fáa søgufróð fólk úr Danmark at koma hendavegin í sambandi tiltakið. Hesi kunnu so saman við fróðarfólki her, tosa saman um, hvussu vit kunnu varðveita hetta serstaka kynstrið í framtíðini. [...] ígjár. Hann er ættaður úr Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa fram svenska mentan í Føroyum. Og øvugt! - Eitt stórt arbeiði hevur verið gjørt, til tess at fáa allar [...] annað arbeiðið hjá stýrinum fyri húsið verður at virka soleiðis fyri, at tann nýggi stjórin, Niels Halm so skjótt sum tilber kann koma inn í øll viðurskifti í húsinum. -Vit gleða okkum sera nógv til samstarvið
Flemming Raben var fegin um dystirnar móti sterku íslendsku manningini, tí at dystirnir vóru eitt gott høvi hjá honum at síggja nakrar nýggjar spælarar royna seg í landsliðshøpi. Men landsliðsvenjarin [...] í seinna hálvleiki av dystinum í Havn sunnudagin eru okkara spælarar væl við, og tá spæla tær fyri so vítt upp við íslendska liðið, segði Flemming Raben. Føroyski landsliðsvenjarin viðgekk tó, at íslendska [...] landsliðið var væl sterkari, enn hann hevði væntað, og hann hevði ikki væntað, at mótstøðan fór at verða so sterk. Flemming Raben sigur, at eftir hansara tykki er íslendskur kvinnuhondbóltur komin rættuliga
at eggja hvønn annan, so vit í felag mennast. Um vit einki gera, verður ónøgd og ruðuleiki. Tí er okkara skylda at leggja ætlanir fyri framtíðina. - Visjón 2015 er nú komin fram á borðið, tí vit hava sæð [...] samstundis noyðast vit at hugsa langt, tí so vinna vit enn meira. - Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, føroyska samfelagið hevur sett seg niður í felag. Øll eru samd um, at Føroyar skal verða millum tey bestu [...] visjónstorginum í dag vóru øll vælkomin at koma við rósi, rísi og áheitanum til strategibólkarnar, so øll í felag kunnu rógva saman og gera Visjón 2015 til »fólksins ætlan«.
eitt í frystaranum, so hevur tú tað í miðal gott. Men í veruleikanum er tað jú ikki so, sigur Finn Jensen. Tá ið nýggi próvtalsstigin varð innførdur í Føroyum, kom eisini ein nýskipan um, hvussu man letur [...] skuldina fyri alt. - Eg haldi heldur man átti at hugt eftir, hvussu próvtøkur fara fram, og um man megnar at gera próvtøkurnar so, at man metir fólk rætt. Tað er ein nógv meira samansettur spurningur enn bert [...] annað á, at brúkar tú próvtalsstigan rætt, so skal próvtalið 7 rúma nógvum. - 7 er útgangsstøðið og frá 7 eru trý glopp til næsta talið báðar vegir – 10 ella 4. Og so eru tvey glopp aftaná tað til ávikavist
politiska undirtøku. Tað er eingin trupulleiki at fáa onkran í tinginum at leggja eitt uppskot fram fyri seg, um uppskotið hevur undirtøku frá onkrum tinglimi, sigur Jacob Vestergaard. Avgerð og ábyrgd mugu [...] sum hevur tikið initiativið til eitt ávíst uppskot, má standa við ábyrgdini. Og hvør hevur so ábyrgdina, um tað er borgarainitiativ? Flokkarnir mugu hyggja eftir, hvørjar avleiðingarnar av einum borg [...] helst, sigur Sjúrður Skaale. Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa meira um borgarauppskot, og hvat føroysku politikararnir halda um at innføra eina líknandi skipan í Føroyum.
haldi, vit øll kunnu vera samd um, at hetta er søgan um eina fyritøku, sum hevur havt viðgongd og mótgongd, men sum kortini hevur megnað at yvirlivað og ment seg tvørtur um ættarlið. Christian í Grótinum [...] framtíð, tí hetta er eitt skip, sum fer at framtíðartryggja samtakið, Christian í Grótinum, nógv ár fram. Karl Johansen helt, at nýggi og stásiligi nýbygningurin er eitt fantastiskt bragd, sum hann tók til [...] Grótinum er ein sólskinssøga. - At eg skuldi fáa høvi at taka ímóti einum so stórbærum skipi, sum abbasynirnir hjá Palla hjá Marionnu hava staðið á odda fyri - ja, tað var ikki í mínum villastu tonkum, tá Palli
men sum ikki eru búnar enn at leggja fram alment, sigur Hendrik Egholm. Hóast menningin er stór innan varandi orkukeldur í dag, so er Hendrik Egholm ikki í iva um, at oljan fer at verða ein stórur partur
leitar fram minnini um gamlar dagar. - Tað var sera skjótt, at dagarnir bara ikki strektu til. Eg arbeiddi so at siga alt samdøgrið. Tá eg ikki arbeiddi í salongini, so gjørdi eg pappírsarbeiðið og so framvegis [...] Mariann sá sum fyrimyndir. Og tá tú skalt góðkennast sum Intercoiffure limur, ja so skalt tú lúka ymiskar treytir og sína fram tíni kynstur. Mariann hevur síðani í fleiri umførum vitja á ráðstevnu í París [...] liva og virka á altjóða støðið her í Føroyum. - Eg havi so mangan hoyrt, at eg ikki hoyri heima í Føroyum. At eg ikki kann fylgja mínum dreymum so leingi eg búgvi her. Men eg veit, at tað passar ikki, sigur
okkum til hetta er, at um vit fara eitt lop aftur til 1993, tá lønarniðurskurðurin kom, so hava 2 samráðingar verið síðani, ið ikki hava verið veruligar samráðingar. Tær hava snúð seg um at fingið niðurskurðin [...] Starvsmannafelagið at vera komið við nøkrum krøvum og ivast í, um felagið hevur rætt at biða um samráðingar. Somuleiðis hevur Landsstýrið so havt kunnandi fund við fakfeløgini, ið bar mest brá av, at my [...] ing at gera kanningar, so felagið hevur tilfar, ið er væl ígjøgnum arbeitt og sum verður lagt fram til samráðingarnar. - Vit eru til reiðar at greiða nærri frá krøvum okkara, so skjótt vit fáa ein fund
til skips. Hann hevur siglt, síðan hann var blaðungur og hevur roynt so at siga allar veiðihættir. - Eg havi havt eitt brennandi ynski um at sleppa ein svartkjaftatúr við einum av pelagisku skipunum. Hendan [...] Finni Fríða og Eivindi, tá ið skipið kom á Fuglafjørð um 22-tíðina mánakvøldið, fulllastað við svartkjafti. Ein dreymur - Hetta hevur bara verið eitt so einastandandi upplivilsi, at tað má roynast fyri at [...] eins og alt skipið, sum tað er, bara er so einastandandi. - Kokkurin er góður og maturin, vit fingu, var frálíkur. Bæði morgunmatur, døgurði og nátturði var so avbera gott. Hetta var sum at sita við b