum millumbili í átta tíggju ár sett á borðið, men tann skrokkurin fer ikki at geva okkum [...] politikk var tað hann, ið helt hesum illgerðarmanni til róðurs í samfull 10 ár. Sambandsmaðurin, sum er formaður í tingbólki fólkafloksins, segði um dagarnar í fimmaranum, at Poul Scluter var rætti maðurin
sjálvur samb. »Dimmalætting« var ein av høvuðsskurkuum. Tað er eyðkent fyri hesa forsamling, at hon skiftir grundgeving eins ofta sum onnur skifta hosur. Nú var tað knappliga ikki skatturin hjá fiskimonnum [...] við hóttanum um »aðalverkfall«, fundum í hópatali, sum eru væl refereraðir í fjølmiðlunum, meira ella minni láturligar fundarsamtyktir og yvirlýsingar, kundu summi av hesum feløgum semjast um at leggja arbeiðið [...] hann verður dikteraður av slíkum kreftum uttantings, sum her er talan um. Tingmenn vita eisini nú, at ein hóttan frá arbeiðarafeløgum um at leggja landið lamið í veruleikanum merkir hægst 24 tímar. Tað skal
í Føroyum. Fólk eru eisini spurd um túrin hjá Poul Nyrup Rasmussen. Var løtan røtt, nú hann valdi at koma til Føroya, ella var hon ikki. Her svara 60 prosent, at tað var eitt vánaligt hugskot hjá Nyrupi [...] gjørt kanningina, og hon er gjørd á tann hátt, at Vilstrup stovnurin hevur ringt til 855 veljarahúsarhald í Føroyum. Av hesum ynsktu 120 ikki at verða við í kanningini, meðan 222 ikki vóru at hitta. Luttøkan [...] halda, um vit hava gagn av ríkisfelagsskapinum ella ikki. Til henda spurning svara 52 prosent, at føroyingar hava fíggjarligan fyrimun av ríkisfelagsskapinum. Triði hvør føroyingur er í iva um henda spurning
tiltøkini ikki vórðu lýst fyrr enn hósdagin, bar hetta teimum ikki til. Mánadagin hevði verið ov seint, og so var ikki annað at gera, sigur formaður Føroya Fiskimannafelags, Óli Jacobsen, sum tó ikki sigur [...] »Tað kann hon ikki ávísa, tí tað stendur heilt einfalt ongastaðni í nøkrum, føroyskum sáttmála,« sigur Óli Jacobsen. Hinvegin kann Óli Jacobsen heldur ikki vísa á nakra skrivliga avtalu um, at til ber [...] ger nú heldur ikki so nógv, sigur Óli Jacobsen. Tí tann avtalan okkara millum hevur verið alment frammi í fjølmiðlunum, so hana eiga øll at vita um. Um eini trý skip hava verið uttanlands um vikuskiftið
og sleyg. Rolf Guttesen var ógvuliga forargaður yvir, at vit dittaðu okkum at siga, at danska forsætismálaráðið hevði misrøkt sínar skyldur móti føroyska fólkinum, og at vit ikki hildu okkum kunna hava [...] hava álit á donskum politikarum. Sannleikin illa lýddur Vit í VMF vóru ikki einsamøll við sjónarmiðinum um leiklutin hjá dønum í føroyska kreppumálinum. Tey, ið høvdu eygu og oyru opin og tímdu at leggja tvey [...] stóra tøkk fái SvF og teir, ið hava gjørt sendingarnar um bankamálið og føroysku kreppuna. Hóast ein helt seg vita, hvat hevði gingið fyri seg, so var tað kortini skelkandi at síggja, hvussu grovir og út
samtykkja eitt prosjekt, sum teir als ikki kenna. Har eru so nógvir smálutir, sum vit, sum ikki vóru tingmenn í 1988, ikki vita nakað sum helst um. Tað kann ikki vera rætt at taka eitt tíggju ára gamalt [...] tunnilin skal fara niður í Leynum, so kann eg als ikki svara. Spyr onkur, hví vit ikki heldur gera eina byrging, so kann eg heldur ikki svara, tí eg havi ikki verið við til eina politiska viðgerð av málinum [...] samgongan er komin ásamt um viðvíkjandi undirsjóvartunlinum, er eingin loysn. Tað var hetta, sum eg vísti á í samrøðuni við Sosialin 6. januar, sigur Jóannes Eidesgaard, sum fyrrakvøldið var á fundi í Vága Ja
hevði fulla virðing fyri tí, hon segði. Men altíð fyrst læt hon meg tosa meg lidna. Tá eg so var liðugur, tástani kom hon við sínum svari. »Tí soleiðis søgdu tey gomlu« plagdi hon játtandi at siga. Tú lýddi [...] lesa hjá ommu, minnist eg, at hon altíð segði K og H (sagt ká og há, men ongantíð segði hon ká og há). Hon varðveitti bygdaframburðin. Sum nevnt, eitt av hesum góðu ráðum var, at eingin skuldi rósa sær sjálvum [...] legði hon lag í at leggja seg uppí, ella hevðist at okkum tá vit sum óvitar spældu saman, ella tá vit deildust. Tá eg einsamallur plagdi at fara út at vitja ommu, kundi hon finna uppá at rætta meg, um okkurt
1979 var tí ikki neyðugt at skeita eftir grundlógini, í tann mun spurningurin snúði seg um, hvørt Fólkatingið hevði rætt til at seta heimatýri á stovn í Grønlandi ella ikki. Hesin spurningur var avgjørdur [...] okkara skyld og ikki øvugt. Peter Høilund vísir á fleiri Hægstarættardómar bæði í Noregi og í Danmark, har dómararnir hava skúgva lóggávuna til viks, tí at hon, eftir tærra tykki, ikki hevur veitt borgarunum [...] setast í verk í Føroyum, so kundi hon eisini setast í verk í Grønlandi. Og eingin hevur stevnt fyri grundlógarbrot í hesum sambandi heldur. Tað er hetta, sum Zaharias Wang ikki vil viðganga. Hann krevur at