14. apríl í fjør hevði Rolf Guttesen eina grein í blaðnum, har hann leggur VMF og undirritaðu undir at byggja politisku metingar okkara á túnatos og sleyg.
Rolf Guttesen var ógvuliga forargaður yvir, at vit dittaðu okkum at siga, at danska forsætismálaráðið hevði misrøkt sínar skyldur móti føroyska fólkinum, og at vit ikki hildu okkum kunna hava álit á donskum politikarum.
Sannleikin
illa lýddur
Vit í VMF vóru ikki einsamøll við sjónarmiðinum um leiklutin hjá dønum í føroyska kreppumálinum. Tey, ið høvdu eygu og oyru opin og tímdu at leggja tvey og tvey saman, høvdu eina hylling av støðuni, men tað kann tykjast troystarleyst í einum samfelag, har størsti parturin av fjølmiðlunum og lærd fólk sum Rolf Guttesen kenna tað sum sítt kall at avnokta veruleikan.
Sjón fyri søgn
Nú eru so prógvini komin á borðið. Skjøl í rúgvuvís, og stóra tøkk fái SvF og teir, ið hava gjørt sendingarnar um bankamálið og føroysku kreppuna.
Hóast ein helt seg vita, hvat hevði gingið fyri seg, so var tað kortini skelkandi at síggja, hvussu grovir og útspekuleraðir donsku politikararnar og embætisfólk teirra eru.
Tað, at okkara egnu politikarar hava sínar meira og minni ullintu leiklutir í hesum spæli, fríkennir ikki donsku myndugleikarnar fyri teirra misgerð móti føroyska fólkinum.
Oljuvinnan
næsta fellan
Á sama hátt sum vit vóru fleiri, ið dugdu at síggja, at bankabjargingarnar vóru grov útnyttan av føroyska skattgjaldaranum, so eru í dag eisini fleiri, ið duga at síggja, hvat endamálið við føroysku oljuvinnuni er. Hví hon skal trýstast ígjøgnum, áðrenn føroyska samfelagið fær tíð at gera seg klárt til hesa avbjóðing.
Frá tí degi (11. sept. 92) at Schlüter gav føroyingum loyvi til at vinna ráevni úr okkara egnu undirgrund, hevur danska stjórnin strongt á, fyri at fáa eina oljuvinnu í gongd í Føroyum.
Hetta er gjørt samstundis sum teir koyrdu okkum á botn fíggjarliga. Møguliga fyri at gera áhugan fyri oljuvinnui størri.
Donsk serfrøðinga-
hjálp
Í samrøðu við Sosialin 5. mars í 97 sigur Jørgen Nørgaard, limur í danska orkumálaráðnum, at í avtaluni frá 1992 var ein grein, sum segði, at føroyingar skuldu hava møguleika at brúka danska ekspertisu.
Fyri at fáa gongd á, varð hann so boðin av føroyingum til at hjálpa við at fyrireika oljuvinnuna í Føroyum. Jørgen Nørgaard hevur luttikið í øllum fyrireikingararbeiðinum í føroysku oljuráðleggingarnevndini, og sigur Jan Müller hann vera høvuðsarkitektin aftan fyri uppskotið til føroysku kolvetnislógina.
Jørgen Nørgaard viðgongur, at hann hevur kunnað bæði danska forsætismálaráðið og Færøgruppen um gongdina við arbeiðinum í føroysku oljuráðleggingarnevndini.
Hesa tíðina Jørgen Nørgaard hevur arbeitt í Føroyum, hevur hann verið løntur av danska orkumálaráðnum.
Jørgen Nørgaard hevur gjørt sítt arbeiði í Føroyum. Kolvetnislógin er klár at viðtaka, og fjølmiðlar bera tey tíðindi, at politikarar eru samdir um, at lógaruppskotið er eitt vælaverk.
Alt vald til løgmann
Í uppskotinum til kolvetnislógina stendur, at landsstýrið ella landsstýrismaðurin, ið umsitur oljumál, avger hvørji økir verða bjóðað út og ásetir reglur og treytir eisini um skatt og avgjøld, ið fylgja við leitingarloyvunum.
Áðrenn hvørt útbjóðingarumfar skal landsstýrið leggja frágreiðing um ætlanina fyri løgtingið.
Í viðmerkingunum til kolvetnislógina verður sagt, at tá tað ikki er skotið upp, at løgtingið ella ein løgtingsnevnd skal góðkenna frágreiðingina, er tað fyrst og fremst av tí at hetta helst hevði verið ímóti ætlanunum við stýrisskipanarlógini pr. 34.
Løgtingslimir sleppa at siga sína hugsan um frágreiðingina, men landsstýrismaðurin avger sjálvur, um hann rættar seg eftir løgtinginum.
Hvat fær landskassin?
Tað, sum fleiri fólk sóknast eftir er, hvat fær landskassin og hvat fær Føroya fólk burtur úr oljuvinnuni?
Eitt vanligt orð í sambandi við oljuvinnu, sum vit lítið hava hoyrt til í Føroyum, er orðið »royalty«. Tað merkir framleiðsluavgjald, sum oljufeløgini gjalda til landið, tey vinna olju hjá.
Hetta avgjald er ymiskt, alt eftir hvussu trupul oljan er at fáa fatur á. Í arabisku londunum hevur hetta avgjald verið uml. 50% av virðinum av upptiknu oljuni. Í Danmark er hetta tal í meðal 8,5%, í Noreg verður royalty roknað eftir einum skala frá 8 til 16%. Um-framt royalty gjalda oljufeløgini frá 30 til 50% í partafelagsskatti til landið, ið eigur oljukeldurnar.
Harafturat koma so aðrar inntøkur til londini í sambandi við økt virksemi í landinum.
Eftir einum dømi í frágreiðingini frá oljuráðleggingarnevndini fær landskassin í alt við øllum avgjøldum, skatti av tænastum o.ø. 12,8% av virðinum av upptiknu oljuni.
Eitt dømi frá norska Statfjordfeltet gevur norska statinum 66% av virðinum av upptiknu oljuni. Tað er munur á.
Men alt hetta verður avgjørt av teimum, ið geva leitingar- og framleiðsluloyvini og ráðgevarum teirra.
Oljuvinnu fyri hvønn?
Oljan í undirgrund okkara hevur møguliga virði fyri hundraðtals milliardir. Tað skuldi verið nokk at goldið skuldina til Danmarkar við, umframt at verið ein góður stuðul til føroyska fólkið 50-100 ár fram í tíðina, um ikki politikarar okkara lata hana fyri lítið og lætt til DONG, DOPAS, A. P. MØLLER, BP, SHELL, AMERADA HESS ella onnur oljufeløg, ið vilja hava olju okkara, helst fyri onki.
Alis Jacobsen,
landsformaður í VMF










